Kennist sorgblítt at siga árinum farvæl

- Alt, sum livið hevur at bjóða, kunnu vit brúka til okkurt, sigur Anita Vibergsdóttir.

Hvat minnist tú best frá 2013?

 

- Tað er eru løturnar saman við mínum nærmastu, familju og vinum. Serliga er tað ein túrur norðanfjørðs, har vit eitt nú vóru í Kalsoynni. Ein fantastiskur túrur, har vit vóru eitt við løtuna og góvu náttúru og hvørjum øðrum ans. Henda túrin fari eg altið at minnast, tí 91 ára gamla ommusystir min, sum eg hevði eitt serligt tilknýti til, var við. Hetta var okkara seinasta útferð saman. Annars var mentanarnáttin á Tvøroyri ein serlig uppliving. Hugaligt at síggja úrslitið av góðum samstarvi og kunna njóta tað, sum okkara dugnaligu listafólk, sangar og tónleikarar høvdu at bjóða hetta vakra kvøld í juli.

 

Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2013?

 

- Eg havi havt eitt gott ár, við nógvum nýggjum avbjóðingum, og tað hevur verið spennandi fyri meg persónliga. Sum nýggjur limur í býráðnum á Tvøroyri hevur hetta árið bæði lært meg nógv og kravt nógv av mær. Mangan hava míni fet í býráðsins høpi kenst bæði trilvandi og skinklut. Alt er spildurnýtt, og demokratiið tekur tið. Men, tad hevur verði læruríkt og hevur lært meg at hava tol.

 

Hvat vilt tú helst gloyma frá 2013?

 

- Tað havi eg gloymt. Alt, sum livið hevur at bjóða, kunnu vit brúka til okkurt og um ikki annað, so læra ikki at gera somu feilir um aftur, um vit yvirhøvur hava eina ávirkan á tað sum hendir. Bæði gott og ringt gera okkum til just tey, vit eru.

 

Hvat ynskir tú tær í 2014?

 

- Tað kennist altíð sorgblítt at siga einum ári farvæl. Tankarnir reika, og framtíðin liggur ókend fyri okkum. Eg vóni, at vinnulívið hevur framburð, so bæði land og kommunur fáa gagn av hesum. Eg eri takksom fyri tann framburð, vit á Tvøroyri hava havt og er tað mítt ynski, at 2014 verður eitt gott ár fyri okkum øll, bæði børn, ung og gomul sum búleikast her. Ynski er eisini, at vit í býráðnum kunnu vera við til at skapa bestu karmar fyri okkum øll. Og so sjálvandi, at mínum nærmastu og øllum gongst væl, sigur Anita Vibergsdóttir.