Fuglafjørður stórt fríøki við Gjógvará

- Eg ímyndi mær, at náttúruøkið fer at verða brúkt bæði av ungum sum gomlum, sigur býargartnarin.

Í Fuglafirði eru ítøkiligir tankar frammi um eitt náttúruøki uppi við Gjógvará. Næmingar, sum hava verið í Ungum í Arbeiði seinastu tvey árini, hava bygt eina gøtu, sum longu nú verður nógv brúkt av gongufólki. Tríggir benkur eru settir upp framvið gøtuni, og her kunnu fólk hvíla sær beinini á gongutúri.

 

Jóan Petur Berg, býargartnari hjá Fuglafjarðar kommunu, sigur, at tað næsta, sum væntandi verður gjørt, er at seta ljós upp, so fólk eisini kunnu ganga gøtuna í tí myrku tíðini.

 

Hann vísir á, at tað er ein tríggjar kilometra langur gongutúrur frá ÍF-húsinum, vestur eftir gøtuni og oman eftir uppdyrkingarvegnum, sum har er - og yvir aftur til ÍF-húsið.

 

- Fuglafjarðar kommuna eigur 9.700 fermetrar av lendi niðan móti fossinum vestanfyri Gjógvará. Haraftrat hevur Innandalshagi givið kommununi loyvi til at hegna inni og planta 3.200 fermetrar á eystaru síðu, har kommunan eigur 1.040 fermetrar aftrat.

 

Jóan Petur Berg vísir á, at alt hetta fríøki fevnir soleiðis um 13.900 fermetrar, sum soleiðis er kommunalt og privat. Gøtan, sum er gjørd við vælvild frá haganum, er umleið 400 metrar long frá Innandalsvegi og yvir í uppdyrkingarvegin.

 

- Næstu árini er ætlanin at hegna, og at Ung í Arbeiði skulu gera fleiri gøtur og planta runnar og trø, og eg haldi eisini, at tað hevði verið eitt frálíkt hugskot, um fólk í kommununi tóku ein arbeiðsdag har og síðan høvdu eina hugnaløtu eftir arbeiðsdagin.

 

Býargartnarin hjá Fuglafjarðar kommunu ímyndar sær, at hetta náttúruøkið fer at verða brúkt sum útiverupláss hjá øllum, ungum sum gomlum.

 

- Til várs kemur ein brúgv yvir um ánna, og ætlanin er at gera tvær ella tríggjar brýr aftrat tey næstu árini - og ein ella fleiri hyljar í ánni. Ætlanin er eisini at seta borð og benkur upp á eini fløtu, og her skal eisini verða møguligt at grilla.

 

Jóan Petur Berg sigur, at trø og runnar skulu gróðursetast á økinum.

 

- Her er eisini ein grund, sum vantar nakrar sperrur og takplátur, og kann hetta lítla húsið saktans brúkast til ymisk endamál, sigur býargartnarin.