Tónleikur á Mentanarnáttini

Í annaðkvøld er árliga Mentanarnáttin, tá Havnin er á tremur við mentanarligum hendingum av ymsum slag. Her verður alt á skránni frá barnatiltøkum til jazztónleik; frá trashmetal konsertum til sangløtu við Simma. Skráin er long, og tónleikainnsløgini fleiri í tali

Mentanarnáttin verður sett av Heðin Mortensen kl. 18.00 í Gamla Kommunuskúlagarði, og frá tí løtu av fara ein rúgva av til­tøkum av bakkastokki. Handlar í miðbýnum hava opið til kl. 23.00, og líka inntil klokkan líð­ur út á mid­nátt vera hendingar í gongd, har tann tónlistarliga síðan snýr seg um m.a:

Kórtónleik; framførslur hjá Tórshavnar Klarinett-orkestri í Havnar Kirkju og uttandura­kon­sert við Havnar Hornorkestri í Tinghúsgarðinum; rokk konsert í Margarinfabrikkini; sang og spæl frá Jens Marna við Havnará og frá Martin Joensen í Gamla Kommunuskúlagarði og ikki minst felagssang við Simma Jacobsen og Fróða Sandoy.

 

Kórtónleikur

Kl. 17.00 syngur Barnakórið hjá Musikkskúlanum í samband við stórt barnatiltak hjá Barna­tannrøktini.

Kl. 20.00 syngur Tórshavnar Kamarkór á Laðabrekku.

Kl. 21.00 er opið hús í Eben­ezer, ið byrjar við fjølbroyttari sangløtu við sjálvum Ebenezer Sangkórinum, Ung­dómskórinum, Manskórinum og øðrum.

Kl. 22.30 syngur eitt kvinnu­kór a capella, tá handilin í Gamla Kommunuskúlagarði er opin.

 

Felagssangur, fólkatónleikur

og Jazzur

Miðlahúsið opnar kl. 19.00 og hevur tvær framførslur at bjóða. Fyrstur á pallin kl. 19.00 er Hvonn við fólkatónleiki. Næsti bókurin, Yggdrasil við jazz/world sum høvuðsgrein, byrjar kl. 20.00, og tiltakið endar kl. 21.00

Klokkan 18.30 syngur og spæl­ir Martin Joensen í samband við, at listaframsýning við Astrid Andrea­sen letur upp í Snarskivuni.

Klokkan 20.00 eigur Jens Marni tørn og spælir tá uttanfyri handilin hjá skræddaranum Beintu Vilhelm­sen, ið liggur við Havnará.

Frá kl. 21.00 til 22.00 hava Simmi Jacobsen og Fróði Sandoy felagssang í Tilhaldinum á Tórsgøtu.

 

Rokk konsert í Margarinfabrikkini

Kl. 21.30 verður stór konsert í Margarinfabrikkini. Fríði Bjørg­vin, ið dagliga starvast har, skip­ar fyri konsertini, og á skránna hevur hann fingið indie pop­p­rokk­ararnar The Story Ends, blues­garparnar Una Debess og Brand Jacobsen, trash-metal bólk­in Synarchy, rokkbólkin Bendar Spónir og framførslu frá teimum, ið ganga til samanspæl í Margarinfabrikkini.

 

 

 

Les meira um hetta og um

onnur tiltøk rundanum Mentanarnáttina á

www.visittorshavn.fo