Tað ber til at staðfesta, at henda strategi tíverri ikki ber á mál. Tað er í hvussu so er tann niðurstøða, ein má koma til, um lurtað verður eftir teimum, sum av fullum huga stríðast fyri at menna útoyggjasamfeløgini. Men tað tykist, sum hetta stríðið ikki ber nóg góðan avøkst. Trupult er at fáa fígging og trupult er at varðveita ella skapa tey tilboð, sum eitt nú ung hjún forvænta av tí lokalsamfelag, har tey setast í búgv. Tað er í dag heldur ikki nóg mikið at vera á einum lønarlista. Tey ungu krevja annað og meira: dygdargóð mentanar- og frítíðartilboð, góðan skúla og góðar útbúgvingarmøguleikar til tey ungu og góða røkt, tá ellisárini koma.
Vit eru øll samd um, at samfeløgini á útoyggjunum eiga at verða varðveitt. Her liggja stór mentanarlig og tjóðskaparlig virði umframt ein stórbær og óspilt náttúra. Spurningurin er bert: hvat skal gerast? Hvussu tryggja vit, at fólk býr á útoyggj um tíggju ella um fimti ár? Tað nyttar ikki at lata eyguni aftur fyri teimum forðingum, ið eru fyri menning av útoyggjunum. Her má nakað annað og meira til. Strategiin má endurskoðast. Spyrjast má um tey mál, ið ein higartil hevur sett sær, eru realistisk. Ber tað yvirhøvur til at droyma um at fáa fólk at flyta aftur út í oyggjarnar? Ella skal ein heldur statsa uppá tey, sum eru har og teirra menniskjanliga tilfeingi? Kanska kundu vit lært av øðrum, sum hava somu trupulleikar.
Í útheimi eru myndugleikar og felagsskapir farnir at tala um ”varðveiting uttan menning”. Hetta skal skiljast so, at fokuserað verður á tey virði, sum nú eru tøk og atkomulig í útjarðanum. Virði sum kvirra, ektað og upprunalig mentan, vøkur og óspilt náttúra og menniskju, sum eru góð við sítt umhvørvi. Kanska skuldu røttu avvarandi nú roynt aðrar strategiir, áðrenn ov seint er. Hinvegin er skjótt at staðfesta, at uttan mun til strategi mugu landsmyndugleikar tryggja útoyggjunum eitt optimalt undirstøðukervi. Optimalt ferða-og telesamband er meginfortreyt fyri, at fólk kann liva og trívast á útoyggj í einogtjúgundu øld. Útoyggjafelagið ger eitt stórt arbeiði, og eiga vit øll at geva tí gætur og verða við til at menna orðaskiftið um, hvussu vit best varðveita hesi fyri Føroyar týdningarmiklu búpláss.
Sosialurin