Randi Joensen farin

Týsdagin 18. oktober andaðist Randi Joensen, Tórfinsgøta 30, Tórshavn.
Randi er fødd við Norð­skála 5. mars í 1932. Tá hon er trý ára gomul fluttu tey í nýggju húsini á Oyrarbakka. Foreldur hennara vóru Lena og Jógvan Joensen. Lena, fødd Nysted, var frá Norð­skála, og Jógvan úr Leynum, nevndur.
Randi vaks upp í fiski­mannaheimi, og har var fjálgt og gott heima í einbýlinum á Oyrarbakka. Tey vóru fimm systkin, Randi, Daniella, Ják­up, Rólant og Súsanna.
Við Randi er ein sjáldsama virkin og nærløgd kvinna horvin úr myndini. Hon var alla sína tíð virkin og fegin um lívið, og hon vildi stuðla og menna tað hon orkaði.
Ung fer hon á háskúla og síðani fer hon til verka: Fyrst arbeiðsgenta í húsin­um hjá Jóannes av Skarði, há­skúlastjóra. Hon er ar­beiðs­­genta hjá Miu Trónd, tann­lækna, í fýra ár. Á Sjó­mans­­heiminum er hon í tveim­­um skiftum.
Hon fer niður í 1954 at læra til sjúkrasystur, men Korea­kríggið hevði við sær, at hon fer heimaftur, áðrenn læran var av.
Randi og Leivur giftust 16. september í 1958. Tey búgva á Oyrarbakka til tey flyta í nýbygdu húsini í Tórfinsgøtu í Havn. Eldru døtrarnar, Jónleyg og Andrea eru føddar á Oyrarbakka í 1959 og í 1963, meðan yngsta dóttirin, Lena, er fødd í Havn í 1968.
Randi arbeiddi sum hjálp­ar­fólk í Frítíðar­heiminum í Skriv­aragøtu í 25 ár. Hennara nær­lagni var stórt, hon var al­tíð tøk, tá ið heitt varð á hana.
Randi var á ungum árum ófør í Havnar Róðrarfelag. Hon var limur í Losjuni í Havn, og hevur øll árini tikið lut í felagsarbeiðinum. Hesi seinni árini við tiltøkum fyri tilkomin og eldri, sum Losjan hevur stílað fyri síðani áttati­árini.
Í heiminum í Tórfinsgøtu kom altíð nógv fólk. Ættar­kær var hon, ongan gloymdi hon. Nú hon er horvin úr myndini, eru vit mong, ið sakna Randi. Men eftir eiga vit minni um eina menniskju, ið gav nógv í lívi sínum. Randi var livandi og góðgerin, har hon ferðaðist. Ikki minst fyri ommubørnini, sum eru átta í tali.
Saknurin verður stórur hjá Leivi, hjá døtrunum og ommubørnum, og tómleikin somuleiðis.
------
jl