Hvar og hvussu heldur borgarstjórin í Vágs kommunu, Dennis Holm, nýggjár í ár?
- Sum vant, so haldi eg nýggjár saman við familjuni, og sjálvandi eru vit í Vági. Nakað fyri midnátt fara eg og elsti sonurin at hjálpa til at gera tað seinasta klárt á økinum við Tríkantin á Sandinum, soleiðis at klárt er til stóru nýggjársfinaluna um midnáttarleitið.
Keypir tú fýrverk, og dámar tær at skjóta fýrverk?
- Ja, eg keypi hvørt ár fýrverk frá lokalum feløgunum, Nýggjársnevndini og FC Suðuroy. Sum vágbingur liggur tað nokk meiri og minni í genunum, at man dámar at skjóta fýrverk, og soleiðis er eisini hjá mær. Í Vági skjóta privat og grannaløg fýrverk tíðliga um kvøldið nýggjársaftan, og tað er Nýggjársnevndin. sum stendur fyri stóra fýrverksshow’inum um midnáttarleitið.
Men, hvat var so besta upplivingin - størsta hendingin - hjá Dennisi Holm í 2017?
- 2017 var eitt gott, spennandi og hendingaríkt ár. Úr rúgvuni havi eg hug at taka fram dagin, tá eg setti Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung í Páls Høll, sum á fyrsta sinni var í Føroyum í summar. Fyri meg persónliga var helst størsta løtan, tá eg fekk heiðurin at víga yngstu systur mína í august. Hetta var ein stórsligin og kensluborin løta.
Og hvat var tað keðiligasta í 2017?
- Av lyndi býti eg lítið merkið til keðiligar upplivingar og støður, royni sum mest at halda fokus á tað positiva. Gamaní vóru tað keðiligar løtur í 2017, og soleiðis vil tað altíð vera.
Hevur tú sett tær fyri at gera nakað serstakt í 2018?
- 2018 verður eitt sera spennandi ár her í Vági. Eg gleði meg serliga nógv til at verða partur av fleiri sera spennandi verkætlanum kring Ítróttaháskúlan komandi ár. Eg havi eisini eina vón um, at 2018 kann gerast eitt ár, har vit fara at seta hol á øðrvísi og spennandi orku- og umhvørvisætlan í Vági.
Dennis Holm sigur, at fyri familjuna hjá honum verður 2018 eisini spennandi, tí tað elsta av børnunum skal konfirmerast, og eitt nýtt kapitul í lívinum hjá soninum og familjuni byrjar.
- Eg fari annars at ynskja øllum eitt eydnuberandi nýggjar við takk fyri tað brátt farna árið, eru seinastu orðini hjá borgarstjóranum í Vágs kommunu.