býráðslimir. Andstøðan segði longu í gjár, at hon hevði vunnið tjóðartingsvalið, og at andstøðuleiðarin Morgan Tsvangirai hevði vunnið forsetavalið. Tað ljóðaði, at Robert Mugabe, forseti, og leiðslan í herinum [...] vann. Í øllum førum var tað týðiligt, at myndugleikarnir fyrireikaðu seg til ófrið, tí stór løgreglulið vóru at síggja í gøtunum í nátt. Tá valnevndin sýtti fyri at almannakunngera tey fyrstu úrslitini [...] fekk nevndina at kunngera úrslitini í seks valdømum, og tað vísti seg, at stjórnarflokkurin og andstøðan høvdu vunnið trý valdømi í part. Varðveitir valdið Politiskir eygleiðarar siga, at valið hesaferð
arbeiðir við at innføra eina pápakvotu á barnsburðaøkinum. Sambært Bjørt Samuelsen er endamálið fyrst og fremst at javnstilla mammur og pápar á arbeiðsmarknaðinum, eftirsum at nógv bendir á, at arbeiðsgevarar [...] arbeiðir nú av álvara fyri at fáa eina pápakvotu inn í barsilsskipanina, so allir pápar skulu heim við barninum í eitt tíðarskeið. Tað hevur leingi verið sum at vísa tarvi reytt at tosa um pápakvotur í sambandi [...] smáum, og byggjast út so líðandi. Nakrir tingmenn undraðust á, at ætlanin er at diktera menninir heim. Men kortini var rættiliga breið semja um, at ein slík skipan hevði gagnað javnstøðuni. Ein pápakvota hevði
greinarar halda, at í løtuni hevur OPEC ikki eins nógv vald sum áður at stýra oljuprísinum. Marknaðurin veit eisini, at manglandi disiplin innanhýsis í OPEC fyrr hevur havt við sær, at oljuprísurin er fallin [...] tó, at um OPEC ikki hevði skert framleiðsluna, hevði oljuprísurin óivað lækkað væl meira. Eftir ætlan verður næsti fundurin hjá OPEC í desember, men nú verdur hildið, at tað er ikki ósannlíkt, at ein nýggjur [...] sum eru tætt tengd at oljuni. Nógvir leiðarar í vesturheiminum hava víst sína ónøgd við tí høga oljuprísinum til kennar yvirfyri OPEC. Tað er ikki longri tíð síðani enn í síðstu viku, at bretski forsætisráðharrin
vísir bert, at maðurin ikki er egnaður til at hava ábyrgd av landsins lógum. Sagt verður, at summum mást tú ikki geva ov langt tjóður, men eg hevði ikki torað at slept honum úr eygsjón, uttan at hann sum [...] er í krígsstøðu. Onnur er at skerja veiðirættindini hjá okkara fiskiflota við 50 prosentum, og í høvuðsheitinum snýr tað seg um at tynna út í flotanum, fyrst og fremst fyri at beina fyri ósunnari spekulasión [...] haldi eg, at nógv av politiska upplandinum er mannað av væl skúlaðum vasknum skúlabørnum, men tann, ið ongantíð hevur havt ábyrgd av at skaffa sær føði sjálvur, men bert hevur havt fyri neyðini at gapa, tá
vikuskiftini, hava stóran tørv á at hava onkran at tosað við. Spurningar verða settur um kynslív og kærleika, umframt at tey ynskja ráð um mangt og hvat. Bogi Andreasen sigur, at tey ungu eru sera opin fyri [...] Hesi ungu hava einki at takast við um í vikuskiftunum, og tískil hevur Margarinfabrikkin nú nýggj tilboð at bjóða teimum. Fara út til ungdómin Høvuðstátturin í nýggja átakinum er, at tvey umboð frá Marg [...] fyri starvsfólkunum, og at tey eftir øllum at døma taka ráðini frá starvsfólkunum til eftirtektar. Meira verður at lesa um ?Street Team? í Sosialinum mánadagin.
rúmsátta játtan at virka undir. Onkur heldur kanska, at umboðsmaðurin kann søkja fíggjarnevndina um eykajáttan til endamálið, og so kann fíggjarnevndin velja at geva hesa játtan, ella at vísa hana frá sær [...] avgerðum. Sera viðkomandi er nú at spyrja, um vit í heila tikið skulu hava hesar stovnar, tá vit ikki hava dirvið til at lata teir vera politiskt óheftar, og ikki ráð til at lata teir virkað eftir galdandi [...] fíggjarnevndina fyri at biðja um eykajáttan til sínar stovnar, tá tørvur er á hesum. Tá eingin landsstýrismaður hevur tann politiskt óhefta umboðsmannin undir sínum málsræði, er eingin møguleiki at royna hendan
dømdur fyri stuldur, fyri at hava koyrt við kenning og fyri at hava koyrt við ongum koyrikortið. Hann varð dømdur sekur í at hava sligið drongin, men hann varð fríkendur fyri at hava sparkað hann, sum hann [...] sing. Tað merkir, at ger hon einki revsivert í tvey ár, fellur dómurin burtur. Tó er tann treyt við, at hon gevur seg undir treytir frá kriminalforsorgini og tað hevur hon váttað, at hon vil Hin gentan [...] Tað merkir, at ger hon einki revsivert í hesum tíðarskeiði, fellur dómurin burtur. Men treytin er, at hon gevur seg undir treytir frá barnaverndini til hon fyllir 18 og tað hevur hon váttað, at hon vil. Drongurin
Borgarstjórin segði, at Klaksvíkin kennur tað sum ein heiður og eina gleði at kunna bjóða Føroya fólki hjartaliga vælkomin at vitja fiskivinnuhøvuðsstað føroyinga. - Eg vóni, at vit fáa nógvar góðar løtur [...] vísti á, at sum nakað serstakt í ár fellir sjómannadagurin í ein ávísan mun saman við, at Klaksvíkar kommuna í ár hátíðarheldur, at 100 ár eru liðin, síðan kommunan gjørdist sjálvstøðug. - Uttan at blanda [...] hátíðardagar fyri høvuðsvinnu okkara eru soleiðis komnir fyri at vera, og tað fegnist eg um. Hann segði, at klaksvíkingar eru sera fegnir um, at Føroya Sjómannadagur í roynd og veru er vorðin eitt tiltak
fremst at fáa spælararnar at trúgva upp á, at tað ber til. Tað er ógvuliga avgerandi, at lagið verður gott. Um teir sunnudagin vísa tað, sum eg eri vísur í, at teir megna, so fer tað so fer tað at gangast [...] teimum. Nú ræður um at syrgja fyri, at plássið í bestu deildini verður varðveitt, og tað rokni eg við fer at eydnast, sigur Albert Ellefsen. Hvat hevur tú við so stuttum skotbráði møguleika at gera? - Fyrst [...] Eg havi longu staðfest, at tað eru nógvir evnaríkir spælarar í Fuglafirði. Har eru fleiri útlendingar, sum eg av góðum grundum ikki kenni so nógv til. Serliga hugaligt er tað, at har eru so nógvir ungir
um ikki at lækka talið av fiskidøgum so ógvusliga, at hetta bæði kemur at fáa avleiðingar fyri fiski-og útróðrarmenn eins og fyri vanliga arbeiðsfólkið á landi. Samtak sigur í yvirlýsingini, at feløgini [...] sum kunna vera við til at tryggja, at toskur og onnur fiskasløg kunna menna seg aftur í føroyskum sjóøki. Feløgini søgdu eisini í yvirlýsingini 7. juli, at landsstýrið eigur at umhugsa møguligar broytingar [...] skerjing av fiskidøgum, søgdu feløgini aftanfyri samtakið fyrr í summar, at munadygg tiltøk mugu setast í verk sum kunnu tryggja, at toskur og onnur fiskasløg kunna menna seg aftur í føroyskum sjóøki. Feløgini