Samtak ? við tveimum tungum

Arbeiðarafeløgini í Samtaki mótmæltu við yvirlýsing í gjár ætlanunum um 20%-skerjing av fiskidøgum. Sama Samtak mælti í juli mánaða til vernd av fiskastovnunum undir Føroyum Hóast arbeiðarafeløgini í Samtaki í gjár alment mótmæltu skerjing av fiskidøgum, søgdu feløgini aftanfyri samtakið fyrr í summar, at munadygg tiltøk mugu setast í verk sum kunnu tryggja, at toskur og onnur fiskasløg kunna menna seg aftur í føroyskum sjóøki.

Feløgini í Samtaki eru Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag og Føroya Fiskimannafelag.

Í yvirlýsingini í gjár heittu arbeiðarafeløgini í Samtaki á landsstýri og løgting um ikki at lækka talið av fiskidøgum so ógvusliga, at hetta bæði kemur at fáa avleiðingar fyri fiski-og útróðrarmenn eins og fyri vanliga arbeiðsfólkið á landi.

Samtak sigur í yvirlýsingini, at feløgini mótmæla harðliga teimum inntrivum, sum løgtingið hevur ætlanir um at fremja.

- Ætlaðu skerjingarnar vísa okkum enn einaferð, at teir politikarar, sum hava sagt seg vilja verja fiskimannin og vanliga løntakaran, als ikki vísa virðing fyri hesum samfelagsbólkum, siga arbeiðarafeløgini.

Á heimasíðuni hjá Samtaki, 7. juli í ár, er ein onnur yvirlýsing, har somu feløg harmast um, at fiskastovnarnir ikki hava verið betri røktir seinastu árini.

- Feløgini (Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag og Føroya Fiskimannafelag) vóna veruliga, at landsstýri og løgting taka henda spurning í álvara og gera nøkur munadygg tiltøk, sum kunna vera við til at tryggja, at toskur og onnur fiskasløg kunna menna seg aftur í føroyskum sjóøki.

Feløgini søgdu eisini í yvirlýsingini 7. juli, at landsstýrið eigur at umhugsa møguligar broytingar sera væl.