?Street Team? hjálpir ungdóminum

Margarinfabrikkin er farin undir eitt nýtt átak undir heitinum ?Street Team?. Endamálið er at virka fyribyrgjandi og at geva ungdóminum nýggjar møguleikar.

 

Margarinfabrikkin hevur seinastu árini verið karmur um nógv ungdómstiltøk, og nú hava fólkini handan Margarinfabrikkina víðka um virksemi sítt. Sambært stigtakarunum hevur tørvur verið á einum savningarstaði í vikuskiftunum hjá ungum ímillum 12 og 18 ár. Hesi ungu hava einki at takast við um í vikuskiftunum, og tískil hevur Margarinfabrikkin nú nýggj tilboð at bjóða teimum.

 

Fara út til ungdómin

Høvuðstátturin í nýggja átakinum er, at tvey umboð frá Margarinfabrikkini ganga runt í miðbýnum í Havn og finna fram til hvar ungdómurin heldur til. Síðani verða tey ungu fólkini boðin í Margarinfabrikkina har ymist undirhald er á skránni. Til dømis hava ymsar tónleika framførslur verið í hesum sambandið, og tey ungu hava sambært stigtakarunum tikið væl ímóti hesum.

- Talið av ungum vitjandi er tvífalda síðan vit byrjaðu at hava opið um vikuskifti, sigur Bogi Andreasen við Sosialin.

 

Starvsfólkini virka sum ráðgevar

Bogi Andreasen og Salua Manai, stigtakararnar handan ?Street Team? siga, at teirra leiklutur er sera ymiskur frá persóni til persón. Nógv av teimum ungu, ið leita sær oman í Margarinfabrikkina um vikuskiftini, hava stóran tørv á at hava onkran at tosað við. Spurningar verða settur um kynslív og kærleika, umframt at tey ynskja ráð um mangt og hvat. Bogi Andreasen sigur, at tey ungu eru sera opin fyri starvsfólkunum, og at tey eftir øllum at døma taka ráðini frá starvsfólkunum til eftirtektar.

Meira verður at lesa um ?Street Team? í Sosialinum mánadagin.