Ein drongur og tvær gentur eru dømd fyri at leggjast á ein ungan drong, tí tey løgdu hann undir at hava verið ónærisligan við tær báðar gentur einaferð, tær vóru avdotnar og nú vildu tey hevna seg Í dag vóru tvær ungar gentur og ein drongur dømd fyri harðskap ímóti einum ungum drongi. Tey løgdu drongin undir at hava neyðtikið aðra gentuna og fyri at hava krámað uppi á hinari, einaferð tær báðar lógu avdotnar.
Og eina náttina tey møttu dronginum aftur í Havn, vildu tey hevna seg og løgdu á hann heilar tríggjar ferðir, har drongurin var bæði sligin og sparkaður.
Onnur gentan bleiv dømd 60 daga treytaða fongsulsrevsing. Tað merkir, at ger hon einki
revsivert í tvey ár, fellur dómurin burtur. Tó er tann treyt við, at hon gevur seg undir treytir frá kriminalforsorgini og tað hevur hon váttað, at hon vil
Hin gentan fekk onga revsiáseting, men fær eina royndartíð í tvey ár. Tað merkir, at ger
hon einki revsivert í hesum tíðarskeiði, fellur dómurin burtur. Men treytin er, at hon gevur seg undir treytir frá barnaverndini til hon fyllir 18 og tað hevur hon váttað, at hon vil.
Drongurin, sum varð eitt sindur eldri, varð dømdur treytaleysa fongsulsrevsing í 60 dagar og skuldi hartil gjalda 15.000 krónur í bót. Umframt harðskap, varð hann eisini dømdur fyri stuldur, fyri at hava koyrt við kenning og fyri at hava koyrt við ongum koyrikortið. Hann varð dømdur sekur í at hava sligið drongin, men hann varð fríkendur fyri at hava sparkað hann, sum hann eisini varð ákærdur fyri.









