Skalaðir stovnar og skerd rættattrygd

Løgtingið samtykti at lækka játtanina til umboðsmannin við kr. 520 tús. fyri fíggjarárið 2009.

Henda avgerð fer at geva umboðsmanninum trupulleikar við virksemi sínum komandi ár, m.a. um tørvur verður á einum setursumboðsmanni el.

Avgerð løgtingsins er ikki í tráð við umboðsmansskipanina, og hartil er hon sera óheppin fyri rættartrygdina.

Gerst tað eftir umboðsmansins tykki neyðugt at lata einum setursumboðsmanni eina ávísa uppgávu, letur hetta seg ikki gera, tí eingin játtan er til endamálið.

Umboðsmaðurin er harafturat munandi skerdur í sínum arbeiðið, og fær ikki virka eftir lógini, hevur hann ikki eina rúmsátta játtan at virka undir.

Onkur heldur kanska, at umboðsmaðurin kann søkja fíggjarnevndina um eykajáttan til endamálið, og so kann fíggjarnevndin velja at geva hesa játtan, ella at vísa hana frá sær, men hetta ber ikki til.

Eftir stýrisskipanarlógini er tað bara landsstýrið, sum kann venda sær til fíggjarnevndina fyri at biðja um eykajáttan til sínar stovnar, tá tørvur er á hesum.

Tá eingin landsstýrismaður hevur tann politiskt óhefta umboðsmannin undir sínum málsræði, er eingin møguleiki at royna hendan leistin.

Vit eru tí komin hartil, at løgtingið eftir tilráðing frá fíggjarnevndinin, hevur skert og heft virksemið hjá tí óhefta umboðsmanninum at politiska valdinum.

Landsgrannskoðanin, sum heldur ongan landsstýrismannin hevur yvir sær, hevur verið fyri somu vanlagnu sum umboðsmaðurin.

Eisini her er ein javnstór upphædd skarvað av játtanini, so at heldur ikki grannskoðanin fær virkað eftir galdandi lógum og reglum, og kanska noyðist at siga fólki úr starvi.

Føroyska fólkaræðið og rættartrygdin eru fyri stórum afturstigi við hesum avgerðum.

Sera viðkomandi er nú at spyrja, um vit í heila tikið skulu hava hesar stovnar, tá vit ikki hava dirvið til at lata teir vera politiskt óheftar, og ikki ráð til at lata teir virkað eftir galdandi reglum.