Ja, Høgni, hevur Tjóðveldið førleika sum stjórnarberandi flokkur?

Nú hendi tað aftur tvær ferðir. Tjóðveldið er komið í samgongu og hevur kosið sær Tobba til landssýrismann. Hann hevur roynt tað fyrr, men náddi ikki á mál

Men spurningurin er -hví?-

Maðurin er ikki nakar dummur "hundur". Hann er sjarmerandi, er áhugaverdur at lurta eftir, um tú skilir innihaldið frá, men bert lurtar eftir hansara frásøguhátti.

Men kann ein sovorðin brúkast sum politikari í fremstu sessum?

Áður fór hann úr sessinum, áðrenn hann varð koyrdur, tí hann ikki vildi halda vanligar reglur um kurteisi!

Nú roynir hann seg aftur. Hann ber tvær løddar bumbur niðan í løgtingið, hóast landið ikki er í krígsstøðu.

Onnur er at skerja veiðirættindini hjá okkara fiskiflota við 50 prosentum, og í høvuðsheitinum snýr tað seg um at tynna út í flotanum, fyrst og fremst fyri at beina fyri ósunnari spekulasión, síðan fyri at lækka trýstið á fiskastovnin. Fylgjurnar av hesum uppskoti kenna vit nú.

Næsta eru broytingar í jarðalógini við tí endamáli at forða bóndum í ósunnari spekulasión. Fylgjurnar av hesum uppskoti kenna vit bert lutvíst enn, men henda framferð við ógvusliga innihaldinum vísir bert, at maðurin ikki er egnaður til at hava ábyrgd av landsins lógum.

Sagt verður, at summum mást tú ikki geva ov langt tjóður, men eg hevði ikki torað at slept honum úr eygsjón, uttan at hann sum ein hvør annar glúpskur rottweilari hevði havt kjaftband!

Annars haldi eg, at nógv av politiska upplandinum er mannað av væl skúlaðum vasknum skúlabørnum, men tann, ið ongantíð hevur havt ábyrgd av at skaffa sær føði sjálvur, men bert hevur havt fyri neyðini at gapa, tá maturin kemur, hann veit og kennir ikki støðuna hjá teimum, ið skulu skaffa sær mat í munnin á sjónum, ella í bø og haga!