Føroyskir pápar skulu í barnsburðarfarloyvi

Landsstýrið arbeiðir nú av álvara fyri at fáa eina pápakvotu inn í barsilsskipanina, so allir pápar skulu heim við barninum í eitt tíðarskeið.

Tað hevur leingi verið sum at vísa tarvi reytt at tosa um pápakvotur í sambandi við barnsburð. Kortini var hetta júst tað, sum landsstýriskvinnan í vinnumálum, Bjørt Samuelsen, greiddi frá á tingfundinum í gjár: At hon arbeiðir við at innføra eina pápakvotu á barnsburðaøkinum. Sambært Bjørt Samuelsen er endamálið fyrst og fremst at javnstilla mammur og pápar á arbeiðsmarknaðinum, eftirsum at tað hevur verið ført fram í seinastuni, at arbeiðsgevarar velja kvinnur frá, tí tær skulu heim í barnsburðarfarloyvi. Fara páparnir eisini heim, vera teir eins lítið attraktivir og mammurnar á hesum økinum.

Sambært Bjørt Samuelsen skal ein skipan við pápakvotu byrja í smáum, og byggjast út so líðandi.

Nakrir tingmenn undraðust á, at ætlanin er at diktera menninir heim, men kortini var rættiliga breið semja um, at ein slík skipan hevði gagnað javnstøðuni.

Ein pápakvota hevði ivaleyst verið rættiliga kostnaðarmikil fyri barsilsgrunnin, tí føroyskar mammur forvinna í miðal 16.000 kr. um mánaðin, meðan menninir liggja uml. 26.000 kr.

Undir orðaskiftinum varð ikki tosað so nógv um at leingja farloyvi upp í 52 vikur, sum ført hevur verið fram. Men Andrias Petersen úr Javnaðarflokkinum, ið sum kunnugt er lækni, segði, at tosið um at leingja farloyvið upp í kanska tvey ár, hevði ikki verið ein fyrimunur fyri børnini. Fyri menningina hava tey tørv á at koma út millum onnur børn, tá tey eru uml. 9 mánaðir. Eisini vísti hann á, at var farloyvið so drúgt, vórðu mammurnar veruliga afturúrsigldar á arbeiðsmarknaðinum.


--


Myndartekstur:

Avleiðingin av, at arbeiðsgevarar velja kvinnur frá, tí tær skulu heim í barnsburðarfarloyvi, veðrur nú, at páparnir skulu eisini heim