hava greitt sagt, at Russland hevur ikki hildið avtaluna. Tann seinasta skuldsetingin kom í gjárkvøldið, beint eftir at Bush hevði verið á skrivstovuni hjá CIA. -Eg heiti á russar um at viðurkenna tað georgiska [...] georgiska sjálvræðið og at halda vápnahvíldaravtaluna, segði Bush, eftir at CIA hevði greitt honum frá gongdini í Georgia. Tað er ikki alment, hvat forsetin fekk at vita frá fregnartænastuni, sambært forsetanum [...] Síðani Russland og Georgia samdust um at góðtaka eitt semingsuppskot um vápnahvíld, er Russland fleiri ferðir skuldsett fyri at hava brotið avtaluna. Bæði George W. Bush, forseti, og Condoleezza Rice,
eftir øllum at døma ikki at síggja nakað skemtiligt í tiltakinum hjá Max P. Sanders. Tí er tann 19 ára gamli nú skuldsettur fyri at hava brotið eina lóg frá 1893, sum bannar amerikanarum at selja sína atkvøðu [...] Ein amerikanari royndi at selja sína atkvøðu á forsetavalinum í heyst. Nú kann hann vænta sær revsing Tann 19 ára gamli amerikanarin Max P. Sanders ætlaði sær ivaleyst at fáa væl burturúr, tá hann nú um [...] um dagarnar boðaði frá, at hansara atkvøða á forsetavalinum í heyst er til sølu. Fyri 50 krónur lýsti hann atkvøðuna til sølu á internetsíðuni eBay, men tað vísti seg, at hann fekk ikki eitt einasta boð
skrivar, at endamálið við at lata fleiri løgreglufólk og hermenn hava eftirlit við viðurskiftunum í Tibet, er at tryggja tað, sum blaðið kallar "fullkomna trygd". Kinesisku myndugleikunum er greitt, at altjóða [...] rnir framvegis at gera, og undir sjálvum leikunum fara teir uttan iva at tátta takið um Tibet. Mannarættindafelagsskapir siga, at stjórnin í Beijing ber ótta fyri ófriði í Tibet, og at sjálvt tann minsti [...] altjóða samfelagið fer serliga at varpa ljós á mannarættindini í Kina, nú teir olympisku summarleikirnir verða í Beijing. Í mars bardu myndugleikarnir fleiri mótmælisgongur í Tibet niður við harðari hond
hann er greiðir yvir, at kunningin ikki altíð hevur verið nøktandi. Sambært frágreiðingini hjá Jóannesi Hansen, er frágreiðingin at finna í, at tað verður undirvíst í modulum, og at hesi, sum verða liðug [...] námsfrøði í tvær vikur eitt heilt skúlaár. Tey vísa somuleiðis á, at tey sakna ætlanir og skipaði viðurskifti, umframt at tey bera ótta fyri, at góðskan ikki verður nóg góð í undirvísingini. Jóannes Hansen [...] útvarpinum hjá Kringvarpinum, at samskiftið við næmingarnar ikki hevur verið nóg gott. - Eg havi greitt teimum lesandi frá, at tey frá august mánaði og fram til heystfrítíðina fara at fáa ta undirvísing í náms-
stjóri í Postverkinum, sigur, at talan verður ikki um at flyta seg burtur frá kjarnuøkinum. Men at virksemið sjálvt verður øðrvísi. - Vit arbeiða jú við flutningi, umframt at vit hava giro, og tað verða [...] hava lagt okkum eftir at røkja áhugamálini hjá vinnukundum. - Næsta stóra takið er so at fáa lønsemi í pakkaflutningin, og er ein stórur trupulleikar tollavgreiðslan. Tað er jú so, at ein postlóg varð samtykt [...] samtykt í 2005, men ein slík lógarbroyting ger ofta, at neyðugt er við øðrum lógarbroytingum eisini. So tað er okkara vón, at tær broytingar, sum eru neyðugar, eisini verða framdar, sigur Sofus Clementsen
avleistinum, til tess at útbyggja heilsuverkið, so at hendurnar, ið lyfta, verða fleiri, sigur Jógvan á Lakjuni eisini. Valevnið fyri miðflokkin, Bill Justinussen, metir eisini at vit eiga at leggja dentin alt [...] Ein spyrjari ynskir at tað hendir meira enn bara tos um at so og so nogv røktarpláss eru gjørd. Tað verður ov lítið gjørt við málið. Tað hendir ov lítið. - Ov fá fólk eru knýtt at heilsuverkinum, og ov [...] ov fáar hendur eru til at lyfta tungu byrðuna. Og júst tað at tað er vorðið ein byrða at taka sær av okkara er langt úti. Nøkunlunda soleiðis sigur valevnið fyri fólkaflokkinum, Jógvan á Lakjuni. Heilsuskúlin
kapital, hevur leiðslan í felagnum boðað frá, at ætlanin er at broyta ferðaætlanina hjá Norrønu. Broytingin ber í sær, at Norrøna gevst at sigla upp á Bergen, og Bretland er heldur ikki við í siglingini [...] bjerg eina ferð um vikuna. Leiðslan í Smyril Line sigur, at broytingarnar fara at betra raksturin við 62 milliónum krónum næsta ár, soleiðis at úrslitið í 2009 verður 23 milliónir krónur. [...] Smyril Line broytir ferðaætlanina næsta ár fyri at fáa betri rakstur. Nú skal skipið bara sigla millum Danmark, Føroyar og Ísland Í sambandi við at P/F Smyril Line hevur biðið tað almenna um nýggjan kapital
15. Hetta fyri at gera kappingina áskoðaravinarliga og fyri at avgreiða allar kappingarnar innan eitt rímuligt tíðarbil. Fyrireikarnir duga at siga at kappingin er sera væl umboðað, og at tað ikki áður [...] kappingarnar kl 9:00. Tað ljóðar frá fyrireikarunum, at teir vóna at nógv fólk møtir upp og stuðla tiltakinum og heppa á ungdómin í oynni, ið fer at mynda framtíðina í føroyskum flogbólti [...] Vanligt er at um tað stendur á jøvnum eftir 4 sett, har tað verður spælt upp til 25 stig, skal eitt fimta sett til, fyri at avgera dystin. Hetta settið gongur vanliga upp til 15 stig. Í kappingini leygardagin
partarnir virkað eftir gamla sáttmálanum. Men nú hevur ÍSF eftir øllum at døma mist tolið. Millum annað verður í brævinum sagt, at eftir at ÍSF hevði sent nýtt uppskot um sáttmála til Kringvarpið, varð hesin [...] 29. november var semja um, at ÍSF ikki kann góðtaka framferðina hjá Kringvarpinum, og at um Kringvarpið ikki vil góðtaka framsenda uppskotið um sáttmála, má staðfestast, at eingin sáttmáli er partanna [...] hervið boða tykkum frá, at tit, grundað á at samráðingarnar ikki føra til nakað úrslit og mugu metast sum slitnaðar, og tað tí heldur eingin sáttmáli er partanna millum, ikki hava rætt at senda frá føroyskum
fyrst í nítiárunum, men hann helt, at trupulleikarnir eiga at fáa størri ans í komandi tíð. Við Nordlys segði sendiharrin seg kortini ivast í, hvussu rætt tað er at seta rættindini hjá upprunafólki í sjálva [...] sjálva ES-grundlógina. Hann helt, at tey einstøku limalondini eiga at loysa trupulleikarnar hjá sínum upprunafólki, men lovaði kortini at viðgera málið. [...] Formaðurin í norska Sámatinginum, Sven-Roald Nystø, mælir nú ES til at festa rættindini hjá upprunafólki í grundlógina, sum ES-londini fara at umrøða um stutta tíð. Mikudagin var eitt serligt ES-orðaskifti