Ítrótturin fer úr Kringvarpinum

Síðani 31. desember hevur Kringvarpið sent uttan sáttmála. Men meðan samráðingarnar um nýggjan sáttmála hava verið, hava partarnir virkað eftir gamla sáttmálanum.

Men nú hevur ÍSF eftir øllum at døma mist tolið. Millum annað verður í brævinum sagt, at eftir at ÍSF hevði sent nýtt uppskot um sáttmála til Kringvarpið, varð hesin aftursendir nógv broyttur og undirskrivaður av Kringvarpsstjóranum.

Á stjórnarfundi tann 29. november var semja um, at ÍSF ikki kann góðtaka framferðina hjá Kringvarpinum, og at um Kringvarpið ikki vil góðtaka framsenda uppskotið um sáttmála, má staðfestast, at eingin sáttmáli er partanna millum. Seinasta reglubrotið í skrivinum til Kringvarpið ljóðar tí soleiðis:

- Vit skulu hervið boða tykkum frá, at tit, grundað á at samráðingarnar ikki føra til nakað úrslit og mugu metast sum slitnaðar, og tað tí heldur eingin sáttmáli er partanna millum, ikki hava rætt at senda frá føroyskum ítrótti, frá 15. desember 2007 at rokna.