Síðani Russland og Georgia samdust um at góðtaka eitt semingsuppskot um vápnahvíld, er Russland fleiri ferðir skuldsett fyri at hava brotið avtaluna. Bæði George W. Bush, forseti, og Condoleezza Rice, uttanríkisráðharri, hava greitt sagt, at Russland hevur ikki hildið avtaluna.
Tann seinasta skuldsetingin kom í gjárkvøldið, beint eftir at Bush hevði verið á skrivstovuni hjá CIA.
-Eg heiti á russar um at viðurkenna tað georgiska sjálvræðið og at halda vápnahvíldaravtaluna, segði Bush, eftir at CIA hevði greitt honum frá gongdini í Georgia. Tað er ikki alment, hvat forsetin fekk at vita frá fregnartænastuni, sambært forsetanum sjálvum kann ymiskt henda í Georgia, verður vápnahvíldaravtalan ikki hildin.
Georgiski forsetin, Mikhail Saakashvili, segði í gjárkvøldið, at russiskir stríðsvognar hava tikið seg longri inn í Georgia, og aðrar keldur vildu vera við, at einir 100 russiskir stríðsvognar stóðu nærhendis býnum Senaki.
-Vit vita ikki, hvat teir gera, ella hvønn veg teir ætla sær, søgdu keldurnar.










