Kina táttar takið um Tibet undan summarleikunum

Kina hevur sett fleiri løgreglufólk og hermenn at tryggja frið í Tibet, nú teir olympisku summarleikirnir nærkast

Tað almenna dagblaðið í Tibet skrivar, at endamálið við at lata fleiri løgreglufólk og hermenn hava eftirlit við viðurskiftunum í Tibet, er at tryggja tað, sum blaðið kallar "fullkomna trygd".

Kinesisku myndugleikunum er greitt, at altjóða samfelagið fer serliga at varpa ljós á mannarættindini í Kina, nú teir olympisku summarleikirnir verða í Beijing. Í mars bardu myndugleikarnir fleiri mótmælisgongur í Tibet niður við harðari hond, og síðani hava løgreglan og herurin hildið Tibet í einum jarnneva.

Tað ætla teir kinesisku myndugleikarnir framvegis at gera, og undir sjálvum leikunum fara teir uttan iva at tátta takið um Tibet. Mannarættindafelagsskapir siga, at stjórnin í Beijing ber ótta fyri ófriði í Tibet, og at sjálvt tann minsti ófriðurin kann vera sera óheppin fyri kinesisku stjórnina.

Í einum innanhýsis arbeiðsskjali, sum Reuters hevur fingið hendur á, stendur milluum annað, at kinesisku myndugleikarnir skulu í hernað ímóti "øllum harðskapi og tí, ið minnir um yvirgang".