Ein amerikanari royndi at selja sína atkvøðu á forsetavalinum í heyst. Nú kann hann vænta sær revsing Tann 19 ára gamli amerikanarin Max P. Sanders ætlaði sær ivaleyst at fáa væl burturúr, tá hann nú um dagarnar boðaði frá, at hansara atkvøða á forsetavalinum í heyst er til sølu. Fyri 50 krónur lýsti hann atkvøðuna til sølu á internetsíðuni eBay, men tað vísti seg, at hann fekk ikki eitt einasta boð.
Sjálvandi var alt skemt, men tann almenni ákærin dugdi eftir øllum at døma ikki at síggja nakað skemtiligt í tiltakinum hjá Max P. Sanders. Tí er tann 19 ára gamli nú skuldsettur fyri at hava brotið eina lóg frá 1893, sum bannar amerikanarum at selja sína atkvøðu, skrivar AP-tíðindastovan.
Upprunin til lógina er kanska, at í mong ár var tað rættiliga vanligt í USA, at fólk seldu sína atkvøðu í býti við brennivín, skrivar AP.










