Smyril Line broytir ferðaætlanina næsta ár fyri at fáa betri rakstur. Nú skal skipið bara sigla millum Danmark, Føroyar og Ísland Í sambandi við at P/F Smyril Line hevur biðið tað almenna um nýggjan kapital, hevur leiðslan í felagnum boðað frá, at ætlanin er at broyta ferðaætlanina hjá Norrønu.
Broytingin ber í sær, at Norrøna gevst at sigla upp á Bergen, og Bretland er heldur ikki við í siglingini longur.
Avgerðin hjá leiðsluni í Smyril Line sigur, at næsta summar skal Norrøna sigla Hanstholm-Tórshavn-Hanstholm-Tórshavn-Seydisfjørður-Tórshavn-Hanstholm eina ferð um vikuna.
Um várið og heystið verður siglingin Esbjerg-Tórshavn-Seydisfjørður-Tórshavn-Esbjerg.
Í vetrarsiglingini verður bara siglt Esbjerg-Tórshavn-Esbjerg eina ferð um vikuna.
Leiðslan í Smyril Line sigur, at broytingarnar fara at betra raksturin við 62 milliónum krónum næsta ár, soleiðis at úrslitið í 2009 verður 23 milliónir krónur.










