móttøka í skúlanum í Hvalba í sambandi við, at tveir av lærarunum í skúlanum hava gjørt av at leggja frá sær. Talan er um hjúnini bæði, Esmar Berg og Elsa Birgittu P. Petersen. Tey bæði eru væl kend í lærarahøpi [...] verið formenn í Føroya Lærarafelag. Esmar hevur verið lærari í Hvalba alla tíðina, síðani hann tók læraraprógv í 1971, uttan eitt stutt skifti frá 2001 til 2003, tá ið hann var lærari í Runavík, har Elsa [...] nevndarlimur í lærarafelagnum frá 1988 til 1992 og síðani formaður til 1997. Elsa Birgitta hevur verið skúlastjóri í Hvalba seinastu 11 árini. Hon tók læraraprógv á Th. Langs Seminarium í Danmark í 1971 og
Nýstovnaða orkufelagið í Hvalbiar Kommunu fekk eina rættiliga vitamininnspræning á bygdaráðsfundinum í Hvalba hóskvøldið. Einstaklingar í Hvalba og í Sandvík hava stovnað eitt orkufelagið, sum hevur til [...] aðrastaðni, tá ið kommunan er við í ætlanini. Mátingar í vár Poul Laust Christiansen, nevndarformaðurin í Hvalbiar Sóknar orkufelag, sigur, at tey fara nú at seta seg í sambandi við serfrøðingar á økinum [...] bygdunum í kommununi, Hvalba og Sandvík, grøna og burðardygga orku til at hita húsini við. Tað ætla tey at gera við at seta eina vindmyllu upp á fjallinum millum báðar bygdirnar og so at leggja kaðal í hvørt
Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalba. Í ódnarveðrinum um mánaðarskiftið februar og mars, fekk brimgarðurin á havnarlagnum í Hvalba, stóran skaða. Í roynd og veru fór hann í knús, tí tað er minsti parturin [...] flakavirkið er í bygdini, so skipini mugu hava eina tryggja havn at liggja í, tá ið tey avreiða, ella tá ið tey liggja við kei annars. Brimgarðurin í Hvalba hevur áður fingið stóran skaða í ódnarveðrið, [...] og seinast var so seint sum í kyndilsmessuódnini í 2008, tá ið tað kostaði tað einar milliónir at gera skaðan aftur. Men skaði hesa ferð er nógvar ferðir størri enn tann skaðin var. Tí hevur bygdaráðið
liðugur í 2022, men at tey fara at tosa við Articon um at bera skjórari at. Tað liggur annars í kortunum at fara undir sjálvt arbeiðið at gera tunnilin í mai mánað, men tað skal eisini passa inn í virks [...] varð tikin í nýtslu í 1963, og er sostatt elsti tunnil í Føroyum. Nakrar ábøtur eru gjørdar, men tunnilin er lágur og einbreytaður. Bæði tunnil og vegur liggja høgt, eins og vegurin eru smalur og í brattara [...] nær tað verður, dugir hann ikki at siga enn. Nýggi tunnilin verður frá Gjánhamri í Trongisvági til Niðastabotn í Hvalba. Tunnilin verður 2,5 kilometrar, trongisvágsmegin verður vegurin 1,4 kilometrar,
hana her. Tað segði Trúgvi Gudmundarson, borgarstjóri í Hvalba. Nú seinnapartin var var ein lítil andakt fyri búfólkinum á sambýlinum í Hvalba og í tað høvið brúkti borgmeistarin til at heiðra Jonhild [...] gomlu skipanini. Jonhild byrjaði sum heimahjálp í 1974, stutt eftir at skipanin við heimahjálp varð sett í verk og hon hevur arbeitt síðani sum heimahjálp út í eitt. Hesi seinnu árini hevur hon verið á sambýlinum [...] nú kommunurnar yvirtaka eldraøkið. Jonhild Eyturberg var eisini ein av eldsálunum í sambandi við at fáa sambýli í Hvalba á føtur. Trúgvi Gudmundarson sigur, at nú kommunan skal yvirtaka eldraøkið, væntar
spurningurjn var nógv frammi eftir kyndilsmessuódnina í 2008, tá ið havnarlagið í Hvalba eisini fekk stóran skaða, og stórur skaði eisini hendi í Skálavík. Men tað fjarðaði so líðandi burtur, sum tíðin [...] Vit mugu fáa ein vanlukkugrunn í Føroyum, sum rindar fyri skaðar, sum teir, í hendi í ódnarveðrinum um vikuskiftið. Tað heldur Brandur Sandoy, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, og fyrrverandi borgarstjóri [...] stovna ein grunn, sum tær rinda í eftir fólkatalinum, og sum kann rinda fyri skaðar, sum náttúrukreftirnar elva til. Hendan sama tankan hevði Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalba, har grótkastið, sum verjir
javnaldurin, Allon Næs úr Nesi í Hvalba, nú seinnapartin í dag, tóku fyrsta flagið oman av í sambandi við at nýggjur Hvalbiartunnil skal gerast. Í dag varð fyrsti spakin settur í til arbeiðsvegin, sum skal [...] skal leggjast inn ígjøgnum dalin í Hvalba, inn til sjálvan tunnilsmunnan, har eisini arbeiðsplássið skal riggast til. Tað arbeiðið skal vera liðigt í ár, so at tað verður klárt at fara undir at bora sjálvan [...] nú á døgum undrast folk helst á, at hetta var Káragjógv var høvuðs samferðsluæðrin ímilllum Hvalba og Tvøroyri í fleiri ættarlið undan okkum. Teir báðir, sum fingu heiðurin at loysa fyrsta flagið, vóru ikki
uppboðssølu, og fer hesin peningurin til ymiskt í samband við arbeiðið í Lítla Dímun, sigur Torleif Johannsen. Hann endar hesa lýsingina av bygdarlívi í Hvalba við hesum orðum: - Mín uppliving var, at fólkið [...] Hvalba: - Hetta var ein stemningsfull løta, sigur Torleif, ið er ættaður av Nesi í Eysturoynni. Hvalbingar høvdu til hetta høvið leigað sær sluppina Jóhannu úr Vági til at fara út í Dímun við. Raksturin [...] mánadagin 27. september gekk væl, hóast tað leið nakað út á kvøldið, áðrenn teir vóru aftur í Hvalba. - Eg vitjaði í oynni, og fór oman á bryggjuna um 10-tíðina hetta kvøldið. Og eg má siga, at tað var tað
Hvalba Otto West, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu, sigur, at nú arbeiðið at umvæla og bøta um grótkastið í Hvalba er liðugt, er havnalagið aftur vorðið tryggari hjá skipum og bátum. Tað er felagið J&K [...] undrar borgarstjóran í Hvalbiar kommunu, at Skálavíkar kommuna kundi fáa stuðul frá landinum, tá teirra havnalag fór so illa í sama uppgangi, meðan eingin stuðul kundi veitast kommununi í Suðuroy. - Nei, hetta [...] hægri og steinarnir, sum skulu halda styrkini, eru laðaðir betri enn áður. Otto West sigur, at í uppganginum í fjør vetur kom eitt stórt hol á grótkastið, og tí varð neyðugt beinanvegin at gera nakað við
løta í bygninginum hjá Klaksvíkar HF-skeið í dag, tá síðsti næmingurin fór til próvtøku í gamla bygninginum. Eftir ætlan skal skúlin, sum í fjør gjørdist ein partur av Miðnám í Kambsdali, flyta inn í nýggj [...] so fitt saman við Meinhardi og Jan, skrivar skúlin á sín Facebook-vanga. Tað var Rúna Nón Bjartalíð, ið gjørdist síðsti næmingurin, ið fór upp til próvtøku í gamla HF-bygninginum. [...] nýggj hølir eftir summarferiuna. - Hendan myndin er søga. Seinasti næmingurin var til próvtøku í dag. Næsta ár flyta vit bústað niðan á Borðoyavík. Og tað er av sonnum við sorgblídni‚ at vit siga góða‚ gamla