Rúna síðsti næmingurin í gamla HF-bygninginum

Tað var ein søguliga løta í bygninginum hjá Klaksvíkar HF-skeið í dag, tá síðsti næmingurin fór til próvtøku í gamla bygninginum.


Eftir ætlan skal skúlin, sum í fjør gjørdist ein partur av Miðnám í Kambsdali, flyta inn í nýggj hølir eftir summarferiuna.


- Hendan myndin er søga. Seinasti næmingurin var til próvtøku í dag. Næsta ár flyta vit bústað niðan á Borðoyavík. Og tað er av sonnum við sorgblídni‚ at vit siga góða‚ gamla HF bygninginum farvæl. Her situr Rúna so fitt saman við Meinhardi og Jan, skrivar skúlin á sín Facebook-vanga.


Tað var Rúna Nón Bjartalíð, ið gjørdist síðsti næmingurin, ið fór upp til próvtøku í gamla HF-bygninginum.