Vit mugu fáa ein vanlukkugrunn í Føroyum, sum rindar fyri skaðar, sum teir, í hendi í ódnarveðrinum um vikuskiftið.
Tað heldur Brandur Sandoy, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, og fyrrverandi borgarstjóri á Sandi,
Tað, hann sipar til, er, at kommunurnar stovna ein grunn, sum tær rinda í eftir fólkatalinum, og sum kann rinda fyri skaðar, sum náttúrukreftirnar elva til.
Hendan sama tankan hevði Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalba, har grótkastið, sum verjir havnarlagið, fekk stóran skaða.
Les meiri um tað her: Tað hevði verið eitt gott hugskot
Brandur Sandoy vísir, at hesa ferð vóru tað serliga Hvalba, Porkeri og Skopun, sum vórðu hart rakt, tí har hendi stórskaðar hendi, sum eftir hansara meting, fara at kosta einar 30-40 milliónir atgera aftur.
– Hetta eru tríggjar smáar kommunur, við lítlum inntøkum av kommunuskatti. Skulu tær sjálvar gera allar skaðarnar aftur, skræðir hetta beinini undan øllum øðrum tænastum hesar kommunurnar skulu veita borgarum sínum, sigur løgtingsmaðurin.
Tí heldur hann, at tað er sjálvsagt, at landskassin rættir hesum kommunum bróðurhond, og hjálpir til at gera skaðarnar aftur.
– Tá ið vit, við einum pennastroki kundu hjálpa íslendingum í teirra neyð við 300 milliónum, kunnu vit eisini hjálpa okkara egnu burtur úr hesi støðuni, sigur Brandur Sandoy.
Hann sigur, at kommunurnar hava fyrr víst vegin við at stovna SEV og IRF, sum eru samhaldsfastar skipanir sum hava verið til stórt gagn fyri landið sum eina heild.
– Stórskaði av veðri kunnu raka øll, uttan mun til hvar í landinum vit eru, tí haldi eg at landið eisini kundi gingið undan og sett eina trivaliga upphædd í ein grunn sum, soleiðis at hann kann stovnast fyri at fáa gongd á hann beinanvegin.
Hesin sami spurningurjn var nógv frammi eftir kyndilsmessuódnina í 2008, tá ið havnarlagið í Hvalba eisini fekk stóran skaða, og stórur skaði eisini hendi í Skálavík. Men tað fjarðaði so líðandi burtur, sum tíðin gekk.