Vælkendir lærarar leggja frá sær

Lærarahjúnini Hvalba fara nú frá við eftirløn

 

Hóskvøldið var móttøka í skúlanum í Hvalba í sambandi við, at tveir av lærarunum í skúlanum hava gjørt av at leggja frá sær.

Talan er um hjúnini bæði, Esmar Berg og Elsa Birgittu P. Petersen.

Tey bæði eru væl kend í lærarahøpi, ikki minst av tí, at tey hava bæði verið formenn í Føroya Lærarafelag.

 

Esmar hevur verið lærari í Hvalba alla tíðina, síðani hann tók læraraprógv í 1971, uttan eitt stutt skifti frá 2001 til 2003, tá ið hann var lærari  í Runavík, har Elsa Birgitta eisini var lærari.

Esmar er eisini kendur sum vinstribakkur í Royn frá 1970-75.

 

Men sum nógvir aðrir ungir dreingir, royndi Esmar eisini sjólívið og var bæði við Norðlýsinum, Stella Karinu og Glyvraberg, umframt við norskum trolara.

Hann hevði ætlað sær ein lívsleið á sjónum, men eyguni biltu, so hann slapp ikki á skiparaskúla, men fór so á Læraraskúla ístaðin.

 

Esmar var nevndarlimur í lærarafelagnum frá 1988 til 1992 og síðani formaður til 1997.

 

Elsa Birgitta hevur verið skúlastjóri í Hvalba seinastu 11 árini.

Hon tók læraraprógv á Th. Langs Seminarium í Danmark í 1971 og var fyrst lærari á

Kragelundsskolen, Højbjerg, Århus til 1975, tá ið hon flutti heimaftur.

Her var hon lærari í Runavík og settur deildarleiðari til 1999.

 

Elsa Birgitta var forkvinna í Lærarafelagnum frá 1999 til 2003, tá ið hon kom til Hvalbiar at vera skúlastjóri seinastu 11 árini av yrkisleiðini.

 

Á móttøkuni var heilt nógv fólk komið saman at biðja teimum farvæl, har tónleikur, sangur, røður og gávur myndaðu løtuna.

 

Tey bæði leggja frá sær í dag, og dagurin í gjár var sostatt teirra seinasti skúladagur.

Eydna Danielsen, sum var varaskúlastjóri, er nú settur stjóri fram til summarfrítíðina, og Sigrun Toftheyggj verður varaskúlastjóri fyribils.