Nógvar góðar løtur og nógvar tungar løtur

Tann næstsíðsta av teimum gomlu leggur nú skjótt frá sær

- Hon hevur verið ein eldsál, og tað er gott hjá okkum at hava hana her.

Tað segði Trúgvi Gudmundarson, borgarstjóri í Hvalba.

Nú seinnapartin var var ein lítil andakt fyri búfólkinum á sambýlinum í Hvalba og í tað høvið brúkti borgmeistarin til at heiðra Jonhild Eysturberg.

Jonhild Eysturberg, sum eisini er vermamma borgarstjóran, hevur verið heimahjálp í samfull 40 ár.

 

Eftir tí, vit hava fingið uppspurt, er hon tann elsta, og tann næstseinasta heimahjálpin í øllum landinum eftir av teimum, sum arbeiddu undir teirri gomlu skipanini.

Jonhild byrjaði sum heimahjálp í 1974, stutt eftir at skipanin við heimahjálp varð sett í verk og hon hevur arbeitt síðani sum heimahjálp út í eitt. Hesi seinnu árini hevur hon verið á sambýlinum burtur av.

 

Stutt eftir at hon varð byrjað, varð ein skipan við heilsuskúl sett í verk og tær, sum høvdu verið heimahjálpir, fóru allar á skeið í sjey vikur, og tað var Jonhild eisini stutt efrir at hon var byrjað.

Hon er samstundis  tann einasta av teimum gomlu, sum fylgir við, nú kommunurnar yvirtaka eldraøkið.

 

Jonhild Eyturberg var eisini ein av eldsálunum í sambandi við at fáa sambýli í Hvalba á føtur.

 

Trúgvi Gudmundarson sigur, at nú kommunan skal yvirtaka eldraøkið, væntar hann ikki, at tænastan fer at versna, tí kommunurnar hava altíð megnað at røkt tær uppgávur, tær eru settar at røkja.

 

Jonhild sjálv var tikin á bóli, men hon segði at Sambýlið hevur verið eitt gott heim og eitt gott arbeiðspláss.

- Her hava verið nógvar góður løtur og nógvar tungar løtur, sigur hon.

Hon takkaði eisini leiðsluni fyri heimarøktini og vónaði at nýggja leiðslan eisini fær eina hepna hond, nú kommunan skal yvirtaka økið.

Jonhild Eystuberg er stutt síðani fylt 70 og 1. februar fer hon frá við eftirløn, sigur hon.