Hvalba: - Hetta var ein stemningsfull løta, sigur Torleif, ið er ættaður av Nesi í Eysturoynni.
Hvalbingar høvdu til hetta høvið leigað sær sluppina Jóhannu úr Vági til at fara út í Dímun við.
Raksturin henda mánadagin 27. september gekk væl, hóast tað leið nakað út á kvøldið, áðrenn teir vóru aftur í Hvalba.
- Eg vitjaði í oynni, og fór oman á bryggjuna um 10-tíðina hetta kvøldið. Og eg má siga, at tað var tað bæði hugnaligt og hugaligt at síggja lívið.
- Har stríddust menn við at viga seyð, meðan aðrir sleptu teimum inn í búrini, teir høvdu sett upp á bryggjuni. Og onnur fólk, ið ikki beinleiðis høvdu uppgávur stóðu og eygleiddu, prátaðu saman og hugnaðu sær, greiðir Torleif frá.
Siðvenja
Við Suðuroyarportalin vísir hann á, at tað var hugaligt at síggja, at børnini eisini sluppu upp í part.
Tey tóku ímóti seyðinum tá hann var lyftur upp av dekkinum á Jóhannu og upp á bryggjuna. Síðani stóðu tey í bíðirøðum, við seyðinum í hondunum, og bíðaðu eftir, til teirra túrur var at viga seyðin.
- Eg fekk at vita, at meginparturin av seyðinum varð býttur út til eigararnar. Nakað verður selt á uppboðssølu, og fer hesin peningurin til ymiskt í samband við arbeiðið í Lítla Dímun, sigur Torleif Johannsen.
Hann endar hesa lýsingina av bygdarlívi í Hvalba við hesum orðum:
- Mín uppliving var, at fólkið stóð saman um hesa uppgávu, sum meiri hevur við siðvenju og áhuga at gera, enn fíggjarligar spekulatiónir.
6 seyðir
Á heimasíðuni hjá Lítlu Dímun - www.ldimun.com - verður upplýst, at alt gekk gott, hóast tað var nógv ungt og ókent fólk við.
Eftir at seyðurin var komin til lands, var hann býttur, og vóru tað 6 seyðir uppá gyllin.