samfelagnum enn nú, og vit hava sett okkara mentanarligu, sosialu virðir og búskaparligu virðir í vanda. Vit eru eitt so ríkt samfelag og hava so ómetaligar møguleikar, um vit vita, hvønn veg vit vilja fara [...] kanst tú gera av, um Føroyar skulu hava eina nýggja politiska kós, ella um ruðuleikin í politisku skipanini skal halda fram. Tíðin er komin til at vit reisa okkum og standa saman um at skapa einar sjá [...] Føroyar fyri allar føroyingar. Vit skulu leggja eina nýggja kós, har Føroya fólk staðfestir valdið, virðini og vælferðina. Vit kunnu nú øll velja, at vit vilja savnast um at byggja upp eitt trygt samfelagsligt
bústovnum og øðrum stovnum og feløgum. Nú Føroyar hava fingið nýggja lóg um viðgerðarstovnarog nevnt verður, at starvsfólk eiga at hava fakliga útbúgving, halda vit, at stundin er komin til at fara undir [...] skal lagast til føroysk viðurskifti og mentanina her, og ætlanin er, at vit so líðandi seta egnar føroyskar undirvísarar við. Vit halda eisini, at DAC-útbúgvingin fer at lyfta fakliga grundvøllin og er [...] ECTS-stig og er eisini SU-góðkend. DAC-útbúgvingin hoyrir ikki til nakra ávísa “stevnu”, tá tað ræður um viðgerð, men tekur útgangsstøði í heildarumstøðunum hjá einstaklinginum við misbrúki/bundinskapi.
skattingin fór at vera frá fyrsta degi. Vit hava so í eitt heilt ár roynt at sannføra Fíggjarmálaráðið um, at hetta kann ikki vera røtt mannagongd og hava vit biðið um at fáa sett í gildi ein sokallaðan ? [...] oljuráðstevnum av hesum slag. Ben Arabo vísti á, at vit hava eitt oljumálaráð, sum vil hava fólk at koma til Føroya í sambandi við loyvisumfarið, men vit hava eitt fíggjarmálaráð, sum sigur, at hesi fólk eru [...] seg at vera sera torført at koma á tal við Fíggjarmálaráðið um hetta málið. -Vit hildu okkum hava eina 30 dagar regul í 2001, men í fjør fingu vit bræv frá kolvetnisskattadeildini, at hetta var nakað, sum
kundi henda aftur. Tosað hevur verið um eina greiðari mannagongd fyri slíkum verkføllum og um, hvussu undantøk skulu latast. Hetta fata tey í Fakfelagssamstarvinum sum um at ætlanin er at skerja verkfalsrættin [...] – Vit fara ongantíð at góðtaka, at verkfalsrætturin verður skerdur. Tað siga seks fakfeløg í eini almennari fráboðan nú á miðdegi. Tey seks fakfeløgini eru Akademikarafelagið, Felagið Føroyskir Sjúkra [...] Pedagogfelagið var í verkfalli um ársskiftið. Tá varð boðað frá, at lív og heilsa hjá búfólkum hjá almannaverkinum var í vanda, tí stuðlarnir vóru í verkfalli. Síðani hava politikarar sagt, at ein skipan
heldur enn niðurlaga tær. Næsta stigið hjá flokkinum er lyftið um, at føroyingar skjótast gjørligt skulu sleppa at atkvøða um eina nýggja føroyska grundlóg. Flokkurin lovar samstundis, at grundlógin skal [...] og ein vallista til løgtingsvalið 01. september. Hóast flokkar mangan hava lyndi til at yvirbjóða hvørjum øðrum tá atkvøðurnar skulu vinnast, so var ikki nógv nýtt at hóma í politikkinum hjá Tjóðveldinum [...] løgtingsvalið fyri flokkin. Undir yvirskriftini ”Hetta loysa vit saman”, legði flokkurin fram fýra stig og fimm mál, ið skal seta eina nýggja kós fyri Føroyar. Tað var formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal
Tvinga útlendsk ferðafólk í Føroyum í grind Jógvan Páll Lassen heldur, at tað er gott, at vit hava eina ítøkiliga lóg sum sigur púra greitt, hvussu grindadráp skuldi fara fram. - Men ein bót upp á í minsta [...] hvussu stórar bøtur skulu vera. - At politikarar nú koma í ljósmála, sum ikki kenna til rættarskipanina, og fara at áseta revsingar, sum hesar, er rættiliga ræðandi. - Hetta er eitt tekin um murubrek, og væntandi [...] til, hvussu rættarskipanin virkar. At politikarar nú føra seg fram sum um at teir vita betri, dámar mær ógvuliga illa, sigur sakførarin. - Hetta minnir um politiska øsing, har politikarar leggja í vaðið
kæra um diskriminatión á arbeiðsmarknaðinum vegna t. d. aldur, brek ella seksuella orientering. Tað merkir, at nú fer ein borgari at kunna kæra, um viðkomandi metir seg hava fingið noktandi svar um arbeiði [...] íblástur og vitan um, hvussu eitt rættarsamfelag er skipað, er tað undrunarsamt, at tá tað kemur til evnið um samkynd, skulu vit samanberast við muslimsk og tilafturskomin lond, ella eitt nú Korea. Keldur: [...] Føroyum, verður mangan samanborið við, hvussu okkara næstu grannar hava lóggivið um líknandi mál og nú Føroya Løgting skal taka støðu til, um § 266 b í Revsilógini skal broytast, fer henda grein at varpa ljós
er helst tí, at vit í nógvum førum hava fingið grátandi politikarar, sum hava ilt við at skilja framferðina móti teimum, og aðrar, sum í veikleikans treiskni tvíhalda um, at teir hava einki skeivt gjørt [...] hevði okkara lítla »samfelag« tikið sína støðu. »Nú er tað rætt, tí vit hava avgjørt tað,« segði Eyðun tá og sipaði harvið til kjakið hjá okkum stutt áðrenn um at velja og vraka í stjórnarskipanini. Tað kundi [...] í september 2001. Høvdu vit longu tá stevnt móti eini meira fleirnýttari grundlóg, høvdu vit óivað komið á mál. Ein spurningur, sum ofta stakk seg upp, var um tað bar til at hava eina grundlóg í einum landi
sparingum á almannaøkinum. Eldrapolitikk síggja vit lítið og einki til. Men hví rópa varðskó, áðrenn vit kenna úrslitið? Vónbrotið í Vági Suðuri í Vági síggja vit øvugta Robin Hood-politikkin í verki. Við einum [...] uppgávu í álvara. Í Tórshavnar kommunu fara vit tí ein av næstu døgunum at seta spakan í og grava út fyri nýggja Boðanesheiminum yviri við Strond. Talan er um eitt røktarheim við 64 búplássum til okkara [...] ein triðing í íløgustuðuli, hóast lógin í veruleikanum leggur upp til, at kommunur skulu hava helvtina í stuðli. Taka vit støðuna í Vági sum dømi og yvirføra hana á Tórshavnar kommunu, ja, so er fryktandi
Alt meira talar fyri, at vit føroyingar skulu hava okkara lóggávu á øllum økjum. Vit upplivdu nú um dagarnar, at friðaligir føroyskir vælgerðarfelagsskapir fingu stemplið yvirgangsfólk sett á seg av limum [...] verður samanborðin við eitt nú sjálvmorðsbumbufólk. Um vítgangandi bólkar í USA, sambært fjølmiðlunum, fara so langt, at teir gera seg inn á læknar og onnur, sum fremja fosturtøku, so er neyvan nakar limur [...] Danir skulu halda fingrarnar langt burtur frá okkara lógum og siðum. Tað má og skal vera eitt krav frá okkum, at danir skulu halda fingrarnar langt burtur frá okkara lógum og siðum. Teir hava nóg mikið