Hertil og ikki longur!

Tórshavnar kommuna fer ikki at góðtaka, at landið fer at niðurlaga eldraøkið í Suðurstreymoy við at spara burtur búpláss og røktarstarvsfólk, samstundis sum kommunan og borgarar í høvuðsstaðnum leggja rygg til stórar íløgur á eldraøkinum – ið enn er ein landsuppgáva!

Øvugtur Robin Hood-politikkur.

Hetta er tað, vit í seinastuni hava upplivað frá landsmyndugleikanum á eldraøkinum.

Tað, sum kommunur royna at byggja upp við at skapa fleiri røktarheimspláss, brýtur landið niður við tilvildarligum sparingum á almannaøkinum.

Eldrapolitikk síggja vit lítið og einki til.

Men hví rópa varðskó, áðrenn vit kenna úrslitið?

Vónbrotið í Vági
Suðuri í Vági síggja vit øvugta Robin Hood-politikkin í verki.

Við einum lyfti frá landsstýrinum í rygginum hava fýra kommunur í Suðuroyar sunnaru helvt tikið lán og gjørt eina stóra íløgu í eitt nýtt ellis- og røktarheim.

Lyftið gekk út uppá, at 24 eldri borgarar skuldu fáa pláss á heiminum, og at tilsvarandi tal av røktarstarvsfólkum skuldu koma í starv.

Men hvat hendir?

Jú, landsstýrið rennur undan sínum lyfti. Robin Hood tekur aftur tað, sum hann upprunaliga gav sum lyfti.

Almannaverkið gevur boð um at spara burtur búplássini hjá átta eldri borgarum. Harnæst fáa eisini eini 15 røktarstarvsfólk boð um, at brúk er ikki fyri teimum longur.

Landsstýrið gevur við aðrari hondini og tekur við hinari. Eftir sita kommmunnurnar, sum hava skuldarbundið seg fyri at loysa eina landsuppgávu, men fáa tó ikki tað, sum landsstýrið lovaði.

Royndirnar úr Vági
Hóast eldrarøkt er ein uppgáva, ið landsstýrið sambært lóg eigur at taka sær av, so forsømir landsstýrið at hjálpa teimum eldru, ið hava røkt fyri neyðini.

Tørvurin á røktarplássum eins og á heimarøkt í Tórshavnar kommunu er stórur, og hvørki tey eldru, familjur teirra ella vit sum kommuna kunnu bíða eftir einum landsstýri, ið ikki tekur sína uppgávu í álvara.

Í Tórshavnar kommunu fara vit tí ein av næstu døgunum at seta spakan í og grava út fyri nýggja Boðanesheiminum yviri við Strond.

Talan er um eitt røktarheim við 64 búplássum til okkara eldru borgarar, og ætlanin er, at heimið skal takast í nýtslu í 2012. Tilsamans kostar heimið uml. 120 milliónir krónur. Landið rindar umleið ein triðing í íløgustuðuli, hóast lógin í veruleikanum leggur upp til, at kommunur skulu hava helvtina í stuðli.

Taka vit støðuna í Vági sum dømi og yvirføra hana á Tórshavnar kommunu, ja, so er fryktandi fyri, at landsstýrið eisini her fer at spara burtur verandi búpláss eitt nú á Ellisheiminum og ymsu sambýlunum og fremja hópin av uppsagnum millum røktarstarvsfólk.

Vit skulu jú minnast til, at landsstýrið hevur longu boðað frá, at landskassin skal spara munandi komandi árini, og veruleikin er, at hvørt búpláss á røktarheimi kostar landskassanum umleið hálva millión í rakstri.

Tann hóttandi myndin sær tí soleiðis út, at meðan vit í kommununi sjálvboðið gera alt, sum vit eru ment, fyri at bøta um støðuna hjá okkara eldru, ja so niðurlagar landsstýrið almannatænasturnar í kommununi og tekur frá teimum eldru. Hetta fevnir ikki bert um røktarheimini, men eisini heimarøktina, sum longu er pínd niður í nærum einki.

Hetta skundar so upp aftur meira undir tørvin á fleiri røktarheimsplássum, ið er so nógv tann dýrasti rakstrarformurin innan alla eldrarøkt, og tað sum allar kanningar vísa, at tey fægstu eldru ynskja sær. Men kortini er hetta einasti formurin, ið landið veitir stuðul til.

Í roynd og veru tekur landsstýrið tann virðiliga aldurdómin frá okkara eldru medborgarum og sendir rokningina og ábyrgdina til kommunurnar.

Ongin Vágs-loysn í Tórshavn
Nú, áðrenn spakin verður settur í til Boðanesheimið, vil eg sum borgarstjóri í høvuðsstaðarkommununi sláa rimmar fast, at vit fara ikki at góðtaka, at landsstýrið niðurlagar eldraøkið í kommununi.

Landsstýrið sleppur ikki at gera eina Vágs-loysn í Havn. Tórshavnar kommuna fer ikki at góðtaka, at landið forsømir okkara eldru, at landið steingir okkara ellisheim, ella at landið lagar niður umlætting og røkt í Tórshavnar kommunu.

Landið sleppur ikki at sløkkja ljósið hjá okkara eldru borgarum.