Andstøðuretorikkur skal vinna valið

Hóast valstríð, so var ongin nýggjur tóni at hóma í politikkinum hjá Tjóðveldi.

Tjóðveldi bjóðaði í morgun til almennan fund í Miðlahúsinum, har flokkurin legði fram valskránna og ein vallista til løgtingsvalið 01. september.


Hóast flokkar mangan hava lyndi til at yvirbjóða hvørjum øðrum tá atkvøðurnar skulu vinnast, so var ikki nógv nýtt at hóma í politikkinum hjá Tjóðveldinum.


Heldur hevur flokkurin langt dent á, at tað er tann politikkurin, ið flokkurin hevur ført seinastu fýra árini, ið skal vinna løgtingsvalið fyri flokkin.


Undir yvirskriftini ”Hetta loysa vit saman”, legði flokkurin fram fýra stig og fimm mál, ið skal seta eina nýggja kós fyri Føroyar.


Tað var formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, ið hóast fullum høli av valevnum, einsamallur hevði orðið á fundinum. Formaðurin gjørdi greitt, at eftir hansara meting, so verður løgtingsvalið eitt lagnuval fyri Føroyar, har veljarin skal taka støðu til hvussu framtíðar Føroyar fer at síggja út. 


Boðskapurin var greiður. Tjóðveldi er alternativið til verandi samgongu, ið hevur ført ein politikk, ið hevur elvt til politiskan ruðuleika og vaksandi ójavna. 


Í staðin ynskir Tjóðveldi at seta út eina kós, ið skal leiða til eitt frælst Føroyar, har virðini, vælferðin og valdið liggur hjá fólkinum. 


Tað eru fýra stig, ið skulu leiða fólkið fram móti einum sjálvstøðugum Føroyum. 


Fyrsta stigið hevur fingið navnið ”Tjóðveldi vil endurreisa álitið”. Við hesum leggur flokkurin upp til, at øll skulu fáa somu rættindi í politisku skipanini og samfelagnum, flatskatturin skal broytast, fiskivinnunýskipan skal fremjast og politiskan skipanin aftur skal verja grundleggjandi súlur í samfelagnum, heldur enn niðurlaga tær. 


Næsta stigið hjá flokkinum er lyftið um, at føroyingar skjótast gjørligt skulu sleppa at atkvøða um eina nýggja føroyska grundlóg. Flokkurin lovar samstundis, at grundlógin skal til fólkaatkvøðu á heysti 2016. 


Triðja stigið er at seta á stovn ein Búskapargrunn, ið skal tryggja ein sjálvberandi búskap. Langtíðar endamálið við grunninum er at gera Føroyar leysar av donskum veitingum, umframt at seta pening til viks í góðum tíðum, so landið er fíggjarliga trygt og støðugt. 


Fjórða stigið er eyðkennismálið hjá flokkinum, fullveldiskósin. Flokkurin lovar beinanvegin at taka ábyrgdina á teimum økjum, ið danir umsita, so ein fólkaatkvøða kann skipast skjótast gjørligt um framtíðar ríkisrættarligu støðu føroyinga.


Fyri at vinna fram í fullveldiskósini, fer flokkurin at virka fyri at styrkja um tær fimm grundsúlurnar undir einum sjálvstøðugum Føroyum. 


Fyrsta súlan hevur fingið heitið ”Føroyska loysnir”. Flokkurin ynskir, at tað í mest møguliga mun skulu verða føroyskar loysnir, ið verða brúktar til føroyska samfelagið. Hetta er eisini fult í tráð við førda politikkin hjá flokkinum seinastu mongu árini, har flokkurin hevur millum annað ført fram, at man skal við lóg tryggja føroyskt KT-virksemi. 


Næsta súlan er at ríkidømi skal út í hvørt heim. Her er høvuðspunktið hjá flokkinum, at tað skal bera til at liva í Føroyum við eini vanligari løn og pensjón. Í samstarv við kommunurnar er ætlanin at veita ein skattalætta til lág- og miðallønt. 


Triðja súlan er eitt sterkt og fjølbroytt vinnulív, har høvuðsdentur verður lagdur á, at flokkurin ynskir eina fiskivinnunýskipan. 


Fjórða súlan kallast ”Einar vónríkar Føroyar fyri øll”. Hendan súlan umfatar í stóran mun mentanar- og skúlapolitikkin hjá flokkinum, og viðgerð hvat samfelagið man ynskir at lata í hendurnar á næsta ættarliði.


Seinasta súlan kann tykjast at vera ein roynd at tekkjast teimum atkvøðunum kring landið, ið Tjóðveldi tykist at hava ringt við at vinna. Fimta súlan hevur nevniliga fingið navnið ”Liviligt kring alt landið”, og lagt verður upp til, at neyðugt er at verja og stimbra øll økir í landinum, um man ynskir at hava eitt nútíðar vælferðarsamfelag.