Alt meira talar fyri, at vit føroyingar skulu hava okkara lóggávu á øllum økjum. Vit upplivdu nú um dagarnar, at friðaligir føroyskir vælgerðarfelagsskapir fingu stemplið yvirgangsfólk sett á seg av limum í danska fólkatinginum, ja, enntá av monnum av muslimskum uppruna, í hvørs londum har menniskju, ið loyva sær at hava aðra meining enn átrúnaðarliga leiðslan, dagliga verða steinað, hongd, hálshøgd og skotin til deyða. Her fingu vit bara lógina í øvuugtari útgávu, at forfylgja vælgerðarfelagsskapir við at koyra teir í bólk við brotsmonnum. Víttgangandi muslimar hava ikki fyrilit við nøkrum, heldur ikki ST-fólki ella hjálparfólkum hjá Reyða Krossi.
Pro vita merkir, at vera Fyri Lívi.
Pro Vita, sum merkir, at vera Fyri Lívi, altso sum er ímóti at sláa menniskju íhel, verður samanborðin við eitt nú sjálvmorðsbumbufólk. Um vítgangandi bólkar í USA, sambært fjølmiðlunum, fara so langt, at teir gera seg inn á læknar og onnur, sum fremja fosturtøku, so er neyvan nakar limur í Føroya Pro Vita, sum tekur undir við teimum, ella hevur nakað samstarv við slíkar - tað forbjóðar seg sjálvt - tí so ganga teir móti sínum egna motto: Fyri Lívi. Hesir amerikonsku bólkar liggja sostatt líka langt frá Føroya Pro Vita, sum viðhaldsfólkið hjá donskum fólkatingslimum liggja, sum í grundini eru ímóti at verja lívið hjá hinum mest hjálparleysa skapninginum.
Tú mást ikki sláa íhel!
Sum vanligur kristin føroyingur, hevur tað verið hildið í hevd, at halda fimta boð: Tú mást ikki sláa íhel! Tað er eitt kærleiksboð, sum er galdandi øll menniskju, frá størsta brotsmanni til lítla barnið í móðurlívi. Vit hava fingið tað inn við móðurmjólkini, ikki at skaða okkara næsta á nakran hátt. Í Føroyum kemur slíkt sera sjáldan fyri, og tað skelkar alt landið, tá ið tað hendir. Men dráp er dagligur kostur í Danmark og í londum kring okkum. Hjá teimum fara slík tíðindi inn gjøgnum annað oyra og útaftur gjøgnum hitt.
Heldur ikki krossin, kristindómsins merkið.
Fara vit at geva eftir og laga okkara lógir eftir donskum mynstri, ja, so kann næsta kravið nattúrliga verða, at geva fríða pornológ í Føroyum, tí tann lógin er galdandi í Danmark og øðrum ES-londum, har tað eitur, at kvinnan skal hava loyvið at selja sín kropp, tað verið seg til litaðu bløðini, pornorásir ella við skøkjulevnaði. Uppaftur næsta kravið vil verða tað, ið varð viðtikið í Fraklandi áðrenn jól, at sýtt verður starvsfólki í handlum at bera hálsketu við krossi í, tí tey mugu ikki á nakran hátt vísa fram tað ið minnir um átrúna, heldur ikki krossin, kristindómsins merkið. Krossurin, sum hevur verið heiðursmerki føroyinga í øldir, Krossin, sum menn skóru inn í vaðbeinið, sum vit høgdu inn í gravsteinin, sum vit hevjaðu á kirkjuspírinum. Skipini og bátarnir vóru signaði við at sigla tríggjar ferðir runt á vánni (tríeindin) tá ið tey vóru sjósett. Børnini hava verið signað frá tí tey lógu í vøgguni. Slíkar ríkar siðir, mugu danir ikki banna føroyingum at halda.
Danir skulu halda fingrarnar langt burtur frá okkara lógum og siðum.
Tað má og skal vera eitt krav frá okkum, at danir skulu halda fingrarnar langt burtur frá okkara lógum og siðum. Teir hava nóg mikið at rudda upp í egnum landi. Í Danmark verða árliga umleið 20.000 børn tikin í móðurlívi. Nú er undirskot í yngra ættarliðinum, tey gomlu hava ongan at ansa sær, tí hitt yngra ættarliðið slapp ikki at verða føtt. Tað sigur seg eisini sjálvt, at tá ið 20.000 menniskju av yngra ættarliðinum árliga resta í, so verður gongdin skeiv. Ikki er neyðugt at hava meistarar í støddfrøði at finna fram til tað. Hvørt smábarn kann seta tey tølini upp á ein pappírlepa, telja tey saman og trekkja frá, so einfalt er tað. Og hvør røktingarmaður finnur útav hesum tá ið hann skipar hagan.
Vit vilja halda fast við tey kristnu lívsvirðini.
Vit eru føroyingar serstøk tjóð. Skal hetta bara vera sangur á munninum? Ella vilja vit halda fast við okkara siðir og okkara mentan, við tey kristnu lívsvirðini, og framvegis liva undir tryggum og góðum korum sum eitt heiðurligt fólk, ið kann vera eitt fyridømi fyri onnur fólkasløg?
Við ynski um Harrans signað nýggjár.









