Hetta er at gera ov nógv av. Hetta ber brá av, at politikararnir vilja vísa fólki, hvussu óførir, teir eru.
Jógvan Páll Lassen, sakførari, heldur, at tann nýggja grindalógin er alt ov víðgingd, hvat ið revsing viðvíkur.
Lógin sigur nevniliga, at øll, sum síggja eina grind, hava beinleiðis skyldu at boða frá. Og tey, sum ikki boða frá, kunnu bót, og hon er minst 25.000 krónur. Og endurtekur hetta seg, ella eru aðrar skerpandi umstøður, kann talan vera um eina fongsulsrevsing upp á tvey ár.
- Sostatt kunnu vit staðfesta, at tað er nógv harðari revsing í Føroyum fyri at lata vera við at boða frá eini grind, enn tað er at gera seg kynsliga inn á børn, ella at koyra skít, sigur sigur Jógvan Páll Lassen turrisliga við Rás2.
At fáa 25.000 krónur í bót í privatum málum, er rættiliga nógv. Tann, sum koyrir við kenning, fær eina eina mánaðarløn, eftir skatt, í bót, og tað er at seta onnur í lívsvanda. Hjá rættiliga nógum er tað einar 15.000 krónur.
Og tann, sum koyrir dýrandi fullur, við tveimum promillu í blóðunum, fær tvær mánaðarlønir, eftir skatt, í bót.
Les eisini: Tvinga útlendsk ferðafólk í Føroyum í grind
Jógvan Páll Lassen heldur, at tað er gott, at vit hava eina ítøkiliga lóg sum sigur púra greitt, hvussu grindadráp skuldi fara fram.
- Men ein bót upp á í minsta lagi 25.000 krónur, er øgiliga nógv, og eg eri spentur upp á, hvussu rættarskipanin fer at handfara eina slíka áseting, sigur hann.
Hann heldur, at onkusvegna hava politikararnir mist seg burtur í huglagnum ímillum fólk ímóti Sea Sheperd.
- Grind hevur stóran týdning, tað er næstan okkara hjartablóð og tí skulu tey, sum gera seg inn á okkara rætt at drepa grind, hava eina harða revsing, hevur kanska verið hugsanin hjá politikarunum.
Jógvan Páll Lassen heldur, at tey fægstu hava ráð at rinda eina bót sum hesa. Tí fara tey at fáa nakrar dagar í geglinum, áðrenn tey verða slept leys aftur og bøturnar fara vit aldrin at síggja nakað til.
Tí er hetta meiri at ræða fólk við, heldur sakførarin.
- Hetta er at gera alt ov nógv av. Men hetta ber brá av at politikarar vilja sleppa at føra seg fram, serliga í einum valári.
Jógvan Páll Lassen sigur, at hann hevur rættiliga stórt álit á okkara skipan, har tað er rætturin, sum er vanur at døma, sum eisini ásetir, hvussu stórar bøtur skulu vera.
- At politikarar nú koma í ljósmála, sum ikki kenna til rættarskipanina, og fara at áseta revsingar, sum hesar, er rættiliga ræðandi.
- Hetta er eitt tekin um murubrek, og væntandi kunnleika til, hvussu rættarskipanin virkar. At politikarar nú føra seg fram sum um at teir vita betri, dámar mær ógvuliga illa, sigur sakførarin.
- Hetta minnir um politiska øsing, har politikarar leggja í vaðið við eini stórari bót fyri at órógva grindadráp, bara tí at tað er væl dámt ímillum fólk, heldur enn at lata spurningin um revsing liggja í honum á fólki, sum eru køn í rættarskipanini.
Les eisini: Eisini Sea Shepherd noyðist at boða frá grind
Jógvan Pál Lassen sigur, at hetta verður so ein metingarmaður hjá rættinum.
- Men eg ivist stórliga í, um dómarin fer at døma ein vágbing, ella ein klaksvíking, eina bót upp á 25.000 krónur, tí at teir ikki boða frá, at teir síggja eina grind, sigur Jógvan Páll Lassen.