Rættindi hjá samkyndum samanborið

Heðin Dánialsson Poulsen, løgfrøðingur


Tá lógir verða smíðaðar í Føroyum, verður mangan samanborið við, hvussu okkara næstu grannar hava lóggivið um líknandi mál og nú Føroya Løgting skal taka støðu til, um § 266 b í Revsilógini skal broytast, fer henda grein at varpa ljós á, og í høvuðsheitum lýsa, hvussu nøkur av londunum, sum vit javnan samanbera okkum við, hava loyst sama mál. Allar upplýsingar um londini eru lætt atkomulig fakta, og eru keldurnar uppgivnar. Løgtingslimir er vælkomnir at nýta hesa grein sum ískoyti til viðgerðina á tingi av uppskotinum.

ES
Av teimum 25 limalondunum í ES er tað bert eitt land, Litava, ið ikki hevur eina diskriminatiónslóg ið verjir samkynd. Øll hini 24 londini hava ásetingar, ið kunnu samanberast við umstríddu § 266 b í Revsilógini. Hugvekjandi er, at Írland og Pólland, sum vegna teirra konservativu katolsku trúgv vanliga verða mett sum varin lond í ES høpi, tá tað kemur til moralsk mál, eisini hava valt at verja fólk vegna teirra seksuellu sannføring.

Restina av Evropa
Av 52 londunum í Evropa, íroknað Føroyar og onnur sjálvstýrandi lond, eru tað 15 lond, ið ikki hava eina anti diskriminatións lóg. Tey 15 londini eru: Albania, Armenia, Aserbajan, Belarus, oyggjin Jersey, Litava, Makedonien, Montenegro, Russland, San Marino, Sveits, Turkaland, Ukraina, Pávabýurin Vatikani og Føroyar. Av hesum 15 londunum, eru tey flestu at rokna sum lond, ið hava eitt livistøði langt undir livistøðið hjá londunum í ES, undantikið San Marino, Jersey, Pávabýurin, Sveis og kanska Russland, umframt Føroyar.

Skrásett parlag í Evropa
Tað verður mangan ført fram, at verða tey samkyndu vard við eini diskriminatións lóg, verður hetta bert byrjanin til, at samkynd fara at krevja meira, millum annað at kunna ganga saman í parlag. Tí er hóskandi til samanberingar at nevna, at av teimum 25 ES londunum loyva 15 lond onkran form fyri skrásettum parlagi. Av teimum norðurlendsku londunum, sum vit vanliga altíð so errin vilja bólkast saman við, so loyva Danmark, Norra, Svøríki, Finland og Ísland øll onkrum formi fyri skrásettum parlagi, Føroyar verandi undantakið.

Ísrael
Mangir munnu teir føroyingar vera, ið eru glaðir fyri Ísrael og fólk tess. Í Føroyum eru eisini tveir vinafelagsskapir, ið vísa á tætta tilknýtið millum Føroyar og Ísrael. Fólk kenna Ísrael sum eitt religiøst land, ið setir Gud í miðdepilin, tað lovaða landið, sum skrivað stendur. Hóast fólkið í Ísrael fyri tað mesta eru jødar, ið trúgva á Gud og framvegis seta sítt álit á gamla testamentið, so hevur Ísrael sum tað mest framkomna landið í miðeystri hildið tað verið rætt at verja samkynd mótvegis diskriminatión. Ísrael hevur enntá valt at loyva samkyndum at skráseta seg við sivilari giftu (common law marriage).

Gud og revsingin
Sjónarmið teirra, sum eru ímóti samkyndum, er, at ein slíkur liviháttur er ímóti bíbliuni. Fleiri politikarar hava ført fram, at Gud fer at revsa Føroyar, um vit gloppa skápið og geva samkyndum minnilutarættindi.
Av londunum í heiminum, sum hava sett í gildi lógir, ið verja rættindi hjá samkyndum, eru tey allarflestu alment kristin lond, eitt nú øll hini Norðurlondini. Hesi lond, sum longu hava sett í gildi slíkar lógir, burdu sambært somu politikarum longu havt upplivað Guds vreiði. Líta vit til ES londini og hini Norðurlondini, kann tað tykjast trupult at fáa eyga á Guds revsing.

Deyðarevsing
Er tað trupult at fáa eyga á Guds revsing á foldum, so er tað harafturímóti ikki so ringt at fáa eyga á ta revsing, sum menniskju fremja mótvegis teirra næsta. Í fleiri londum í verðini er homoseksualitetur framhaldandi ólógligur, og spennir revsiramman frá eini bót til deyðarevsing.
Sambært bókini “The Sword of the Prophet: History, Theology, Impact on the World”, verða samkynd dømd at lata lív í sjey londum í heiminum, í øllum sjey er muslimska Sharia lógin galdandi. Sambært Amnesty International verða møguliga eini 3.000 fólk tikin av døgum um árið bert í Iran, vegna teirra seksuella hugburð.

USA
Í Texas og 12 øðrum statum var fram til 2003 sokallaðar sodomi lógir í gildi, ið millum annað bannaðu samkyndum at hava samlegu. Hesar lógir vóru settar til síðis við hægstarættardóminum Lawrance v. Texas frá 2003, ið staðfesti, at tað er brot á grundlógina, tá lóggevandi valdið leggur seg útí, hvat vaksin fólk gera undir lakinum, sjálvt um tey eru av sama kyni.

Bretland og hjálond
Sjálvt um Ongland í 1967 broytti lógina soleiðis, at homoseksualitetur ikki longur var lógarbrot, so var sama lóg galdandi í Skotlandi líka fram til 1980. Í fleiri av fyrrverandi hjálondunum hjá Bretlandi er homoseksualitetur framvegis ólógligur sambært Sodomi lógum. Hetta í flestu førum av teirri orsøk, tí tey nýfloygdu fullveldini arvaðu galdandi bretska lóggávu, og hava tey enn ikki sett gomlu lógina hjá hjálandaveldinum úr gildi.

Danmark eitt stig víðari
Danmark er í mongum førum frammaliga í Vesturheiminum, tá tað umræður at verja rættindi hjá fólki, íroknað minnilutabólkum.
Nú fara danskarar eitt stig víðari til tess at forða fyri diskriminatión á arbeiðsmarknaðinum. Verður eitt uppskot hjá stjórnini samtykt, sum verður lagt fram til várs, fer tað at bera til hjá danskarum at kæra á einum stað, tá teir halda seg hava verið fyri mismuni, vegna kyn, uppruna, húðarlit, trúgv, aldur, brek, politiska áskoðan ella seksuella orientering. Sambært uppskotinum er ætlanin at stovna eitt nýtt felags kæruorgan, Det Fælles Klagenævn for Ligebehandling.
Henda nýggja kærunevndin fer júst sum í dag bert at viðgera mál um diskriminatión á arbeiðsmarknaðinum, íroknað diskriminatión mótvegis samkyndum.
Tann nýggja nevndin skal avloysa núverandi Ligestillesnævnet, men sum nakað nýtt fer tað at bera til at kæra um diskriminatión á arbeiðsmarknaðinum vegna t. d. aldur, brek ella seksuella orientering. Tað merkir, at nú fer ein borgari at kunna kæra, um viðkomandi metir seg hava fingið noktandi svar um arbeiði, av tí at viðkomandi ber brek, er samkyndur ella er ov gamal.
Við at broyta Javnstøðulógina til eisini at umfata aðrar bólkar kundu líknandi reglur verið settar í gildi Føroyum. Høvdu líknandi reglur verið í gildi í Føroyum, hevði tað verið ólógligt hjá arbeiðsgevarum at noktað at seta í starv ella á annan hátt diskriminera samkynd. Ein slík kærunevnd hevði eitt nú kunnað revsað ein borgarstjóra, ið noktaði at seta í starv ein samkyndan lærara.
Føroyar anno 2006
Hóast tað gjørdist lógligt at vera samkyndur í Føroyum fyri mongum árum síðani, er ikki nógv hent síðani, tá umræður at verja rættindi hjá samkyndum sum ein minniluta bólk. Føroyar kann ikki samanberast við framkomin lond í vesturheiminum, men minna mest um muslimsk og onnur tilafturskomin lond í Afrika.
Nakrir fáir føroyskir politikarar hava við sínum hóttanum og úttalilsum roynt at lammað tað lóggevandi valdið í Føroyum og loypt ræðslu á politikarar, ið kenna seg tryggar við status quo. Tá politikarar og onnur fólk við valdi javnan samanbera Føroyar við okkara næstu grannar, til tess at fáa íblástur og vitan um, hvussu eitt rættarsamfelag er skipað, er tað undrunarsamt, at tá tað kemur til evnið um samkynd, skulu vit samanberast við muslimsk og tilafturskomin lond, ella eitt nú Korea.


Keldur:
HYPERLINK "http://en.wikipedia.org/wiki/Homosexuality_laws_of_the_world" o "http://en.wikipedia.org/wiki/Homosexuality_laws_of_the_world" en.wikipedia.org/wiki/Homosexuality_laws_of_the_world,
HYPERLINK "http://www.amnesty.org/" o "http://www.amnesty.org/" www.amnesty.org,
HYPERLINK "http://www.javnratt.fo/" o "http://www.javnratt.fo/" www.javnratt.fo
HYPERLINK "http://www.lige.dk/" o "http://www.lige.dk/" www.lige.dk