– Vit fara ongantíð at góðtaka, at verkfalsrætturin verður skerdur.
Tað siga seks fakfeløg í eini almennari fráboðan nú á miðdegi. Tey seks fakfeløgini eru Akademikarafelagið, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Starvsmannafelagið. Hetta eru tey feløgini, ið formliga samstarva í tí, tey kalla Fakfelagssamstarvinum.
Og tað, tey sipa til, er tað, sum varð sagt í sambandi við ólavsøkurøðuna hjá løgmanni. Tá varð víst til støðuna, tá ið Pedagogfelagið var í verkfalli um ársskiftið. Tá varð boðað frá, at lív og heilsa hjá búfólkum hjá almannaverkinum var í vanda, tí stuðlarnir vóru í verkfalli.
Síðani hava politikarar sagt, at ein skipan má finnast, soleiðis, at slíkt ikki kundi henda aftur. Tosað hevur verið um eina greiðari mannagongd fyri slíkum verkføllum og um, hvussu undantøk skulu latast.
Hetta fata tey í Fakfelagssamstarvinum sum um at ætlanin er at skerja verkfalsrættin, og tað fara tey undir ongum umstøðum at góðtaka, staðfesta tey.
Í viðmerkingunum til ólavsøkurøðu løgmans, verður boðað frá, at samgongan umhugsar at skerja verkfallsrættin hjá fakfeløgunum.
– Rætturin til fríar samráðingar, og rætturin at fara í verkfall, eru vunnin við hørðum stríði og drúgvum samráðingum, staðfesta tey. Fakfeløgini í fakfelagssamstarvinum, kunnu tí á ongan hátt góðtaka nakra roynd at skerja hesi rættindi við lóg, gera tey púra greitt.
Og tey gev eisini løgmanni eitt skot:
– At ein sitandi løgmaður boðar frá, at samgongan arbeiðir við at avtaka fakfelagsarbeiðið við lóg, er undir alt lágmark. Ein tílík skerjing hevði endaliga beint fyri fría samráðingarrættindum, og tí verður einhvør roynd at leggja eitt tílíkt uppskot fram, mett sum brot á verandi avtalur. Og tað fer sostatt at fáa avleiðingar, gera tey púra greitt.










