magnetismuna, sum bleiv hægsti móti og tað vóru langir bíðilistar at sleppa til Mesmer. Á viðgerðarstovninum hendu undur á hvørjum degi - summi fólk fullu í dvala, onnur fingu krampar og heilir bólkar av fólkum [...] ella óvitsleiðing, men enn hevði eingin sett orð á hendingarnar. Alt París tosaði um virksemið hjá Mesmer, sjónleikarhús spældu leikir um evnið, og úti á gøtunum vóru ofta bardagar millum viðhaldsfólk og [...] nærkast hvør øðrum. Her hevði millum onnur Sigmund Freud ein avgerandi leiklut, men tann sum vísti heimin á sameiningina millum at lekja sjúkur og tað sálarliga sjónarmiðið var Franz Anton Mesmer. Franz Anton
at verða álopið í mai 1941. TIKIN Á BÓLI OPERATIÓN BARBAROSSA tóktist at koma púra óvart á Stalin. Og hetta, at ein av heimsins mest illgrunasomu statsmonnum varð tikin á bóli í síni og ríkisins lagnustund [...] SUM TJÓVUR Á NÁTT TÍÐLIGA Á morni tann 22. juni 1941 varð blást í lúður fyri Operatión Barbarossa. Tann fylking, sum henda morgunin stóð til reiðar at herja inn í tað fjølmenta korn- og oljulandið eystanfyri [...] seinni. Hinvegin tykist Stalin at hava sett í seg, at týskurin fór ikki at loypa á longu í 1941. Og eingin ávaring beit á honum. Tá ið Churchill varskógvaði USSR, tolkaði hann hetta sum eina roynd at birta
Øravík og Hov hava verið á skránni í nógv ár. ? Í hesum sambandi eru ymsar linjur teknaðar, eisini í økinum, har tann nýggjasta linjan er løgd, og harafturat eisini uppaftur longur vesturi. ? Í 1999 varð [...] gjørt av, at Landsverkfrøðingurin skuldi arbeiða fyri hesa upphæddina. Lítil munur á prísinum Oyvindur Brimnes vísir á, at í februar í ár kom so fram, at NCC metti, at tað kundi gera tunnilin longri niðri [...] verður brúkt nú á døgum? ? Jù. Men í AB 92 stendur eisini, at kemur entreprenørurin í trupulleikar av tí at jarðfrøðiligu forkanningarnar ikki eru nóg neyvar, er tað byggiharrin, sum hongur upp á tað. Tað vil
uppihald á hvíldarheiminum Nainu. Eg skilti á lagnum, at mamma var vorðin dement og skuldi hava hjálp í skundi. Síðan setti eg lækna- og heilsurøktarmyndugleikar í gongd. Søkti um umlætting á lokala r [...] umlætting á heiminum!!! Einaferð enn verði eg kastað út í spurningin um næstakærleika. Er tað ikki bæði ábyrgd og plikt hjá røktarfólki í Føroyum at taka sær av teimum gomlu? Teimum gomlu, ið ikki longur kunnu [...] tykkum til enn at vaska fingrar, reinsa negl, trýsta á røttu knøttarnar, so bert tey útvaldu gomlu við røttu eftirnøvnunum kunnu fáa pláss í hitastovum á heimunum hjá teimum gomlu? Tey einastu ráð, eg fekk
komin út sum ein flott árbók á 184 síður, ið kann fáast ókeypis! Blaðið er flottari enn fyrr, fjølbroytt og rúmligt. Føroyingurin og bókmentalektarin í norðurlendskum bókment-um á Universitetinum í Keyp-mannahavn [...] neyðugur, og hugleiddi um túrar til onnur Norðurlond um veturin, m.a. um minus tjúgu kuldastig á Ålandi, tá ið tey vóru á fundi um Norðurlendskar bókmentir. Sjálvt trúði hon ikki, at hon fór at vinna. Hon tosaði [...] mødt." Nú er greinin hjá Hanusi ikki so long, men fólk gloyma mangan, at Regin hevur arbeitt á Wivelsa Forlag og á Gyldendal, at hann sum ungur var við kring tíðarritið Heretica. Regin kendi fólk sum Ola Wivel
ndnum samfelag, ið er merkt av moderniteti, har vit ikki í sama mun kunnu tulka tilveruna longur við at vísa á gamlar siðir, ið kunnu vísa, hvat vit skulu gera. Føroyska eindarmentanin ella tankin um hana [...] "fasisma". Tað er á henda hátt, nógv stytt, at hann kemur fram til tankan um nationalismuna sum ein "ímyndaðan felagsskap". Renan er kendur fyri at siga, at slíkir ímyndaðir felagsskapir byggja á, at fólk í eini [...] tá hann helt fyri, at eingin er "vaktur" tjóðskaparliga. Tað er nationalisman, ið hevur sjálv skapt tjóðir, har júst ongar vóru. Anderson finnist at Gellner her, tí Anderson sær ikki nakran mun á "skaptum"
handaligar og búskaparligar atvoldir. Tann hugsan, at tann einstaki hevur ávirkan á søgunnar gongd, er sambært marxismuni bygd á sand og dømi um "optiska sjónhvørving". Støðan er sostatt tann, í Russlandi í [...] hann er ólukkuligur um hetta, kann hann ikki halda sær frá at hevna seg inn á menniskjur ... og serliga tey menniskjur, sum á onkran hátt eru størri og betri enn hann. Um onkur talar sína sak betur enn [...] Aragon hálovar, er henda samvitskan ikki til longur. Tað ber til at eyðmýkja, pína og myrða grannan í húsunum yvirav, gentuna, sum lakkar paradís í túninum, bóndan á markini og arbeiðaran við spakanum ? og
men hetta bar samstundis nakrar veikleikar á liðnum við sær. Fyrst og fremst tað, at annars sterka organisatiónin á liðnum fór sundur. Keturnar fingust ikki á sama hátt at hanga saman, og tá so er, so merkist [...] tá teir í størri mun skulu vera skapandi parturin. Við tað at mótstøðan nú var á odda, noyddist EB/Streymur longur fram á vøllin, og økta frástøðan millum keturnar var meira, enn skipanin megnaði at taka [...] EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Hallur Jacobsen, Esmar Eiðisgarð, Egil á Bø, Bárður Olsen ? Marni Djurhuus, Ronnie Samuelsen, Marek Wierzbicki, Hans Pauli Samuelsen ? Sorin Anghel, Magni á Lakjuni
sambandi við hátíðarhaldið vóru tveir fyrilestrar á skránni. Jóan Hendrik Winther Poulsen helt ein fyrilestur um kristni og mál. Petur Martin Rasmussen helt ein fyrilestur útfrá føroyska málinum í kirkjuni [...] vísa virðing fyri einum, sum ei longur er her á fold. Við fløggunum vísti Skopunar bygd sína samkenslu við teimum avvarandi og virðing fyri tí deyða. 1. hvítusunnudag helt Petur Martin Rasmussen prædikuna [...] so í 1897. Jørgen Falk Rønne, sum var prestur á Sandoynni ta tíðina, gjørdi eitt stórt arbeiði fyri kirkjuna. Nøkur brot úr frásøgnum hjá honum vóru eisini á framsýningini. Og somuleiðis var fyrsta urgan
tað sama, at fegnast um heilaga andan, sum á hvítusunnu kom niður á jørðina og bleiv verandi. Og júst hesa hvítusunnu skein sólin, sum hon er so kend fyri júst á hvítusunnu. Og sangurin ljómaði: Herre, gør [...] sangurin »Og veldis Gud« á grønlendskum í týðingini eftir sjálvasta Jonathan Motzfeldt, ið er politikkari og prestur og hesin sangurin var sungin í salinum hjá Brøðrasamkomuni á Hvítusunnu á grønlendskum. Tað [...] ringt hjá einum føroyingi at syngja á grønlendskum. Verri er at tosa málið. Hvat er umvending Tað er ein stórur dagur hjá einum trúboðara at standa á talarastólinum á Hvítusunnu og tala og samstundis vita