100 ára hald í heilar átta dagar

Hátíðarhaldið í sambandi við, at tað eru liðin 100 ár, síðani skopuningar fyrstu ferð fingu prædiku í kirkjuni á føroyskum vardi í heilar átta dagar. Har vóru framsýningar, fólkafundur og gudstænastur á skránni

Skopun:
? Hátíðarhaldið eydnaðist til fulnar, sigur Elis Poulsen, sum er ein av fyrireikarunum.
Tey fýra, sum hava skipað fyri eru: Eyðfinn Stórá frá Skopunar kommunu, Heðin Jacobsen fyri kirkjuráðið í Skopun , Torgerð Joensen fyri ungmannafelagið og Elis Poulsen.
? Øll feløgini vóru samd um, at hetta skuldi hátíðarhaldast, og so fór arbeiðið ígongd, og tað má eg siga, at tað hevur gingið fyrimyndarliga væl. Hetta er eitt tað besta, sum eg havi verið við til at fyrireika, sigur fryntiligi útvarpsmaðurin. Alt eydnaðist til fulnar. Og veðrið var bara heilt gott allatíðina.
? Várharra hevur so avgjørt verið við okkum allatíðina, tað er púra vist, sigur Elis og leggur aftur at, at tað regnaði av grimd dagin eftir, at hátíðarhaldið varð liðugt.
Elis leggur dent á, at hetta hevur verið eitt kirkjuligt hátíðarhald.
? Her hevur ongin politikkur ella nakað annað verið við. Hetta er eitt reint kirkjuligt hátíðarhald, og soleiðis vildu vit eisini hava tað, sigur hann.
Hátíðarhaldið byrjaði 1. juni við, at Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun setti tað. Hetta fór fram í ungmannafelagshúsunum Samljóð. Og har lat so ein framsýning av gomlum skjølum upp. Millum onnur vóru skjøl frá 1894, har fólk settu fram ynski um at fáa eina kirkju bygda í Skopun. Og hon kom so í 1897. Jørgen Falk Rønne, sum var prestur á Sandoynni ta tíðina, gjørdi eitt stórt arbeiði fyri kirkjuna. Nøkur brot úr frásøgnum hjá honum vóru eisini á framsýningini. Og somuleiðis var fyrsta urgan í Skopunar kirkju eisini við. Rúni Hentze spældi upp á hana, og hetta var fyrstu ferð í næstan 100 ár, at tað bleiv spælt upp á hesa urguna í Skopun. Søgan aftan fyri urguna er, at fyrsti organisturin í Skopunar kirkju, Karen Reinert átti urguna, og hon lat hana til dóttur sína, Bodil Poulsen. Bodil hevur tilknýti til Adventistakirkjuna, og hon lat urguna aftur til Skopunar kirkju til minnis um móður sína.
Elis sigur, at tað var ein sera rørandi løta, meðan Rúni spældi upp á urguna.
? Tað var heilt ótrúligt at hoyra, hvussu væl urgan ljóðaði. Eg hevði ikki trúð, at hon var so væl varðveitt, sigur hann.

Góðir fyrilestrar
Í sambandi við hátíðarhaldið vóru tveir fyrilestrar á skránni. Jóan Hendrik Winther Poulsen helt ein fyrilestur um kristni og mál. Petur Martin Rasmussen helt ein fyrilestur útfrá føroyska málinum í kirkjuni við støði í tí, sum hendi í Skopun í 1902 og 03. Eftir hansara fyrilestur, sum var hóskvøldið, var eitt gott og lívligt kjak. Fyrilesturin hjá Jóan Hendriki var týskvøldið. Og nógv fólk var til báðar.
Mikukvøldið var ein gudstænasta, har Inga Dam Poulsen, prestur, prædikaði fyri fullari kirkju.
Elis Poulsen greiðir frá, at tað var av stórum týdningi fyri fyrireikararnar, at kvinnurnar eisini komu at seta sín dám á hátíðarhaldið. Tí at skjalið, har kravt var, at prædikurnar skuldu verða á føroyskum, var eisini undirskrivað av kvinnum.
? Eg meini, at hetta má hava verið ein av teimum allarfyrstu ferðunum, at kvinnur vóru virknar í einum stríði í Føroyum. Giftar so væl sum stakar kvinnur skrivaðu undir, so tað hevur verið tann størsti parturin av bygdini, greiðir Elis frá. Inga Dam Poulsen hevur eisini verið prestur á Sandoynni í eitt stytri tíðarskeið sum vikarur fyri Jákup Reinert Hansen, so tað var so náttúrligt, at valið fall á hana.
Fríggjakvøldið lat Poul Hans Jákup Debes upp eina forvitnisliga myndaframsýning, sum var sera vælvitjað. Elis metir, at tað munnu hava verið eini 250 fólk inni á gólvinum bara leygardagin. Hetta vóru alt myndir úr Skopun ? av eldri fólkum, summi av teimum, sum ei longur eru millum okkum og so eisini nútíðarmyndir.
? Báðar framsýningarnar vóru vælvitjaðar. Tað er torført at siga nakað tal, tí tað komu so nógv fólk til Sandoyar um hvítusunnuna, greiðir Elis frá.

Hátíðardámur og sorg
Sannur hátíðardámur var í Skopun allar átta dagarnar. Og tað merktist væl í allari oynni, at nógv avbygdafólk eisini var komið. Og nógvir burturstaddir skopuningar høvdu eisini lagt sær tað soleiðis tilrættis, at teimum eydnaðist at vera heima júst til hetta hátíðarhaldið. Tað flaggaði í bygdini allar átta dagarnar, men eitt setti somuleiðis sín serstaka dám á. Eitt andlát var í bygdini fríggjadagin beint fyri hvítusunnuna, og tá fóru øll fløggini í hálva stong. Og tað sama var aftur 2. hvítusunnudag, tá líkið kom suður. Hóast hátíðarhaldið alment var av, so fóru øll fløggini í hálva stong aftur tá. Hetta var eitt greitt tekin um virðing frá hátíðarhaldinum. Tí hóast hátíðardámur var í bygdini, so varð gjørt rúm fyri at vísa virðing fyri einum, sum ei longur er her á fold. Við fløggunum vísti Skopunar bygd sína samkenslu við teimum avvarandi og virðing fyri tí deyða.
1. hvítusunnudag helt Petur Martin Rasmussen prædikuna fyri eini enn einaferð fullsettari kirkju. Um kvøldið var tað so sóknarpresturin Jákup Reinert Hansen, sum prædikaði.
Og 2. hvítusunnudag var tað Bjarni Bæk, dómsprósturin, sum prædikaði til sjálva hátíðargudstænastuna. Bispur sjálvur var burturstaddur hendan dagin. Eftir gudstænastuna skipaði kirkjuráðið fyri borðhaldið fyri innbodnum. Síðani var fólkafundur. Gerhard Lognberg stýrdi fundinum. Fyrst helt Jákup Reinert Hansen andakt, síðani helt Sigurd Bærentsen, lærari, røðu, har hann hugleiddi um søguna hjá kirkjuni líka frá tí, at trøini vórðu feld til dagin í dag.
Landsstýrismaðurin í mentamálum Høgni Hoydal helt somuleiðis eina røðu umboðandi Føroya Landsstýri. Hátíðarhaldið endaði alment við, at Gerhard Lognberg, sami maðurin sum setti tað, sleit tað aftur. Og tá hevði tað vart í átta dagar.
Serliga hetta við, at tað vóru fleiri gudstænastur hildnar hesar átta dagarnar gjørdi tað serstakliga týðuligt, at her var talan um eitt kirkjuligt hátíðarhald, so tað vil siga, at endamálið hjá fyrireikarunum varð nátt.