Næstakærleiki hvat er tað?

   

Ein spurningur, ið verður stillaður mær ta seinastu tíðina í størri og størri umfang og eg helt meg hava fingið henda spurning nøktaðan við móðurmjólkini. Men má sanna at eg eri meir og meir í iva um týdningin av hesum og hvussu hesin verður umsitin av næsta tínum.
Johannes Møllehave, okkara kendi rithøvundur, ja, eg sigi okkara, moralskt havi eg ongan rætt at kalla hann okkara, men eg havi rætt til tað, tí eg eri danskur statsborgari, líkasum allir aðrir føroyingar eru tað ? enn.
Neyvan hevði hann komið so langt í verkum sínum, um hann skuldi roynt seg sum føroyskan rithøvund. Hansara teologiska og filosofiska vitan er bæði rund, ikki dømandi og kærleikin streymar gjøgnum hansara teologisku frálæru, har ongin er minni ella størri enn tín næsti. Har tann kristni boðskapurin kemur fram í fullum blóma.
Mínar royndir kunnu bert staðfesta, at millum landsmenn mínar finna bert svartskygdir og falskir profetar fram í hjørtum teirra føroyinga.
JM sigur einastaðni, at næsti tín er t.d. hann, ið situr við síðuna av tær í einari tokkupé. Ein vakur og sannur tanki. Men tey flestu vildu svarað, nei, tín næsti er tín móðir, faðir, bróðir ella systir. Nú hava vit ikki tok ella tokkupé?ir í Føroyum. Men vit hava nógv hol, so har møtir tú neyvan nøkrum uttan súsandi bilum, ið fara framvið tær. Og hvør er so næsti tín? Jú, heilt givið, »tín granni«.
Føroyingar hava altíð breggjað sær av at vera tann tjóðin, ið tekur sær av sínum næsta, men hetta má eg tíverri avsanna uppá tað kraftigasta. Hetta, tí eg eigi eina mammu, ið slett og aldeilis ikki nýtir ágóðan av hesum. Eg havi altíð verið trygg við tankan um at hon flutti til Føroya fyri trimum árum síðan. Har vita øll alt um øll, tískil var eg vís í, at næstrakærleikstankin fór at hjálpa henni, um á stóð, nú hon var byrjað at eldast.
85 ár verður hon um nakrar fáar dagar. Seinastu jól fóru eg og familja mín til Føroya at halda jól, at halda jól saman við henni. Komin inn í stovu hennara síggi eg eina gamla kvinnu, ið tosar ørvitistos, hon er sterkt undirernerað og hevur ikki etið matartuggu í fleiri dagar og veit heldur ikki nær hon hevði etið seinast. Gamal, spiltur matur lá runt um hana og ógoldnu rokningarnar vóru nógvar. Hon var við at hvørva í egnari armóð og avmakt, men sat bert og ruggaði og helt væl standa til.
Eg bleiv ikki óð, men eg bleiv veruliga so uppøst, at eg hevði mestan hug at rópa og skríggja út yvir hav, fjøll og fólk, so alt Føroya fólk í tað minsta hoyrdu mína avmakt. Men ístaðin spyrji eg hana: Mamma, hvar er næstrafólk títt, síðan tú liggur í slíkari evju og ert misrøkt av fúlasta slag? Hon svarar: Tey eru til arbeiðis. Jamen, hvar eru heilsumyndugleikarnir og heimarøktin? Eg veit ikki, svarar hon.
Hon hevur ikki havt skil fyri at ringja til røktina og boða frá, at hon var heim aftur komin fyri fýra mánaðum síðan, heim aftur komin eftir rekreatiónsuppihald á hvíldarheiminum Nainu. Eg skilti á lagnum, at mamma var vorðin dement og skuldi hava hjálp í skundi. Síðan setti eg lækna- og heilsurøktarmyndugleikar í gongd. Søkti um umlætting á lokala røktarheimi hennara.
Jú, hon kom inn í seinastu helvt av apríl mánaði í ár, fyrst í mai ringi eg heim og vildi fáa eina samtalu við mammu. Men hetta bleiv heilt og aldeilis noktað mær og svarið var: »Henni er noktað alt samskifti við síni børn«. Børnini, ið sjálvandi eru hálvgomul í dag og sjey í tali, fingu ikki samband við hesa gomlu og verjuleysu kvinnu.
Tankarnir byrjaðu at svirra í mínum hugaheimi. Eg kom til ta niðurstøðu, at flest teirra høvdu sálarligar- ella stórar alkoholtrupulleikar, so tey høvdu sikkurt verið ágangandi móti heiminum og mammu. Hetta hevði óivað gjørt støðu teirra ótolandi og hættisliga, tískil var personalið noytt ? ella rættari sagt ? leiðari fyri røktini í Eysturoynni hevði ordrað personalinum at nokta øllum samskifti við hana.
Jú, eg skilti hetta væl, men góðtaka hetta vildi eg ikki. Tí, tá ið ein stillar seg fram sum roynd innan almenna og heilsurøkt, so eigur tann at skilja millum »skidt og kanel«, og lata vera við at taka øll hesi systkin yvir ein kamb. Eg bað um eina frágreiðing gjøgnum teldupost, men hetta nokar leiðarin heilt og aldeilis.
Síðan tók eg ferðaseðil til Føroya, fór inn á heimið og endiliga kom eg í samband við mammu mína. Eitt samband, ið sjálvandi ikki vartað, ið plagdi at vera, tí hon er andaliga langt vekk, men virkar tað sum um at hon hvílir í sær sjálvum. Gleðin yvir at hon hevur tað betur sosialt, psykiskt og fysiskt ger, at eg velji at longja uppihald hennara.
Nú verði eg uppringd av leiðaranum fyri røktina í Eysturoynni, hon noktar áhaldandi at grundgeva sína avgerð um at nokta mær alt samskifti við mammu. Víðari sigur hon, at tað einasta forkerta eg havi gjørt í hesum sambandi er, at eg nakrantíð havi lovað henni til umlætting á heiminum!!!
Einaferð enn verði eg kastað út í spurningin um næstakærleika. Er tað ikki bæði ábyrgd og plikt hjá røktarfólki í Føroyum at taka sær av teimum gomlu? Teimum gomlu, ið ikki longur kunnu fylgja við tí ómetaliga stóru vælferðarframgongd, ið er farin fram tey seinastu seksti árini? Teimum gomlu, ið ein langan menniskjaaldur hava tænt landið og fólki?
Men heim egnu hús, tað skuldi hon, varð sagt. Hon skuldi aftur til tað umhvørvi, ið tey so fitt og dúgliga høvdu vart hana ímót. Hetta hóast hon bæði er byrjandi dement og hevur fingið sjúkuna alzheimer.
Og nú, ja, nú situr hon aftur í egna húsi og ókrútið er við at kvala hesa gomlu, útstríddu kvinnu. Øll vita og kenna sosialu støðu hennara, men ongin ger nakað við tað, og hon, ja, hon situr bert og ruggar og heldur væl standa til.
Hvat gera tit egentliga har í Føroyum, tit ið seta tykkum sum ábyrgdarhav-arar fyri røktina? Hava tit annað at taka tykkum til enn at vaska fingrar, reinsa negl, trýsta á røttu knøttarnar, so bert tey útvaldu gomlu við røttu eftirnøvnunum kunnu fáa pláss í hitastovum á heimunum hjá teimum gomlu?
Tey einastu ráð, eg fekk, áðrenn eg fór til Danmarkar vóru: Tak mammuna við tær og bið donsku myndugleikarnar hjálpa við hesum vandamáli. Er hetta tann almenni loysingartankin hjá tykkum, at deportera borgaran til Danmarkar?