Til vaksnamannadóp í Nuuk

Tað er hvítusunnudagur um middagsleitið í lítla samkomuhúsinum hjá Brøðrasamkomuni í Nuuk. Nakað av fólki er samankomið, og hátíðardámur er yvir teimum. Sangurin gongur væl, og tað liggur í luftini, at okkurt stórt skal henda

Sosialurin, Nuuk: Tað er hvítusunnudagur um middagsleitið í lítla samkomuhúsinum hjá Brøðrasamkomuni í Nuuk. Nakað av fólki er samankomið, og hátíðardámur er yvir teimum. Sangurin gongur væl, og tað liggur í luftini, at okkurt stórt skal henda. Grønlendingurin Mikael hevur tikið avgerð um, at hann skal doypast.
Eg hitt hann kvøldið fyri til eina grønlendska summarveislu og meðan vit ótu leskiligan kókaðan kóp, tvøst og spik saman, fortaldi hann mær, at hann skuldi doypast í salinum hjá Brøðrasamkomuni dagin eftir. Hann bjóðaði mær við, og eg tók av beinanvegin. Eg havi sjálvur ikki verið við til vaksnamannadóp fyrr og var spentur at vita hvussu hetta gekk fyri seg. Mikael og eg kennast frá øðrum felagsskapi, har høvuðsendamálið er at halda fyrsta snapsin frá varrunum við andaligari hjálp.
Brøðrasamkoman heldur til á Inspektørbakkanum í norðara partinum av býnum. Húsið er í einari hædd, við sali og uppihaldsrúmum. Tey hugna sær óført, tá eg komi. Kaffi eg gjørt og so har er smurt fransktbreyð afturvið. Klokkan var hálvgum tólv og eg helt meg vera ovseinan, men ein kvinna uggaði meg. -Tíðina ganga vit ikki so nógv upp í her yviri, sigur hon. Eg fái kaffi og heilsu upp á fólk og áðrenn eg veit av hoyri eg sang, møtið er byrjað.

Andalig eind
Á aftasta beinki í salinum sitið eg nú, og lurti eftir songinum sum fyllir hetta lítla rúmið og eg komið í tankar um eitt sitat eftir franska skaldinum Albert Camus og sum eg sá í einum grønlendskum húsi í gjár. Har stóð: "Fyrst og fremst eri eg menniskja, at eg eri franskmaður, er ein tilfeldigheit." Og akkurát soleiðis kendi eg tað nú eg sat næstan heilt fremmandur í salinum. Eg hevði ikki eingang fingið tíð at heilsa upp á allar føroyingarnar, og nú sat eg mitt í møtinum
Tey sungu ávikavist á donskum og grønlendskum, her vóru føroyingar, danir og grønlendingar og øll vóru komin saman um tað sama, at fegnast um heilaga andan, sum á hvítusunnu kom niður á jørðina og bleiv verandi. Og júst hesa hvítusunnu skein sólin, sum hon er so kend fyri júst á hvítusunnu. Og sangurin ljómaði:

Herre, gør det stille i mit indre,
sænk din dybe fred i sjæl og sind.
Send mig så i verden ud at lindre
deres nød, som tårer har på kind.

Grønlendskan tolk
Føroyski trúboðarin Hans Sivertsen stendur á talarastólinum og við síðuna av honum grønlendska Karin, sum er tolkur. Karin er systur Mikael, sum skal doypast í dag. Hans er stórur maður, við ívnum hári við einum færri av reyðum í. Hann er álvarsligur nú hann boðar Guds orð og hann hevur eina dámliga rødd. Hann hevur góða tíð millum setningarnar, tí hann má ikki siga ov nógv í senn, Karen skal tíða til grønlendskt.
-Vit kristnu líta eftir hvítusunnuni á sama hátt sum jødar líta eftir páskum. Kristna meinigheitin varð grundløgd á hvítusunnu. Jesus segði, eg eri sannleikin, vegurin og lívið, ongin kemur til Faðirin uttan ígjøgnum meg. Tað er just hetta sum hevur týdning, at Jesus er uppstaðin, segði Hans Sivertsen og Karen týddi til grønlendskt.
Hans fór í Apostlasøguna fyri at vísa Jesu egnu orð um at hann er uppstaðin og at apostlarnir vóru vitnir um hetta. Har stendur nakað soleiðis frítt eftir minninum í fyrsta kapitli triðja ørindi. "Fyri teimum hevði hann eisini eftir líðing sína, við nógvum prógvum víst seg sum tann livandi, við tað at hann hevði víst seg fyri teimum í fjøriti dagar og talað um hvat hoyrir Guds ríki til.«
-Tí kundi Pætur og hinir frímóðugt fara í templið og talað um tann upprisna frelsaran. Teir høvdu sæð hann við egnum eygum. Paulus vísir eisini okkum á, at varð Jesus ikki uppstaðin, so vóru vit nakrir ynkiligir skabningar, tí so høvdu vit trú á eina lygn, segði Hans Sivertsen

Annaassisoq, tusartigut tamatta
asalutit qujaniarpunga.
Annaassisoq, najormatit nipitta
nataasumik oqarniarpugut:

Saammaassingaarnerit tupinnaqaaq,
tassagavit asannittoq!
Illlit taannanvutit utaqqisat
tamaanga aamma qaaqqusaat

Soleiðis ljóðar kendi sangurin »Og veldis Gud« á grønlendskum í týðingini eftir sjálvasta Jonathan Motzfeldt, ið er politikkari og prestur og hesin sangurin var sungin í salinum hjá Brøðrasamkomuni á Hvítusunnu á grønlendskum. Tað er ikki so ringt hjá einum føroyingi at syngja á grønlendskum. Verri er at tosa málið.

Hvat er umvending
Tað er ein stórur dagur hjá einum trúboðara at standa á talarastólinum á Hvítusunnu og tala og samstundis vita, at ein í meinigheitini hevur tikið stigið og vil nú doypa lata seg doypa av egnum vilja til at hoyra Jesus til. Tað er sjálvt endamálið við trúboðaravirkseminum, sum her verður nátt. Og Hans Sivertsen tosar sjálvsagt um umvendingina við slíkt høvi.
-Hvat er umvendingin? Tað er eitt nú søgan um tann fortapta sonum. Hann gjørdi upp við seg sjálvan, hann gekk inn í seg sjálvan, broytti lívskós og vendi við. Og hann hevði nakað at venda við til, tí Faðirin stóð við opnum ørmum og tók í móti honum, segði Hans Sivertsen.

Niður í karið
Eg sat undir møtinum og hugsaði um hvussu ein vaksnamannadópur man ganga fyri seg. Hetta var komið so knappliga á við míni luttøku á møtinum í dag, at ongin hevði greitt mær frá áðrenn. Inni í salinum var lítið pynt. Har var talarastólurin og einki annað. Eg hugsaði um doypifunt, um okkurt ílæt við vatni í. Dópur og vatn hoyra saman, men har sást ongin farvegur av vatni. Var eg nú for seinur, var hann kanska doyptur á morgunmøtinum við breyðbrótingini. Eg klóraði mær í nakkanum og ergraði meg eitt sindur.
Men nú hendir nakað. Menn reisast og tveir stórir lemmar verða tiknir upp úr gólvinum frammanfyri talarastólin. Niðanfyri er karið við vatni. Ein trúboðari fer niður í karið. Mikkel reisist. Hann er nú í hvítum klæður. Álvarsemi lýsir út av hansara runda ansikti. Hann fer varliga niður í karið. Her er so stilt, at tú hoyrir fólk anda, tú hoyrir tey næstan hugsa, hetta er ein álvarsløta, hetta er eisini ein gleðisløta, og fólk halda sær fyri ikki at skera út í gleðisróp.
Er tað loyvt at taka myndir við slíkt høvi? Eg ivist, og minni meg aftur á mína tíð sum deknur í Sjómannskirkjuni, og hvussu forstýrandi tað var, tá blitsini, frá vælmeinandi í familjunum, regnaðu yvir lítla barnið, sum ofta hjartkipt skar út í at gráta í øllum hesum fremmanda. Men ein í samkomuni bjargaði mær. Eg síggi, at hann tekur eitt kamera fram, og avgerðin varð tikin. Hetta mátti lesarin síggja, og áðrenn eg visti av var eg leysur í stólinum, frammið við karið og tók myndina.
Og myndin tit síggja er Mikkel sjódrigin. Sekund frammanundan hevur trúboðarin lagt hann niður í karið eftir rygginum og heilt undir, meðan hann helt um nøsina, haldi eg. Og beint áðrenn spurdi hann Mikkel, um hann játtaði sína trúgv, og tað játtaði Mikkel hart fyri samkomuni og bleiv doyptur.

Bert ein dag í senn
Vatnið rennir úr klæðunum hjá Mikael, og hann er glaður, hann brosar allur sum hann er, fer út eftir gólvinum, og váta slóðin glitrar í hvítusunnusólini. Friður er aftur yvir salinum og vit syngja ein sang, sum Mikkel sjálvur hevur ynkst. Tað er sigandi sangurin hjá svensku Linu Sandell, (1832-1903):

Kun en dag, et øjeblik ad gangen!
Hvilken trøst for den forsagte ånd
Skulle angest vel mig holde fangen?
Alting hviler i min Faders hånd.
Han som har for mig et faderhjerte
hver en dag i nåde sende vil
denne lille del af fryd og smerte,
som han ser, jeg netop trænger til.

Og so tekur Mikael sjálvur orðið: Hann greiðir frá øllum árunum, tá hann ikki sá Gud.
-Eg kundi ikki síggja Guds skaparverk, tí eg var so lammaður av rúsdrekka og rúsevnismisnýtslu. Men í 1987 hendi undrið, eg slapp av við tostan og síðan havi eg bearbeitt mítt lív saman við øðrum øðrum edrúum alkoholikarum og við Guds hjálp. Nú síggi eg guds skapanarverk, og eg fái ikki nokk av tí, segði Mikael.
-Í 1995 skuldi eg á eina langa ferð út í heim. Eg skuldi burtur frá konu og børnum. eg var bangin at fara einsamallur. Men so segði Hans við meg, at eg var ikki einsamallur, Jesus var við mær og eg sissaðist. Eg eri ongantíð einsamallur longur. Í dag havi eg sjálvur sagt ja til Jesus, og nú fari eg at fáa enn meira samanhang í lívið. Eg havi í dag valt Jesus sum mín sponsor, mín trúnaðarmann, segði Mikael rørdur.

Må jeg skrive din historie
Vit drekka kaffi og ein lekkur lagkøka stendur á borðinum. Tað er brúdleypsstemmningur inni og Mikael brosar:
Må jeg skrive din historie, lige som du fortalte den i salen til mine læsere? Spyrji eg hann.
-Selvfølgelig. Dagen i dag er en bekræftelse af det som skete i 1987. En bekræftelse af miraklet, sigur Mikkel og er á veg heim til kaffemik. Hetta er ein stórur dagur í lívi hans.
Eg gangi oman aftur á Hans Egede hotellið, uppkallað eftir einum stórum trúboðara, meðan eg hugsi um, hvussu eg kann fáa eina grein burturúr hesi hending. Í løtuni sær tað rættuliga ómøguligt út, men trúgvandi hava sagt mær, at andin leiðir og nú er hvítusunna, andans hátíð. Tað gongur nokk og seinasta ørindini í sanginum hjá Linu Sandell, syngur enn inni í høvdinum á mær.

Hjælp mig da at hvile trygt og stille
kun på dine løfter, Herre kær,
ikke troens dyre røst forspilde,
som i Ordet mig forvaret er.
Når mit sind er af bekymring fangen,
vil jeg tage af din faderhånd
kun en dag, et øjeblik ad gangen
med en stille og en udmyg ånd.

email: justinus@hotmail.com