Norðurlendskar bókmentir 2003

- Nordbok og Norðurlendska Ráðharrastovan givið út árbók

Hvussu er hon sjálv, ið vann Norðurlandaráðsvirðislønina 2003? Eru ungar bókmentir í Norðurlondum meiri politiskar í dag? Hvussu brúka høvundar málið í dag? Hvat er hin íslendska "New Wave" í bókmentum? Hvat við finskum yrkingum? Hvat er tað føroyska í dag innan list og fagurfrøði? Hví dámar Per Højholt so væl oyru? Er grønlendska samfelagið við at upploysast? Hvat hendir innan barna- og ungdómsbókina í dag?
- Alt hetta er gjørligt at lesa um í tíðarritinum/árbókini Nordisk Litteratur, sum í ár er komin út sum ein flott árbók á 184 síður, ið kann fáast ókeypis! Blaðið er flottari enn fyrr, fjølbroytt og rúmligt.

Føroyingurin og bókmentalektarin í norðurlendskum bókment-um á Universitetinum í Keyp-mannahavn, Jógvan Isaksen, er høvuðsblaðstjóri. Saman við honum eru seks aðrir norðurlendskir undirblaðstjórar.
Eg var boðin til eina móttøku á Store Strandstræde, har Nord-isk Ministerråd heldur til. Vinnarin av Norðurlandavirðislønini í bókmentum í ár, Eva Strøm, segði nøkur orð um støðuna innan bókmentir í dag í Norðurlondum, og Jógvan Isaksen helt røðu. Jógvan hevur ein góða grein um grønlendska høvundin Kelly Berthelsensa stuttsøgur Tarningup ilua (En sjæls inderste kammer), ið eru vreiðar men kanska ikki so samanhangandi. Tað er torført hjá grønlendingunum at skriva seg úr ella fáa fram at skilja, hvørjari støðu teir eru í sum fólk í dag. Grønland er enn á markinum millum eitt veiðumanna- og eitt ídnaðarsamfelag. Trupulleikarnir eru stórir í Grønlandi við hash, brennivíni og harðskapi, har børnini eru teir stóru tapararnir.
Øll ættarlið hava brúk fyri kritikarum
Eva Strøm tosaði um, at bókmentakritikkur er neyðugur, og hugleiddi um túrar til onnur Norðurlond um veturin, m.a. um minus tjúgu kuldastig á Ålandi, tá ið tey vóru á fundi um Norðurlendskar bókmentir. Sjálvt trúði hon ikki, at hon fór at vinna. Hon tosaði um tey ymisku, ið vóru í uppskoti í ár. Hvussu fjølbroytt hesi eru. Bókin úr Finlandi var um fjølmiðlar, meðan danin Morten Søndergaard skrivar um Italiu, ið fekk hana at hugsa um, at bert tí vit liva í Norðurlondum eru vit ikki avskorin frá Miðeuropa ella New York. Í samrøðu við Oscar Hemer, sigur Eva Strøm, at henni dámar fleiri av teim donsku yrkjarunum m.a. Pia Tafdrup, Inger Christensen og Morten Søndergaard. Um Inger Christensen heldur hon, at Inger átti at fingið Nobelvirðislønina. Eva Strøm er rúmlig og tosar um myndlist og filmlist, m.a. um von Trier og Lucas Moodysson.
Hanus Kamban um Regin Dahl
Tvær aðrar føroyskar røddir eru við í ársins árbók. Hin fyrri eri eg sjálvur við grein kallað: "Eftersøgningen af det færøske ?spændingen imellem nationalisme, regionalisme og modernitet", ið er ein av teim longu greinunum í hesi bókini. Eg vil ikki siga meiri um hana, tað kunnu onnur, annað enn, at hetta er ein hugleiðing um, hvussu tað føroyska innan m.a. modernaðan tónleik og myndlist nærum altíð er við, men tíðun eisini er fráverandi innan heilt nýggja myndlist. Hin føroyingurin er Hanus Kamban, ið altíð skrivar væl og við hjartanum, hesaferð um Regin Dahl í grein kallað: Et skær av ragnarok og gimle ? om digteren og komponisten Regin Dahl. Hetta er ein vælskrivað grein og serliga er tað tónasmiðurin Regin, ið hevur áhuga hjá Hanusi. Eg haldi eisini henda tátt vera sera áhugaverdan í føroyskari tónlistasøgu. Lesur man dagbøkurnar hjá Ole Wivel, er Regin júst nevndur sum: "(_) yderst adræt og gennemmusikalsk, verbal-ækvilibrist og brændevinselsker med et norrønt tungsind og elskovsimprægneret hjemve efter sine øer i Atlanterhavet var han anderledes end alle andre jeg havde mødt." Nú er greinin hjá Hanusi ikki so long, men fólk gloyma mangan, at Regin hevur arbeitt á Wivelsa Forlag og á Gyldendal, at hann sum ungur var við kring tíðarritið Heretica. Regin kendi fólk sum Ola Wivel, Thorkild Bjørnvig, Martin A. Hansen, Paul la Cour, Bjørn Poulsen, Ole Sarvig. Fleiri av hesum monum hava skrivað vakrar og mangan ærligar endurminningar, serliga hjá Wivel fær Regin eina langa og áhugaverda viðgerð.
Í Nordisk Litteratur 2003 er sjálvandi eisini ein grein um Hanus Kamban sjálvan, tí hann var í uppskoti til virðislønina í 2003. Hetta er ein stutt grein skrivað av Sindre Hovdenakk, ið ikki veit nógv um Hanus og sigur seg bert duga at lesa týðingina av Hanusi, ið er spell. Greinin segði mær tí lítið og einki.
Tað nýggja norðurlendska
Ein hin besta greinin er um, hvussu nýggjar bókmentir forma seg í Norðurlondum í dag, ið eru bæði poetiskar og politiskar. Høvundar sum Kristine Næss, Catharina Gripenberg, Monika Ålgars og danirnir Jacob Ejersbo (sí greinin "Bisseby på vågeblus") og Jens Blændstrup. Nýggju høvundarnir hava royndir, hava ferðast, eru væl lærdir, gávaðir, hava álitisstørv og eru t.d. filmleikstjórar, myndlistafólk, sjónleikarar, blaðfólk o.s.fv. Í dag eru skriviskeið, lítil forløg, tíðarrit ikki longur ein rein undirgrundsmentan, men ein sfera við spennandi fríum og djørvum aktørum, ið stóru forløgini noyðast at royna at tekkjast, tí haðan kemur framtíðin. Tíðin er mest sum farin frá líðandi bohemum og fátækum skribentum. Ístaðin síggja vit kosmopolitiskar konsulentar, kaospilotar, mentunarformidlarar, ph.d.´arar og alfevnandi kreativ fólk loypa á at skapa nýggju mentanina við einari stórari tilvitan um bókmentir og list. Poetologiskt síggja vit t.d. eina málsliga aktivismu, konkretismu, "Language poetry", alt frá poststrukturalistiskari ástøði til fjølmiðla máloyðilegging. Høvundar, ið eru verdir at lesa, eru t.d. Pablo Henrik Llambias, Maria Zennstrøm, Jens Martin Eriksen, Abu Rasul (Matias Feldbakken). Tíðarrit, ið eru verd at lesa, eru t.d. Vinduet, Vagant, OEL, nya BLM, Den blå port, Banana Split, Kritik, Kultur & Klasse, Almen Semiotik, Øverste Kirurgiske og Nordisk Litteratur.
At fríggja við málinum
Høvundar, serliga yrkjarar, hava í hálvfemsunum brúkt nærum alla orku at yrkja og skriva um málið sjálvt, sum t.d. her hjá Ursula Andkjær Olsen: "At tale i tunger vil sige at kysse/ sproget som sådan. Kysse/ Og for hvis skyld hvis ikke for sproget". Hetta snýr greinin: "Bunden og resten í håret ? Om de nye forfatteres affærer med sproget" hjá Stefan Kjerkegaard seg um. Málleitandi og málheimspekiskendar yrkingar hava verið væl dámdar. Hetta hevur verið ein meginorka og eitt rák í yrkingini í Danmark í hálvfemsunum. Serliga tíðarirtið "Øverste Kriurgiske" kom at punktera "Hvedekorn" og tað meiri hátíðarliga. Per Højholt hevur havt stóran týdning fyri hesi fólk (sí eisini eina grein eftir John Mogensen um Højholt), men vit síggja eisini aðra yrking, ið hevur "loyst" poststrukturalistisku "vit kunnu ikki umboða nakran veruleika, tí yrkja vit bert um okkara egna fragmenteraða jeg, jeg, jeg, mályrking og kanska okkurt um krop og kjøt" trupulleikan, ið ikki var (er) annað enn ein stór og long "taluseting" av enn einum mótaráki fyri og øðrum eftir.
At forarga og endurskapa
Bjørn Tór Vilhjálmsson skrivar um tey ungu og nýggju í íslendskum bókmentum, ein góð grein. Tore Rem um sjúkligu trongdina hjá høvundum at vísa seg naknar (ekshibisionisma), har hann skrivar um eitt áhugavert problem, at høvundar í eini skjótari "internet, sjónvarps og sms" tíð ikki hava so lætt við at koma fram at fjølmiðlunum. Langa samrøðan og rithøvunda-lýsingin er nærum burtur og t.d. danska sjónvarpið hevur hina smartu sendingina "Bestseller", har høvundar fáa 45 sekund at siga okkurt smart. Høvundin Christopher Grøndal helt fyri: "vit eru høvundar, ikki poppstjørnur. Vit hoyra saman við tí spakuliga". Høvundar sum Byron, Oscar Wilde, Charles Dickens dugdu at brúka genitankan at koma sær fram. Okkara fjølmiðlamentan er torfør at tulka og brúka. Franski sosiologurin Pierre Bourdieu helt fyri, at høvundar livdu í tí bókmentaliga feltinum (tað ger t.d. eitt blað sum Nordisk Litteratur, forløg, bókhandlar eisini). Hendan greinin roynir at koma fram á eitt veldugt øki, sum t.d. hvør kanoniserar bókmentir? Hvussu er bókmentaliga almennið í dag, í mun til fyrr? Hvussu spæla blaðfólk og høvundar saman? Hetta er ov nógv og greinin er ov stutt til tað.
Ein stuttlig grein: "At blive mand ? Rifbjerg revisited" um bókina: "Nansen og Johansen. Et vintereventyr" eftir Klaus Rifbjerg, stóra gamla (og súra) høvundan í donskum bókmentum. Poul Bager skrivar eina grein um hesa løgnu bók um eitt homoerotiskt forhold millum pólfararin Nansen og Hjalmar Johansen, ið livdu tætt saman undir ferðum til Grønlands og polarøkini. Norskir kritikarar (serliga Per Egil Hegge) hava fyri langari tíð síðandi afturvíst nógv av tí Rifbjerg kom fram við, men stuttligt var at síggja norsku Nansen tilbiðanina trína fram.
Samanumtikið er árbókin Nordisk Litteratur verd at lesa, eitt slíkt tíðarrit hevur onkrar avmarkingar, m.a., at greinar ikki eru serliga langar ella taka ástøðina fram, ið er hin síðan av bókmentafrøðini. Henda árbók er fyri øll, ið hava áhuga í evninum, og eitt "must" fyri lærarar, bókmentafólk, høvundar og forlagsfólk í Føroyum, ið vilja kunna seg um nýggj rák innan bókmentir í Norðurlondum í dag. Árbókin er ókeypis og kann fáast við at skriva til:

Nordbok
Nordisk ministerrådets sekretariat
Store Strandstræde 18
DK-1255 København K.
Danmark