rakstrarárið 1997 var merkt av trupulleikum við stórum halli í rakstrinum. Hetta endaði við, at táverandi stjórin Poul Michelsen var loystur úr starvið 1. juli seinasta ár og Hans Johannes á Brúgv var settur í [...] Fiskasølan hevði aðalfund mánadagin og har var roknskapurin felagsins lagdur fram til góðkenningar. Og hesaferð var nakað at tosa um. Roknskapurin fyri 1997 vísir eitt yvirskot uppá 447 túsund krónur aftaná [...] hevði verið løgið um nevndin var nøgd við úrslitið. Tí orsøkin til at roknskapurin hjá Fiskasøluni vísir eitt yvirskot á seinastu linju er, at bygningurin yviri við Strond var seldur til Føroya Sparikassa
Føroya«, var eitt aðalmál fyri verkætlanina, at vit ikki skuldu koma í eina støðu, har vit nýttu óneyðuga orku til at kappast við okkum sjálvi um veitingar til frálandavinnuna ? tíverri er tað júst hetta, sum [...] ætli eg mær ikki at koma við metingum um orsøkir og avleiðingar av hesi kapping; tó skal eingin ivi vera um, at tann orka, ið er løgd í hesar ætlanir, eftir mínari hugsan, kundi verið nýtt á ein munandi [...] at funnið fram til ein bygnað fyri einum føroyskum veitingarkervi, sum stimbrar upp undir, at eitt komandi frálandavirksemi kemur at bera í sær fleiri føroyskar arbeiðsmøguleikar eins og vinnuligan vøkstur
Rasmusi, var Galileo ein nærlagdur og djarvur granskari. Hann var komin fram til, at Jørðin var ikki tann fasti og ævigi miðdepilin í alheiminum, sum øll hini himmallikamini mólu um, jørðin var ikki annað [...] norðanífrá, studentar, tað var sum hálvgudar, sum eitt sús úr teirri ókendu og lærdu verð... Tá var ein flokkur av pisum í øllum landinum, einar 15 tilsamans, handilsskúli og hf var onki sum æt. Nú munnu tit [...] fyri tí skelkaða bygdafólkinum sína nýggju kollveltandi vitan, at jørðin var rund sum ein bóltur - hon var ikki fløt sum ein pannukaka, sum tey trúðu. Tað elvdi til eitt øgiligt uppstandilsi tí Rasmus
til Suðuroyar. Neyðugt var at fara antin til Havnar ella til Danmarkar. Hetta var jú í mest kensluborna aldrinum ? uml. 16-30 ár ? so tá ið ein var liðugur við útbúgvingina, so var hugurin fyri heimstaðnum [...] hevði álagt teimum. Hetta verður, á vísindamáli kallað fyri ein yvirgangsrita. Tað merkir, at talan er um eitt verk, ið skal føra ein persón eitt stig víðari í lívi sínum. Og hetta var júst tað, ið hendi [...] eisini havt okkara. Í gamla bóndasamfelagnum var ein ikki góðtikin sum rættur maður, fyrr enn ein hevði verið til bjarga fyri fyrstu ferð. Og ein genta var ikki eitt rætt konufólk, uttan hon dugdi at vaska
eisini nógv góð minni frá tveimum spennandi árum í Danmark, har hann eitt nú hevur spælt saman við heimskendu songkvinnuni Elaine Page. ?Hetta var til deyvaolympiaduna í Danmark, og eg var ein av tónleikarunum [...] Niclas Johannesen ?Ja, nú ætli eg mær at satsa upp á tónleikin her í Føroyum. Ið hvussu er eina tíð.? Tað var ikki lygn ? hóast dagurin var 1. apríl í ár ? tá keyboardspælarin Magnus Johannesen blakaði [...] manglaði ein kappelmeistara til sangleik, hann hevði skrivað, og so var Magnus spurdur. Eftir henda kjansin gekk slag í slag. Boð vóru eftir Magnusi, og ofta vísti tað seg, at góði vinurin Holger var millummaðurin
av mongu søgunum - anekdotunum, ið mynda støðuna. Tað var tá ein føroysk sendinevnd var í London fyri 20 árum síðani at tosa um fisk. Tá var tað ein av teimum bretsku luttakarunum, sum helt fyri um før [...] ansin). Oljumenn eru businessmenn. Ein má standa sterkur, tá ein skal hava nakað við teir at gera. Og tá er ikki at spyrja. Ein má vera fyrireikaður og vita, hvat ein tosar um. Sofus vísti við hesum til [...] onkrar áhugaverdar hendingar fram. Ein av teimum stóru løtunum øll hesi árini var m.a. tá ?Skotlandssiglingin? gjørdist veruleiki og helt hann tað vera stórt spell, at hon var burturdottin, nú hon hevði fingið
tá onkur Føroyavinur í Bretlandi var farin, tá segði tú ikki bert frá, tú sendi uppskot til bræv við, so alt var greitt, tað var bara hjá løgmanni at skriva undir. Hetta er dømi um rættan embætismann. Soleiðis [...] giftist Sofus skotskari konu og gjørdist hálvur skoti. Hetta kom væl við, tá hann sjálvur seinni tók við sum sendifulltrúi. Rættur tænastumaður Hetta starv krevur sín mann, og tað krevur ávísar eginleikar [...] trupulleikar at mynstra, ja, so var Sofus har. Grindamótmæli Tey árini, tá umhvørvisbólkar mótmæltu grindadrápi og forðaðu keypi av føroyskum fiskavørum, talaði tú søk Føroya. Góð kunning Íðin hevur tú kunnað
Fiskasølan var í, avgjørdi nýggja leiðslan at gera grundleggjandi organisatoriskar broytingar. Endamálið við hesum broytingum var, at lækka kostnaðarstøði og tað málið er rokkið. Fiskasølan var farin at [...] Marknaðarútlitini eru góð Tað hevur verið ein øgiligur útviklingur á fiskamarknaðinum í seinastuni. Prísirnir eru bara farnir uppeftir, og tað hava verið røddir frammi, sum hava sagt, at hetta kann ikki fara [...] tí primera rakstrinum uppá knappar 2,2 mió. krónur. Í 1996 var eitt lítið yvirskot, uppá umleið eina hálva mió. krónur, men heldur ikki tað var nøktandi. Vit hava biðið stjóran á Fiskasøluni, Hans Jóhannes
Kyndil tók seinast lut í Dronninglund Cup í 1996, og tá var úrslitið eisini rættiliga gott. Millum annað vann Kyndil mansunglingadeildina hetta árið. Mansunglingarnir hjá felagnum ætla at endurtaka bragdið [...] hárið grønt! Kyndil stóð seg, sum áðurnevnt væl í 1996, men undanfarin ár hevur felagið eisini havt góð úrslit. Ikki bert hondbóltur Kyndil sigur í tíðindaskrivi, at ætlanin ikki er, at øll tíðin skal brúkast [...] nýligani fyri Kyndlafagnaði, sum gav fitt av peningi. Eisini hevur verið skipað fyri lutaseðlasølu, eins og stuðul er fingin til vega frá eitt nú Føroya Sparikassa, Fiskavirking, Smyril Line. Stóra ferðalagið
Maru 8, sum lá við bryggju í Havn í gjár og skuldi til fiskiskap beinanvegin. Hann var eisini ein av skipunum, sum var her í fjør. Teir japansku bátarnir fiska allir av japanskari kvotu. Sostatt byrjar [...] Somuleiðis krevur fiskurin at verða hagreiddur upp á ein heilt ávísan máta og sjálvur fiskiskapurin er eisini heilt óvanligur fyri okkum Hetta er fyri ein stóran part vitan, sum Fiskasølan hevur og kann úvega [...] at fiskiskapur eftir tunfiski verður ein lønandi framtíðarvinna í Føroyum. Men tað er neyðugt at arið verður fram við størsta varsemi. Føroya Fiskasøla er ein fyritøka, sum hevur sæð møguleikarnar í