telefontakst og goldið galdandi minutttakst millum Føroyar og Svøríki. Hesin takstur er 3 krónur og 95 oyru. Ein telefonsamrøða til føroysku fartelefonina í Svøríki, ið vardi í 14 minuttir og 44 sekund átti [...] at kosta felaganum 20 krónur og 63 oyru, men av tí at felagin eisini varð takseraður við minuttprísinum millum Føroyar og Svøríki, kostaði hendan samrøðan honum 78 krónur og 83 oyru, ella kr. 58,20 meira [...] telefonfelagar hava goldið ov nógv orsakað av brekinum, og hvussu stórar upphæddir talan er um. 2000 krónur ov nógv Sosialurin hevur fingið hendur í útgreinaðar telefonrokningar frá einum telefonfelaga
at danir eru í Føroyum og spæla, er hetta ikki fyrstu ferð, at føroyska og danska A-landsliðið skulu dystast. Abraham var sjálvur við, bæði í Ítróttaparkini og í Landskrona, og vit spurdu hann sjálvandi [...] einki, fyrrenn tað kom fram í Sosialinum, og gjárdagin royndi stovnurin at fáa greiðu á málinum. Fyrrapartin sendi stovnurin nakrar fyrispurningar til Føroya Tele og bað um at fáa hesar svaraðar innan hósdagin [...] Vit taka hetta málið í størsta álvara, og tí er freistin so stutt, sigur Jógvan Thomsen, stjóri á Fjarskiftiseftirlitinum. Fimm spurningar Stovnurin spyr fyrst og fremst Føroya Tele, um hald er í tí, sum
orsøkin til, at kommunan í dag er so væl fyri fíggjarliga. Og so hava tey arbeiði til allar hendur í Nes Kommunu. ? Munurin á tíðini í dag og í kreppuárunum er so stórur, at tað skal næstan upplivast, [...] hava sagt upp øll okkara lán og ætla at rinda teimum alt í hondina, sigur bygdaráðsformaðurin. Eiga á bók Teir 1100 íbúgvarnir í Nes Kommuna, sum umfatar bygdirnar Nes, Toftir og Saltnes, vilja ikki longur [...] ? Í komandi viku skulu vit viðgera spurningin einaferð aftrat og síðani taka endaligu avgerðina, sigur Ólavur Magnussen, bygdaráðsformaður í Nes Kommunu.Hann leggur aftrat, at mest sannlíkt verður skuldin
inn fyri málið og úr einum 13 metrum tveitti ídni miðvallarin, Johannes Færø, seg fram og stútaði bóltin upp um NSÍ-málverjan og í málið til 2-0. KÍ hevði eftir hetta tak á dystinum, og hóast runavíkingar [...] vóru framvegis spælarar, sum kundu gera eitt sindur um seg. Á miðvøllinum spældu John Ryan og Allan Joensen og í álopinum var Tomislav Sivic. Í fyrra hálvleiki kom einki mál, men tað var nær við nakrar [...] Frálík mál Í seinna hálvleiki fekk KÍ hol á, tá John Ryan tók sakina í egnar hendur. Hann fekk bóltin einar 25 metrar frá málinum, og hann gjørdi ikki mætari enn at drøna bóltin í málið til 1-0 til KÍ. Hetta
avn, og ikki fyrrenn leygarmorgunin eydnaðist tað. Tá vóru bæði gøtumenn og hini ferðafólkini útlúgvað, men teir í Gøtu royndu kortini at seta seg upp til stríðið móti grannunum. Ov lítið hugflog NSÍ hevði [...] teimum, kunnu teir fyrst og fremst takka sær sjálvum fyri. Gøtumenn vóru ikki hugaðir at spæla fyri gallarínum og undirhalda. Teir tóku sær góða tíð til deyðbóltsstøðurnar, og teir ynsktu á ongan hátt [...] veteraninum Jóan Petur Olsen og Súna Olsen, sum gerst alt støðugari, og tað bar trupulleikar fyri NSÍ við sær. Uppspælið gjørdist tískil stirvið. Sendingarnar fram til Dánial Hansen og Christian Høgna Jacobsen
Mikkelsen og Imitz, sum tær selja. Størsta partin av skógvunum og ein part av klæðunum fáa tær úr Spania. Eisini fáa tær vørur úr Italia, Frankaríki og Hollandi. Tað er ikki bara klæðir, sum Janita og Yvonne [...] heimligu vørunum, og tí valdu tær at sláa seg saman og lata ein handil upp, sum serliga leggur seg eftir at selja evropeisk klæði. Av fyrstan tíð var ætlanin at gera eina café við navninum Taste og Europe, men [...] Atlantshavið, og tey hava framvegis ein evropeiskan samleika eftir, sjálvt um tað eru øldir síðani, at teirra ættfedrar settu búgv í hesum heimspartinum. Tí vilja tey eisini fegin hava hendur á klæðum og øðrum
allir løgtings- og landsstýrismenn sagt, at útjaðarin skal mennast, men tá tað kemur til veruleikan, so eru politikarnir sum oftast orðloysingar, tí har hendur einki, uttan at nevndir og aðrir bólkar verða [...] verða sett saman, og so sovnar alt burtur. Tað skal ikki so nógv hugflog til frá almennari síðu fyri at útvega nøkur arbeiðspláss í Suðuroy, og kann eg vísa á tvey dømi: 1. Stór yvirskrift í Sosialinum: [...] nakar ivi um, og at fingið byggiøki í Suðuroy til hesa loysn hevði neyvan verði nakar trupulleiki. Somuleiðis fer tann nýggi SMYRIL at gera ferðingina væl styttri og betri millum Suðuroy og hin partin av
humoristiskum, kenslubornum og heilt sermerktum hugaheimi. Søgugongdin er spennandi, og persónslýsingarnar breiðar og djúpar, og hvør einstakur persónur hevur sín egna lív og hvør sína søgu. Á tann hátt [...] helt dómsnevndin, at hann eins væl kundi verið spældur og skiltur í øðrum londum. Fegin vinnari Kappingin var dulnevnd, og tí hevði dómsnevndin lisið og mett um handrit, sum tey ikki vistu, hvør hevði skrivað [...] dugað at siga frá, og hava virðismett týdningin av eini góðari søgu, segði Vár B. Jacobsen, sum sat í dómsnevndini. Dómsnevndin segði eisini, at føroysk leikrit eru nakað serligt, og dómsnevndin mælti til
úr starvinum sum stjóri í Sjónvarpi Føroya, og fyrradagin eftirlíkaði landsstýrismaðurin hesum. ? Sjónvarp Føroya hevur í 1998 og 1999 havt rakstrarhall, og hesum halli hevur undirritaði ábyrgdina av. [...] aftur eina trygga legu, og útlit enntá eru til avlops, og lunnar samstundis eru lagdir undir komandi vetrarskrá, metir undirritaði, at løtan er komin til at lata raksturin upp í hendur á einum nýggjum stjóra
ein av skeiðluttakarunum, og hon sigur seg hava fingið nógv burturúr. - Mær dámar sera væl og havi eisini fingið nógv burturúr skeiðnum. Eg havi longu fingið betri sjálvsálit, og tað er gott, sigur Berit [...] hetta evnið verður tikið upp hjá bæði menningartarnaðum og teirra stuðlum. Tí er hetta skeiðið eisini fyri hjálparfólk, sum dagliga arbeiða við og taka sær av menningartarnaðum. Tey skulu eisini læra at [...] av skeiðnum, men tað er tó fyrst og fremst fyri tey menningartarnaðu. Skeiðleiðararnir leggja dent á at læra tey menningartarnaðu at taka ábyrgd fyri egnum viðurskiftum og fáa ávirkan á teirra lív. Tey