GÍ sendi enn eina ferð NSÍ um aftur Gøtueið ongul í reyv. Tað hava teir gjørt so mangan, men hesa ferð gagnaðist tepri sigurin serliga væl. NSÍ hevur síðani summarsteðgin havt rættuligan undanvind, og fyritreytirnar hjá GÍ vóru ikki av teimum bestu.
Á veg til hús leygardagin tosaðu teir um møguleikan at útseta dystin. Tað roknaðu teir við, at NSÍ og FSF høvdu gingið við til, men kortini samdust teir um, at tað var best at fáa setningin avgreiddan. Eftir lokið stríð vóru teir fegnir um tað.
At GÍ ikki kom til hús fyrrenn leygardagin á middegi, og at teir tískil tosaðu um at útseta landskappingardystin komst av óvanliga langari ferð heim úr Svøríki, har teir hóskvøldið spældu Europa Cup.
Gøtumenn fóru við bussi úr Norrköping kl. trý fríggjamorgunin. Teir vóru í Stokholm klokkan 6.30, og teir rukku akkurát til Keypmannahavnar, soleiðis at tað eydnaðist teimum at sleppa upp í flogfarið, sum ætlaðist at vera í Føroyum fyri døgurða fríggjadagin.
Men ólukkutíð fyri GÍ, øll hini ferðafólkini og flogfelagið, so var mjørki í Vágum. Tað hevði nógva flúgving við sær. Ferðalagið, sum GÍ var partur av, var tvær ferðir yvir Føroyum fríggjadagin. Tey endaðu leygarnáttina aftur í Keypmannahavn, og ikki fyrrenn leygarmorgunin eydnaðist tað.
Tá vóru bæði gøtumenn og hini ferðafólkini útlúgvað, men teir í Gøtu royndu kortini at seta seg upp til stríðið móti grannunum.
Ov lítið hugflog
NSÍ hevði allar fyritreytir at gera av við vánaligum hagtølini í Gøtu. At tað ikki eydnaðist teimum, kunnu teir fyrst og fremst takka sær sjálvum fyri.
Gøtumenn vóru ikki hugaðir at spæla fyri gallarínum og undirhalda. Teir tóku sær góða tíð til deyðbóltsstøðurnar, og teir ynsktu á ongan hátt at vera við til at seta ferðina upp. At teir tíðliga fingu hol á styrkti um fyritreytirnar at spæla soleiðis.
NSÍ megnaði ikki at halda stílin frá sannførandi avrikinum og stórsigrinum á heimavølli móti VB. Liðið var nett tað sama, men tað var ein smeitur, tá teir tíðliga noyddust at skifta Gert Langgaard út. Hann hevði trupulleikar við fótliðnum.
Men sjálvt um fólkið var tað sama, so eydnaðist ikki at fáa 4?4?2 spælskipanina at rigga. Gøtumenn, sum síðani summarsteðgin hava umskipað, vóru tættir á miðvøllinum. Magni Jarnskor, sum rann fyri fleiri, var á sentrala miðvøllinum saman við altíð skilagóða veteraninum Jóan Petur Olsen og Súna Olsen, sum gerst alt støðugari, og tað bar trupulleikar fyri NSÍ við sær.
Uppspælið gjørdist tískil stirvið. Sendingarnar fram til Dánial Hansen og Christian Høgna Jacobsen vóru ofta langar og høgar, og tað var akkurát soleiðis, sum Bartal Eliasen, Poul Ennigarð og Leivur Hansen vildu hava tær at vera.
NSÍ hevði ikki nógvar upplagdar málmøguleikar. Christian Høgni hevði onkrar royndir, og fram móti endanum var um reppið, at tað skuldi eydnast, men skotið úr spískum fór omanfyri málið hjá Sunvardi Joensen.
Heppið mál
Gøtumenn lúrdu eftir kontramøguleikum. Teir høvdu einar tríggjar møguleikar, men teir fingu bara eitt mál. Magni Jarnskor hevði tveir møguleikar í 2. hálvleiki. Aðru ferðina valdi hann at spæla tvørturum í staðin fyri at royna móti málinum, og so spurdist einki burturúr, og aðru ferðina sendi hann dygst við síðuna av.
Helgi L. Petersen fekk einasta málið. Talan var um eitt sera heppið mál. Áslakur R. Petersen hevur verið tolin, síðani hann fyrst í hesum árinum flutti úr Fuglafirði og um Varmakeldueið at spæla fótbólt. Hann hevur sitið nógv á beinkinum, men nú hevur hann vunnið sær fast pláss ystst í høgru. Hann legði upp til einasta málið, men tað var næstan av óvart. Eftir langt skift frá Súna Olsen í vinstru smekkaði hann innfyri. Tað tóktist sum um ætlanin var at royna móti málinum, men bólturin skrúvaði út frá og í pannuna á Helga L. Petersen, sum harvið var millumstøð, áðrenn bólturin legði seg í meskarnar aftanfyri Rúna Joensen.
Gøtumenn fegnaðust um málið og sigurin. Teir vóru á einum máli um, at um NSÍ hevði fingið fyrsta málið, so hevði møguleikin verið stórur fyri, at troyttu heimabeinini ikki høvdu orkað so nógv, og so kundi NSÍ sigurin gjørst sannførandi. Men NSÍ kendi ikki sína vitjunartíð, og teir noyddust enn eina ferð at staðfesta, at í Sarpigerði fáa teir sjáldan nakað burturúr.
GÍ-NSÍ 1-0 (1-0)
1-0: Helgi L. Petersen 9
Dómari: Petur Hansen (LÍF)
GÍ:
Sunvard Joensen ? Poul Ennigarð, Bartal Eliasen, Leivur Hansen ? Áslakur R. Petersen, Magni Jarnskor, Jóan Petur Olsen, Súni Olsen, Henning Jarnskor ? Helgi L. Petersen, Hans Pauli Petersen
NSÍ:
Rúni Joensen ? Kári Hansen, Arnfinn Langgaard, Djóni N. Joensen, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard, Abraham Løkin, Ian Højgaard, Jónstein Petersen ? Dánial Hansen, Christian Høgni Jacobsen .