Humoristiskt og kensluborið

Jóanes Nielsen skrivaði besta leikritið til leikritakappingina, sum Leikpallur Føroya hevði útskrivað. Dómsnevndin metti leikritið hjá Jóanesi at verða tað mest fullfíggjaða leikritið, sum var komið inn


 

Rithøvundin Jóannes Nielsen gjørdist vinnarin av leikritakappingini, sum Leikpallur Føroya útskrivaði.

Mánadagin var avdúkað, hvør vinnarin av kappingini varð, og hetta var gjørt á samkommu í Hans Andreasar húsi í Havn.

Dómsnevndin helt, at arbeiðið, sum var lagt í tey 9 innsendu handritini var virðismikið, tí tað sigur eitt sindur um, hvat rørist í samfelagnum og hjá tí einstaka menniskjanum í hesi tíð.

Dómenevndin segði, áðrenn avdúkað varð hvør vinnarin var, at tey 9 handritini innihildu góðar søgur - summar spennandi, aðrar skemtiligar ella syrgiligar. Og at talan var um heili 9 nýggj føroysk leikrit, helt dómsnevndin verða óhoyrt.

- Í okkara grannalondum hevði tað svarað til fleiri hundrað - ja, um túsund - nýggj leikrit. Kanska er tað soleiðis, at føroyingar altíð hava dugað at siga frá, og hava virðismett týdningin av eini góðari søgu, segði Vár B. Jacobsen, sum sat í dómsnevndini.

Dómsnevndin segði eisini, at føroysk leikrit eru nakað serligt, og dómsnevndin mælti til at øll 9 leikritini vórðu brúkt.


Gott hugflog

Undan avdúkingini av vinnaranum, vórðu onkur brot spæld úr leikinum.

- Eitur nakað land veekend, varð spurt, og tað var eisini heitið á vinnandi leikritinum.

Dómsnevndin helt, at hetta leikritið var skrivað úr einum humoristiskum, kenslubornum og heilt sermerktum hugaheimi. Søgugongdin er spennandi, og persónslýsingarnar breiðar og djúpar, og hvør einstakur persónur hevur sín egna lív og hvør sína søgu. Á tann hátt verður leikurin víttfevnandi og fjølbroyttur.

- Tað myndandi hugflogið er serstakliga gott, humoristiskt og sermerkt. Fer víða uttan nakrantíð at missa fótafesti, helt Olaf Johannesen, sum var ein av limunum í dómsnevndini.

Hóast leikurin er føroyskur, helt dómsnevndin, at hann eins væl kundi verið spældur og skiltur í øðrum londum.


Fegin vinnari

Kappingin var dulnevnd, og tí hevði dómsnevndin lisið og mett um handrit, sum tey ikki vistu, hvør hevði skrivað. Hetta helt Olaf Johannesen var ein lætti, tí so snúði tað seg bara um leikin og ikki um persónar.

Av tí at kappingin var dulnevnd, bar ikki til at boðasenda vinnaran til hátíðarløtuna mánadagin.

Og tá navnið varð togað úr brævbjálvanum, stóð Jóanes Nielsen svart upp á hvítt. Rithøvundin, sum millum annað hevur skrivað yrkingar og skaldsøgur, var vinnarin av leikritakappingini.

Hann varð boðsendur og kom løtu seinni á staðið.

Jóanes var fegin um at hava vunnið, men hann vildi ikki fara í holt við at greina sítt egna leikrit.

- Eg visti, at eg hevði skrivað eitt toluliga gott leikrit, so tað var sjálvandi ein møguleiki at vinna, segði Jóanes Nielsen.


Góðar søgur

At 9 leikrit komu inn til kappingina, skuldi givið møguleikar fyri at fáa nýggjar, føroyskar leikir uppsettar, helt dómsnevndin.

- Onkur av leikritunum tykjast ikki verða heilt liðug, men tey innihalda góðar søgur, og at tað kann arbeiðast meira við teimum, er eisini positivt, helt Olaf Johannesen.

Tey, sum hava sent inn, verða nú spurd, um tey framhaldandi vilja vera dulnevnd. Um tey vilja tað, fáa tey sítt leikrit aftur. Um tey standa fram, verða leikritini send til sjónleikaráhugað, sum síðani hava møguleikan at fara í holt við at seta onkran av leikunum upp.