Menningartarnað taka sakina í egnar hendur

Javni hevur hesar seinastu tríggjar dagarnar skipað fyri skeiði, sum serliga er ætlað menningartarnaðum, har tey skulu læra at taka ábyrgd

Endamálið við skeiðnum er, at læra tey menningartarnaðu at taka ábyrgd av egnari lagnu fyri eisini at fáa ávirkan á sítt egna lív.

Tað er Jóna Dahl, sum er fyrireikari av skeiðnum. Hon fekk hugskotið um eitt slíkt skeið í Føroyum, tá hon var á líknandi skeiði niðri í Danmark. Har kom hon í samband við nakrar av serfrøðingunum á økinum, sum vóru áhugaðir at koma hendavegin at hava eitt skeið fyri menningartarnað.

Hetta er fyrstu ferð, at Javni skipar fyri einum slíkum skeiði í Føroyum, og Jóna Dahl heldur avgjørt, at tørvur er á einum skeiði fyri menningartarnað í Føroyum.


Menna menningartarnað

Fyrireikararnir vilja við hesum tiltakinum menna tey menningartarnaðu í tann mun, at tey sjálv eru ment at taka eina ávísa ábyrgd av sínum egna lívi.

- Á hesum økinum er vit heilt einfalt eftirbátur í mun til hini Norðurlondini, sum vit sammeta okkum við, sigur Jóna Dahl.

Tað eisini tíð uppá, at hetta evnið verður tikið upp hjá bæði menningartarnaðum og teirra stuðlum.

Tí er hetta skeiðið eisini fyri hjálparfólk, sum dagliga arbeiða við og taka sær av menningartarnaðum. Tey skulu eisini læra at taka tey menningartarnaðu við uppá ráð, tá avgerðir skulu takast, sum snúgva seg um teirra viðurskifti.

Her heldur Jóna, at tað kanska er neyðugt við eini hugburðsbroyting millum starvsfólk á heimum fyri menningartarnað, tí tað hevur ikki verið vanligt at lata tey menningartarnaðu taka avgerðir í tann mun, sum hetta skeiðið leggur upp til. Tí eru starvsfólkini eisini ein týðandi partur av skeiðnum, men tað er tó fyrst og fremst fyri tey menningartarnaðu.

Skeiðleiðararnir leggja dent á at læra tey menningartarnaðu at taka ábyrgd fyri egnum viðurskiftum og fáa ávirkan á teirra lív. Tey menningartarnaðu mugu eisini læra, at tað er teirra ábyrgd, at teirra ynskir verða framborin og førd út í lívið. Tað er ikki okkurt hjálparfólk ella onkur stuðul, sum skal syrgja fyri, at tey fáa teirra vilja.


Búgva á vallaraheiminum

17 menningartarnað eru á skeiðnum, og tey eru millum 25 og 60 ára gomul. 14 av teimum búgva á Vallaraheiminum Tórshavn hjá Smyril Line við Oyggjarvegin. Hetta er ein liður í skeiðnum, sum hevur til endamáls at geva teimum ábyrgd.

Tey búgva tvey saman á hvørjum kamari. Eingin stuðul býr saman við teimum, meðan tey búleikast á Vallaraheiminum. Hetta er eisini fyrstu ferð, at tey hava fingið møguleikan at búgva soleiðis einsamøll uttan eftirlit.

Tey hava sínar uppgávur á Vallaraheiminum, sum tey skulu røkja hvønn dag. Jóna Dahl sigur, at tey hava megnað hesar uppgávur til fulnar, og eingir trupulleikar hava verið.

Á henda hátt kunnu tey læra at hava ábyrgd.

Skeiðið er allan dagin frá mikudegnum og tríggjar dagar fram. Um kvøldið fáa tey uppgávur, sum tey skulu loysa saman í bólkum, og úrslitið verður lagt fram um morgunin. Hetta er eisini ein liður í menningini.


Glað fyri skeiðið

Skeiðluttakararnir eru sera glaðir fyri skeiðið og eru eisini spentir um, hvussu hetta fer at rigga aftaná, tá gerandisdagurin byrjar aftur sum vant.

Berit Abrahamsen er ein av skeiðluttakarunum, og hon sigur seg hava fingið nógv burturúr.

- Mær dámar sera væl og havi eisini fingið nógv burturúr skeiðnum. Eg havi longu fingið betri sjálvsálit, og tað er gott, sigur Berit.

- Eg tori eisini betur at siga mína meining uttan at vera bangin fyri, hvat onnur halda. Tað er ofta so, at tey, sum eru rundanum, taka ein av ræðið, greiðir Berit frá.

Ætlanin við skeiðnum er eisini, at tey menningartarnaðu kunnu sleppa undan at stríðast ov nógv við at sleppa til orðanna, og tað eiga tey eisini at verða betur før fyri eftir skeiðið.

Á skeiðnum hava tey gjørt hvør sína plakat, har tey hava myndir av familjuni, arbeiðsplássinum og øðrum, sum hava ein leiklut í teirra lívi. Á hesi plakatini hava tey eisini sett nøkur av teirra ynskjum fram. Á henda hátt kunnu tey læra, at bera fram teirra ynskir, sum er ein týðandi partur av skeiðnum.


Kontaktnevndin

Javni setti í 1994 eina kontaktnevnd við fimm menningartarnaðum. Henda nevndin skuldi vera bindilið millum Javna og tey menningartarnaðu, men henda nevndin hevur ongantíð virkað, sum hon skal.

Í sambandi við hetta skeiðið, har tey menningartarnaðu skulu hava meira ávirkan, er ætlanin, at fáa gongd á aftur hesa nevndina. Við hesi nevndini skulu tey menningartarnaðu verða betur hoyrd, sum skeiðið eisini leggur upp til. Hetta skal eisini verða ein partur av niðurstøðuni eftir skeiðið.

Úr Danmark eru komnir tveir konsulentar og tvey foreldur. Annar av konsulentunum er Frank Ulmer Jørgensen, sum eisini hevur havt fyrilestur á Hotel Hafnia um menningartarnað við sálarligum breki.

Frank Ulmer Jørgensen, sum er annar av skeiðleiðarunum, starvast hjá LEV, sum er danska felagið fyri menningartarnað.

Seinasti dagur verður í morgin, og tá fara tey eisini at taka samanum og koma fram til eina niðurstøðu.