Hetta er ikki ein handil, sum nógvir aðrir har um leiðir, ið selja klæðir. Hesin leggur dent á at hava eitt gott útboð av evropeiskum vørum, sum Janita heldur verða ein trotvøra har um leiðir.
- Tá eg kom yvir her at búgva fyrstu ferð, legði eg beinanvegin merki til, hvussu lítið útboðið av veruligum evropeiskum klædnavørum var. Tað var mest í amerikanskum sniði, og tað er ikki nóg gott, sigur Janita.
Føroyskt/Spanskt samstarv
Janita er ikki einsamøll um hesa nýggju verkætlanina. Yvonne Grim úr Spania er eisini partaeigari av handlinum, og tær reka hann saman. Eisini er tað fyri tað mesta tær báðar, sum standa aftanfyri diskin og taka ímóti Gloucester búgvum, sum fegnir vilja klæða seg í pløgg, framleidd í okkara heimsparti. Eisini hava tær tvey onnur starvsfólk, sum tó ikki eru fulla tíð.
Tá Janita flutti til Gloucester á øðrum sinni, men hesuferð við manni sínum, arbeiddi hon í eini vakurleikastovu í eini fjúrtan mánaðar, har hon mest fekst við at røkja negl hjá fólki. Á sama arbeiðsplássi arbeiddi eisini Yvonne sum massøsa.
Sum evropearar saknaðu tær ein part av teimum heimligu vørunum, og tí valdu tær at sláa seg saman og lata ein handil upp, sum serliga leggur seg eftir at selja evropeisk klæði. Av fyrstan tíð var ætlanin at gera eina café við navninum Taste og Europe, men tað gjørdist klæðir ístaðin. Ætlanin við café´ini eru tó ikki heilt lagdar til viks, men eitt ting í senn.
Tað liggur eisini í navninum, Touch of Europe, at hetta er ein handil, sum hevur ein serligan evropeiskan dám. Handilin er mitt í býnum og kundi tí ikki ligið betur fyri. Eitt høli er leigað í eini
handilsmiðstøð, sum er í høvuðsgøtuni í Gloucester. Tá handilin lat upp, hevði eitt av lokalbløðunum har eisini eina grein um nýggja
handilin.
Gongur væl
Í tær fýra mánaðirnar, sum handilin hevur verið opin, hevur tað gingið avbera væl. Janita sigur, at undirtøkan hevur verið sera góð og nógv betri, enn tær sjálvar høvdu torað at vóna frammanundan.
- Tað gongur sera væl við handlinum, og tað er heilt vist, at tørvur er á einum slíkum handli, sigur føroyska handilskvinnan í USA.
- Orsøkin, til at tað hevur gingið so væl í hond, er kanska tann, at flest fólk her hava djúpar røtur handan Atlantshavið, og tey hava framvegis ein evropeiskan samleika eftir, sjálvt um tað eru øldir síðani, at teirra ættfedrar settu búgv í hesum heimspartinum. Tí vilja tey eisini fegin hava hendur á klæðum og øðrum, sum er framleitt í Evropa, greiðir Janita frá.
Handilin hevur havt nógv viðskiftafólk, og longu nú leggja tey merki til, at nøkur teirra leggja leiðina framvið aftur Touch of Europe, eftir at tey hava verið har einaferð. Tó heldur Janita, at tað er nakað tíðliga at siga, hvussu tað fer ganga í longdini.
Tær hava lagt seg eftir at gera nakað øðrvísi enn allir hinir klædnahandlarnir, og tað vísir seg at virka væl. Janita greiðir frá, at útboðið av klæðum er ómetaliga stórt, men eingin hevur selur sovorðin klæðir, sum tær.
- Um viðskiftafólk skulu hava nakað øðrvísi, so skulu tey vita, júst hvar tey skulu leita, ella er tað næstan ógjørligt at finna fram til tað, man vil hava. Tá so fólk koma í okkara handil vita tey, at tey her kunnu ogna sær nakað heilt øðrvísi enn vanligu handlarnir selja, sigur Janita.
Sum nú er fáa tær mest danskar og spanskar vørur, tí tað er mest natúrligt hjá teimum at samstarva við framleiðarar úr hesum báðum londunum. Janita hevur eitt systkinabarn, sum arbeiðir í Klivanum í SMS, og haðani hevur hon fingið at vita, hvønn hon skal venda sær til í Danmark. Av donskum merkjum er tað mest Day Birger et Mikkelsen og Imitz, sum tær selja. Størsta partin av skógvunum og ein part av klæðunum fáa tær úr Spania. Eisini fáa tær vørur úr Italia, Frankaríki og Hollandi.
Tað er ikki bara klæðir, sum Janita og Yvonne selja, men eisini fáast tær kendu Bodum kannurnar hjá teimum. Tað er tó fyrst og fremst ein klædnahandil, og eini 80% av teirra vørum eru klæðir.
Janita hevur verið nógv runt
Janita hevur ferðast nógv runt um okkara leiðir á norðaru jarðarhálvu, men hon hevur nú sett búgv í lítla fiskibýnum Gloucester í Norðuramerika. Meira nágreiniliga liggur býurin á North Shore, sum tað verður nevnt har yviri, í statinum Massachusetts. Nærmasti kendi býurin er Boston, sum eisini er høvuðsstaðurin í Massachusetts. Hann liggur 50 kilometrar frá Gloucester.
Boston er ein av teimum elstu býunum í USA, ið eru grundlagdir av norðurevropearum, og var hetta øki var ein týdningarmikil miðdepil í amerikanska frælsisstríðnum seinasti í 1700-talinum.
New England, sum fevnir um ein stóran part av eysturstrondini í USA, er framvegis tann mest evropeiski parturin av USA, men ikki nóg europeiskur til Janitu, og tað hevur hon eisini gjørt nakað við.
Hon flutti úr Føroyum sum 19 ára gomul fyrst í nítiárunum. Hon hevur tikið FHS á Handilsskúlanum í Havn og fór so niður til Danmarkar á hægri handilsskúla. Síðani fór hon í læru innan útflutning, og hon hevur arbeitt hjá Føroya Fiskavirking í Danmark, Týsklandi og USA. Har trúlovaðist hon við stjóranum á tí fyritøkuni, hon var í starvsvenjing hjá. Tey giftust í Keypmannahavn og fluttu aftur til Gloucester, har tey hava búð seinastu trý árini.
Hon eigur nú tveir dreingir saman við manninum Frank. Tann eldri er hálvtannað ára gamal og eitur Frank Junior eftir pápanum. Tann eldri eitur Andreas og er hálvttriðja ára gamal.
The Perfect Storm
Býurin Gloucester var karmur um kenda og væl umtókta filmin The Perfect Storm, har George Clooney hevði høvuðsleiklutin, sum skiparin, ið gekk burtur við skipi sínum í einum av ringasta ódnarveðrinum, sum hevur verið har um leiðir í nýggjari tíð.
Janita sigur, at nógv fleiri ferðafólk enn vanligt hava vitjað býin í summar, og tað er orsaka av filminum. Hetta hava tær eisini merkt í handlinum. Gloucester er ein legendariskur fiskibýur, og ein bók hjá kenda rithøvundanum Rudyard Kipling gongur eisini fyri seg á einum báti úr Gloucester.
Fyri Janitu Vermundsdóttir Powell hevur henda verkætlanin eydnast væl, og handil hennara við heimligu vørunum hjálpir eisini eitt sindur uppá heimlongsulin hjá teimum báðum útisetunum í Gloucester.