Sjónvarpsstjórin farin frá

Tróndur Djurhuus boðaði í tíðindaskrivi í gjár frá, at hann hevur heitt á landsstýrismannin í kringvarpsmálum um at loysa seg úr starvinum

 

John Johannessen


Í gjár fór Tróndur Djurhuus úr sessinum sum stjóri fyri Sjónvarp Føroya.

Fyrrverandi sjónvarpsstjórin heitti hósdagin á landsstýrismannin í kringvarpsmálum um at loysa seg úr starvinum sum stjóri í Sjónvarpi Føroya, og fyrradagin eftirlíkaði landsstýrismaðurin hesum.

? Sjónvarp Føroya hevur í 1998 og 1999 havt rakstrarhall, og hesum halli hevur undirritaði ábyrgdina av. Nú tað hevur eydnast at fáa raksturin í aftur eina trygga legu, og útlit enntá eru til avlops, og lunnar samstundis eru lagdir undir komandi vetrarskrá, metir undirritaði, at løtan er komin til at lata raksturin upp í hendur á einum nýggjum stjóra, sigur Tróndur Djurhuus millum annað í tíðindaskrivi.

Tróndur Djurhuus vónar, at eitt stjóraskifti á stovninum kann virka við til at skapa stovninum tann frið, sum hann so harðliga hevur fyri neyðini.

Landsstýrismaðurin í kringvarpsmálum, Tórbjørn Jacobsen, hevur valt at seta Jógvan Jespersen, útvarpsstjóra, í starv sum fyribils stjóra í Sjónvarpinum. Jógvan Jespersen verður sostatt stjóri á báðum stovnum, til nýggjur stjóri er funnin.

? Persónliga samanfallið eigur á ongan hátt at skiljast sum ein liður í eini roynd at leggja almennu fjølmiðlastovnarnar saman. Politiska málið er framvegis, sum fráboðað í løgmansrøðuni á ólavsøku, ar skipa tær báðar almennu rásirnar sum sjálvstøðugar almennar fyritøkur, sigur Tórbjørn Jacobsen í tíðindaskrivi.