hann hevur verið í Vestmanna seinastu árini, og leggur í sama viðfangi afturat, at eftir hansara meting hevur hetta alstóran týdning fyri úrtøkuna av venjingini og harvið fyri úrslitini í dystunum. Sera [...] ígjøgnum longri tíð. Hví Neistin At tað júst gjørdist Neistin, sum í komandi kappingarári fær gleðina av hondbóltsevnunum hjá Áka, kemst í stóran mun av, at venjarin hjá Neistanum er vestmenningur. Áki hevur [...] metir Áki seg eisini vita, hvørjum Páll stendur fyri í hondbóltshøpi, og at hann tískil gleðir seg til samstarvið teirra millum. Skuldi hann verið verandi í Føroyum, uttan at spæla við VÍF, so var hetta eisini
verður neyvan heldur við í 19. rundu á bretskum øki. Felagið hevur annars verið við í kanningunum her seinastu mongu árini og hevur brúkt væl av peningi. Tað var við í Lopransboringini, í umhvørvisarbeiðinum [...] heldur enn at skula fara út í nýggjar íløgur í einum fremmandum øki, har tað er djúpt og tískil verður dýrt at fara undir leiting. Hetta er so teirra forkláring. BP Amoco kortini í góðum hýri Hóast hetta so [...] veit meira enn tey flestu um møguleikarnar okkaru megin. BP Amoco, sum í dag telist millum størstu oljufeløg í heiminum, leggur í løtuni seinastu hond á yvirtøkuna av Arco, sum eisini er við á Føroyaøkinum
tekur dømi í Fiskavirking. Virkið í Havn manglaði fólk, og tað var sera torført at fáa fatur á. Samstundis hevði sama fyritøka fólk skrásett sum arbeiðsleys í Vestmanna. ? Tá klórar man sær í nakkanum og [...] Karin Kjølbro, sum er formaður í ALS-stýrinum, setir eins og hini spurnartekin við góðskuna í skipanini, tí tað er vandi fyri misnýtslu. Hon vísir á, at 60 prosent av fólkunum í fiskavirkisskipanini eru kvinnur [...] tey ikki um so er, at tey eru á skeiði, og tí vera kvinnurnar í grundini verri fyri við at vera við í fiskavirkisskipanini enn um tær eru í vanligu arbeiðsloysisskipanini, sigur Karin Kjølbro. Hon vísir
fert úr starvi, er tað í fyrstuni ein saknur og eitt tómrúm. Men tað er lítil dugur í at setast hendur í favn. Gott er at ganga túrar, tað setur góðar tankar í gongd. Í Tilhaldinum í Havn er nógv gott at [...] gomlu í Føroyum eru viðurskifti, politikararnir seta á dagsskránna. Hesi viðurskifti og mong onnur vóru millum evnini, ið vóru umrødd á søguliga pallborðsfundinum í Norðurlandahúsinum hósdagin í sambandi [...] starvast á skrivstovuni í Studentaskúlanum í Hoydølum. Elin vísti á raðfestingina hjá Tórshavnar býráð, sum hevur valt at brúka nógvar pengar í ein altjóða ítróttarvøll, ístaðin fyri at útvega teimum gomlu
Brend í sambandi við at bók hansara um trúboðaran Kaju Nemuel í Nigeria kemur út. Í skránni er tala, sangur og upplsetur úr bókini. Øll eru hjartaliga vælkomin. KFUM & KFUK í Norðoyggjum Møti verður í kirkjuni [...] 15: Eldrasamkoma í KFUK v/ Agnar Nielsen. Meinigheitshúsið í Havn Týskvøldið 5. okt. verður almenn samkoma við Snorra Brend, í sambandi við at bók hansara um trúboðaran Kaju Nemuel í Nigeria kemur út. [...] farið í kirkju á Eiði og við Norðskála kl. 12) Haldarsvík: kl. 12, altarg., Marjun Bæk Kollafjørður: kl. 12, altargangur, Uni Næs. (Broytt kirkjutíð. Í Kollafirði, Hósvík og Haldarsvík verður farið í kirkju
kann við einari verkætlan. Endakappingin verður í Vestmanna 1. apríl 2000. Fleiri upplýsingar um EBG-verkætlanina fáast við at venda sær til ein av limunum í stýringarbólkinum: Claus Reistrup, Undirvísingar- [...] 16.00 á Handilsskúlanum á Kambsdali. Á kveikjaradegnum koma allir næmingar og lærarar, sum luttaka í EBG, saman á Handilsskúlanum. Íverksetarar úr vinnuni kunna millum annað um, hvussu teir gjørdu, tá [...] fo, Bjørgfríð Ludvig, Føroya Arbeiðsgevarafelag, bjorgf@industry.fo Faldari fæst frá Claus Reistrup í Undirvísingar- og mentamálastýrinum.
at nú verður so sjabbað víðari í eitt ár ella tvey. ? Men so fer ósemjan at standa aftur í ljósum loga. Hann sigur, at fyri læknarnar er málið í grundini sera einfalt: ? Í læknalógini er tað álagt okkum [...] slíkum bygnaði. Síðani hevur verið tøft í málinum í alt vár og alt summar. Skuldi skera ígjøgnum Men seint í summar boðaði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður í heilsumálum frá, at høvdu partarnir ikki [...] sum tá var, ætlaði at seta hana í verk, fóru sjúkrasystrarnar í verkfall. Síðani broytti landsstýrismaðurin støðu og ætlaði at seta ein tvístreingjaðan leiðslubygnað í verk. Men tað vildu læknarnir ikki
hevur verið um Vestmanna í hondbóltshøpi, hevur tosið aloftast verið um, hvussu menninir í hondbóltsbygdini hava staðið seg í oddastríðnum. Seinasta ár kundu kvinnurnar tó eisini vera við í reypinum, við [...] positivu gongdini, kann tað væl fara at verða at hondbóltstosið í Vestmanna framyvir verður meira í tráð við javnstøðulógina. [...] farið varð undir kappingina, og eitt skifti vóru tær væl við í oddastríðnum. Eftir at stigini eftir fyrra helming av kappingarárinum vórðu býtt í tvey, gekk tó ikki so væl hjá VÍF, og endin gjørdist, at tær
Tá kappingarárið í fjør var komið at enda, lá Neistin á fjórðaplássinum. Ein góður endaspurtur togaði Neistan framum grannarnar úr Hoyvík, og tað var í grundini ein góð mynd av bláa liðnum úr høvuðsstaðnum [...] sum hava fylgt eitt sindur við í fyrireikingunum til hetta kappingarárið vita, at Neistaliðið hevur fingið nýggjan venjara og fleiri nýggjar leikarar. Páll Poulsen, sum í fjør var venjari hjá fyrsta kvinnuliði [...] Neistin av sær sjálvum flytir fram í røðini av favorittum. Harafturat eru Petur Magnusson og Finnur Hansson nýggir menn, og teir hava báðir havt framstandandi rollur í Kyndli og H71. Trupult at vera favorittur
mist í fyrru helvt, hevur hetta ikki alt at siga. At enda sigur Hjalmar, at hann væntar at kappingin í ár fer at standa ímillum Neistan, Kyndil, StÍF og VÍF. Hann ivast heldur ikki í, at kappingin í ár fer [...] royna at gera sítt ítarsta fyri at tryggja, at gullið aftur kann enda í Vestmanna. Hinvegin er liðið ikki heilt tað sama sum undanfarin ár, men ikki er víst, at hetta hevur gjørt liðið veikari heldur Hjalmar [...] ikki verða so sterkir í byrjanini av kappingini. Longu 1. juli byrjaðu vestmenningarnir at venja av álvara, og eftir at teir fingu eitt heldur skuffandi úrslit móti finnlendingum í europa-cup, er tað eins