- At tosa um fullveldi, samstundis sum ein økjur um almennu fyrisitingina, er púra burturvið. Eg veit ikki hvør skal gjalda, men um danir skulu gjalda, so haldi eg skommin er fullkomin, sigur Ingeborg Vinther.
Hon fílist á, at almenna fyrisitingin er í støðugum vøkstri, har stjórar og fulltrúar verða settir í starv, meðan arbeiðsloysi millum ófaklærd er alt ov stórt.
Verður ikki táttað í innan almennu fyrisitingina, so verður galin endi, tí tað eru ikki fólkini á gólvinum, ið fáa arbeiði, men í hægra endanum gongur púra vilt fyri seg, har stjórar og fulltrúar verða settir í starv, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag.
Hon heldur hetta ikki hóska saman við prátinum um fullveldi.
- Teir mugu heldur taka sær um reiggj og fáa samfelagið og tað almenna at virka, tí tað nyttar ikki at reka tað almenna, bara við at seta stjórar, fultrúar og deildarleiðarar, heldur Ingeborg Vinther, sum heldur ikki metir, at myndugleikarnir gera nóg mikið fyri at fáa vinnuna at virka, tí arbeiðsloysið millum ófaklærd og tímalønt er eftir hennara tykki alt ov stórt.
Sirkus tinganes
- Tað hjálpir lítið at tosa um fullveldi, samstundis sum teir útbyggja almennu umsitingina við fleiri og fleiri fólkum við topplønum, meðan tey niðast á stiðjaum hava verri og verri við at klára seg, sigur Ingeborg Vinther.
Hon sær onga meining í hesum.
- Ein spurningur er eisini, hvør skal gjalda fyri alt hetta. Hvør skal gjalda fyri sirkusi, sum gongur fyri seg í Tinganesi?, spyr Ingeborg Vinther, sum heldur, at lítið verður hugsað um avleiðingarnar og tað sum liggur fyri framman.
Hon ógvast yvir tølini, ið eru at hoyra um økingina í landshúsarhaldinum og hon heldur, at táttast skal í.
- Í almennaøkinum, har haldi eg, at táttast skal í. Tað ein hevur hoyrt, so er miðfyrisitingin dýrkað frá 20 miliónum upp í 60 milliónir frá 1995 til 1998, sigur Ingeborg Vinther, sum ikki fær hetta at hanga saman við prátinum um fullveldi.
- Skulu danir gjalda føroyska fullveldið, so er skommin fullkomin, sigur Ingeborg Vinther.