Minni sjónligur

Líkt er til at liðskiparin hjá VÍF seinastu árini, Hjalmar Klein Olsen, verður minni at síggja á vøllinum í mun til undanfarin kappingarár

Orsøkin til hetta er, at Hjalmar í ár skal vera hjálparvenjari hjá Daniel Rapa, sum eins og seinasta ár skal taka sær av besta liðnum hjá vestmenningum.

Hjalmar sigur sjálvur, at hann heldur at tað nú er tíð til at trappa nakað niður í leiklutinum sum spælari, og at hann tískil sær hetta sum eitt gott høvi.


Gera sítt besta

Um vónirnar fyri kappingarárið sigur Hjalmar, at teir sjálvandi fara at royna at gera sítt ítarsta fyri at tryggja, at gullið aftur kann enda í Vestmanna. Hinvegin er liðið ikki heilt tað sama sum undanfarin ár, men ikki er víst, at hetta hevur gjørt liðið veikari heldur Hjalmar.

Burtur eru tvær ferðir Áki, við tað at Áki Olsen er farin til Neistan, ímeðan Áki G. Olsen er farin til Danmarkar. Harafturat hevur Rógvi Nielsen slitið sær hælsinuna, og verður helst ikki at síggja á vøllinum aftur í ár.

Hinvegin hevur liðið havt tilgongd av einum somikið sterkum leikara sum Inga Olsen, umframt at Daniel Rapa helst ætlar sær at spæla meira enn teir 3 dystirnar, sum tað bleiv til alt seinasta ár, við tað at skaðar forðaðu fyri, at hetta tal gjørdist størri.

EC-dystirnir kosta

Annars heldur Hjalmar, at teir helst ikki verða so sterkir í byrjanini av kappingini. Longu 1. juli byrjaðu vestmenningarnir at venja av álvara, og eftir at teir fingu eitt heldur skuffandi úrslit móti finnlendingum í europa-cup, er tað eins og nakað av gassinum er farið av ballónini, og venjingin hevur ikki gingið við heilt somu ferð síðani hetta. Hann heldur tó ikki, at nakar stórur vandi er í hesum, tí tað hevði kortini verið ógjørligt at hildið seg toppinum alt árið.


Jøvn kapping

Harumframt verður tað helst seinna helvt av kappingarárinum, sum verður avgerandi fyri, hvar gullkrónurnar fara at enda, so um onkur stig verða mist í fyrru helvt, hevur hetta ikki alt at siga.

At enda sigur Hjalmar, at hann væntar at kappingin í ár fer at standa ímillum Neistan, Kyndil, StÍF og VÍF. Hann ivast heldur ikki í, at kappingin í ár fer at gerast sera spennandi, við tað at hann roknar við, at hesi 4 fara øll at taka stig frá hvørjum øðrum, umframt at hann eisini roknar við, at lið sum eitt nú H71 fara at gera onkran vørr av og á.