Tá kappingarárið í fjør var komið at enda, lá Neistin á fjórðaplássinum.
Ein góður endaspurtur togaði Neistan framum grannarnar úr Hoyvík, og tað var í grundini ein góð mynd av bláa liðnum úr høvuðsstaðnum.
Misjøvn avrik, har teir á einum góðum degi bastu teimum góðu liðunum og so vikuskiftið eftir taptu móti einum botnliðið.
Til dømis kunnu vit nevna, at Neistalið nærum forpurraði vónum strandinga um FM-heitið. Ella sagt á ein annan hátt. Tað var kanska júst sigur Neistans á StÍF, sum fekk fjarbúgvarnar at vakna úr dvala.
Teir framdu nevniliga eisini tað bragd, at teir vunnu á Kyndli júst sum ein trúði, at teir grønu vóru farnir um málstrikuna við meistaraheitinum, sum seinni glapp inn á Strendur.
Styrkt munandi
um liðið
Tey, sum hava fylgt eitt sindur við í fyrireikingunum til hetta kappingarárið vita, at Neistaliðið hevur fingið nýggjan venjara og fleiri nýggjar leikarar.
Páll Poulsen, sum í fjør var venjari hjá fyrsta kvinnuliði felagsins, hevur tikið við sum venjari hjá monnunum.
Páll hevur royndirnar bæði sum leikari og eisini sum venjari, bæði hjá kvinnum og monnum.
Sum hjálparvenjara hevur Páll fingið ein av allarbestu spælarum í landinum.
Áki Olsen, sum spældi saman við Pálli fyri nøkrum árum síðani, hevur tikið av tilboðnum um at gerast hjálparvenjari og leikari hjá teimum bláu, og tað ger, at Neistin av sær sjálvum flytir fram í røðini av favorittum.
Harafturat eru Petur Magnusson og Finnur Hansson nýggir menn, og teir hava báðir havt framstandandi rollur í Kyndli og H71.
Trupult at
vera favorittur
Hóast tað tí skuldi tað betri enn gott út hjá Neistanum, so ber ikki til at fáa venjaran at siga, at tað verður Neistin, sum verður meistari tá hetta kappingarárið er farið afturum.
? Tað eru fleiri góð lið, og tí verður tað trupult at siga hvør fer at vinna, men vit fara eftir eini plasering millum trý tey bestu, sigur Páll.
Hann vísir á, at sjálvt um Áki er farin úr VÍF, so eru vestmenningar ikki fyri »nothing« allíkavæl. Ingi er komin afturíaftur, og hann borgar fyri góðsku.
? Strandingar eru neyvan verri í ár enn teir vóru í fjør, við tað at teir hava fingið Hannis, so tað er ein spennandi kapping vit fara undir, sigur Neistavenjarin, sum leggur afturat, at grannarnir úr Kyndli hava traditiónir fyri at klára seg væl, so teir skulu nokk koma.
Gott at leikararnir flyta ímillum
Hóast venjarin hjá Neistanum í síni tíð var ein teirra, sum trúliga koyrdi millum Havnina, har hann búði og Vestmanna, har hann spældi, so fegnast hann um, at tíðin er farin frá at leikararnir eru bundnir at einum felag fyri alt lívið.
? Eg haldi tað er gott, tí tá verður tað ikki altíð tað sama felagið, sum kemur at liggja í oddinum, og tað haldi eg er gott fyri hondbóltin, sigur Páll, sum vísir á, at hondbólturin á hesum øki haltar eitt sindur aftaná fótbóltin.
? Men nú er hondbólturin við at vera har eisini, leggur hann afturat.
Og fyri Neistan er tað kanska ikki so galið, at »felagskenslan« er burtur, tí annars hevði tað nokk verið heldur tunnligt við leikarum í tí betra endanum.
Grannafeløgini hava verið góðir leverandørar til Neistan og bert fáir av teimum, sum eru á fyrsta liði eru Neistamenn av uppruna.
Og tað er í grundini løgið, tí hóast Neistin nokk hevur tað størstu ungdómsdeildina í øllum landinum, so hevur tað higartil ikki kastað stórvegis av sær til besta liðið hjá felagnum. men tað verður kanska øðrvísið um Neistin gerst meistari í ár. Livst so spyrst.