hesum sambandi verður ein kveikjaradagur leygardagin 23. oktober 1999, kl. 10.00 ? 16.00 á Handilsskúlanum á Kambsdali. Á kveikjaradegnum koma allir næmingar og lærarar, sum luttaka í EBG, saman á Handilsskúlanum. Íverksetarar úr vinnuni kunna millum annað um, hvussu teir gjørdu, tá ið teir fóru undir at stovna egið virkið. Hendan dagin verður eisini arbeitt við, hvussu eitt gott hugskot kann mennast, og hvussu arbeiðast kann við einari verkætlan.
Endakappingin verður í Vestmanna 1. apríl 2000.
Fleiri upplýsingar um EBG-verkætlanina fáast við at venda sær til ein av limunum í stýringarbólkinum:
Claus Reistrup, Undirvísingar- og mentamálastýrið, claus@umms.fo, Joan Stampe, Føroya Banki, fbkmarkn@post.olivant.fo, Katrin Zachariasen, Føroya Handilsskúli á Kambsdali, katrinz@kambsdal.olivant.fo, Bjørgfríð Ludvig, Føroya Arbeiðsgevarafelag, bjorgf@industry.fo
Faldari fæst frá Claus Reistrup í Undirvísingar- og mentamálastýrinum.