Sosialinum um ætlanirnar hjá býráðnum um, hvat tey skuldu brúka teir pengarnar, sum vóru settir av til barnaansing, til - har stóð ikki ein króna, hvørki til vesturbý ella Argir. Av tí at eg visti, at dagstovnurin [...] hesum nú, hon ikki longur er formaður í sosialu nevnd. Hon hevur vitað av vónleysu støðuni í vesturbýnum, ið mær er fortalt alla tíðina hevur verið verri enn aðra staðni í býnum. Hon kundi verið komin [...] stovnspláss í mun til børn á bíðilista. Gott nokk vóru øki, sum ongan sjálvstøðugan stovn høvdu, men tey børnini sluppu hóast alt inn á aðrar stovnar í Havnini. - Eftirsum at býráðið altíð hevur havt eitt t
fyri róðrið. Og tú eigur at hava í huga, at tá ið talan er um børn, er ikki nóg mikið at tú hevur rættin á tínari síðu, tí at tú hevur fylgt ferðslureglunum. Tað verður kravt av tær, at tú hugsar fyri børnini [...] Spurningurin er, hvør hevur so ábyrgdina? Tað er tú, sum varðar av barninum, ert tú foreldur, lærari, petagokur ella bara ert saman við barninum. Men tað er eisini - og ikki minst - tú, sum situr aftan fyri [...] einum bilførara. ? Fyri tað um eitt barn hevur lært, hvussu tað skal bera seg at í einum ávísum vegamóti, er ikki vist at barnið dugir at yvirføra hesa vitan til eitt annað vegamót, sum er bara eitt sindur
minniluti hevur sín serliga áhuga í sínum serliga máli, sum neyvan hevur nakran týdning fyri aðrar veljarar. Hvør av hesum minnilutum velur teg, um tú vilt stuðla hansara máli, sama, hvat tú gert við onnur [...] fólkaræðið Kjak um demokratisku stýrisskipanina hevur ikki verið gerandisligt hjá okkum, eins lítið og tað hevur verið tað seinnu árini í øðrum londum. Í mongum hevur Amerika og USA gingið undan í hesum kjaki [...] stóð um, hvørt samfelagsfriður og reglulag varð best tryggjað við at leggja vald til stjórnina ella við at veita kunnleika til fólkið. Jefferson trúði uppá seinnu loysnina, at samfelagið gjørdist ikki sterkt
roynt at lært teir, at um tú fert út ímóti einum spælara, og hann sleppur ígjøgnum, so lat hann fara. Kanska skorar hann, kanska skorar hann ikki, men um tú tekur hann tá, fáa teir brotskast, og tú fært tveir [...] nógv sum teir hjá Barcelona. Hans Guðmundsson fór fyrstu ferð til Spania í byrjanini av august mánaði 1985 til felagið Canteras, sum helt til í Las Palmas, og sum spældi í bestu sponsku deildini. Tað gekk [...] haldi eg. Eg hevði onga veruliga orsøk til tað, men fór kortini, sigur Hans. Kappingarárið 1991/92 var Hans aftur í barndómsfelagnum FH, sum hann var við til at gera til bæði meistara og steypavinnara hetta
ímillum Føroyar og Danmark. Eitt nú hevur hann gjørt eitt uppskot til, hvussu viðurskiftini ímillum bæði londini skulu skipast framyvir. Ólavur Christiansen hevur valt tað bleytu millumloysnina. Hann [...] løgmanni, ella avvarðandi landsstýrismanni, skal forsetin staðfesta tær lógir, sum løgtingið hevur samtykt. ? Uttan gylduga heimild kann løgmaður ikki sýta at staðfasta lógir, sum løgtingið hevur samtykt [...] umbøn frá løgtinginum kann kongur útnevna føroyska lansforsetan til ríkisins umboðsmann í Føroyum. ? Ella kongur útnevnir ein annan til embætið, tá ið landsforsetin ikki røkir hesa uppgávuna. Ólavur C
ferðafólkum og fremmand valuta til landið. Men kanska meira áhugaverdar eru tær óbeinleiðis fylgjurnar, sum koma, tá nógv fólk vitja til landið. Her vóru fleiri dømir: -Øktar inntøkur til framleiðslu-, matsovu- [...] a. fyri at betra um hesar trupulleikar, at Lise Lyck er her. Hon hevur í nógv ár arbeitt við ferðavinnu, bæði í Danmark, har hon hevur havt ein stóran leiklut í stóra Oyrasundsprojektinum, og í øðrum londum [...] lofti hetta kvøldið. Fylgjurnar av ferðavinnuni Hon spurdi fyrst, hvat vit føroyingar kunnu fáa burturúr einari øktari ferðavinnu. Til hetta segði hon, at burtursæð frá inntøkum, kunnu vit eisini nýta
mentanarliga, og so er tað líka mikið um landið er stórt ella lítið, bert tú ikki avbyrgir teg politiskt, sigur Lise Lyck. Hon vísir til Danmark, sum hevur somu trupulleikar við máli, búskapi o.s.fr. og at landið [...] Søren Rye gjørdi um fuglar og fuglaveiðu. Tað er við til at danir vilja varðveita ríkisfelagsskapin. Føroyingar nøgdir við stórt rásarúm Hvat heldur tú sum dani, við innliti í føroyskumviðurskiftum, um [...] samsending við danska útvarpið frá kl. 13 - 15. Ein teirra, sum hevur fylgt við gongdini í Føroyum seinastu árini er Lise Lyck, lektari. Hon hevur serliga arbeitt við búskaparligum viðurskiftum í smátjóðum
Kommununevndin hevur eitt einfalt uppskot til loysn, og vónandi verður tað tikið til eftirtektar. Lagt verður eisini upp til, at kommunala nýtslan av skattapeninginum gerst meira effektiv. Nevndin hevur arbeitt [...] ógvuliga lítið verið at hoyrt til málið. Hetta er undrunarvert, tí eftir føroyskum viðurskiftum hevur arbeiðið hjá kommununevndini bæði verið drúgt og umfatandi. Álitið er tí ikki til at koma uttanum í viðgerðini [...] gagnnýta skattapeningin effektivt. Kommununevndin hevur tíverri onki greitt boð, og tað sær ikki mætari út, enn at hildið verður, at bara tú leggur uppgávurnar út til kommunurnar, so kemur restin av sær sjálvum
Lesarin fær til dømis ongantíð at vita, hvørjum flokki Høgni gongur í, hvørki tá ið hann akkurát er afturkomin til Føroya ella seinni undir frásøgutíðini. Á einum av teimum fyrstu síðunum hevur hann ikki [...] lyndi til at brúka orðið gott í staðin fyri væl, - smakkar gott o.s.fr. - meðan høvundurin ella rættlesarin í hesum føri er farin hinvegin. Dømi eru, har mamman sigur, hvat ið tey skulu hava til døgurða: [...] ikki minst til at keypa fyri mammuna, men hvat tað er, hann hevur gloymt at keypt, verður ikki nevnt. Somuleiðis hava Høgni og vinmaðurin lænt ein videofilm, sum teir hava roynt eftir í fleiri vikur. Filmurin
1960 til Keypmannahavnar at læra til sjúkrasystur. Eftir lokna útbúgving arbeiddi hon í fimm ár við psykiatriskum sjúklingum í Keypmannahavn og í 1969 flutti hon til Gøteborg, har hon síðani hevur starvast [...] og eg má hjálpa til. Tað skilja synirnir hjá mær, sigur Jutta Kjærbeck. Sorgin er eins - Tú kemur aldri yvir sorgina at missa eitt barn, men tú lærir at liva við henni og koma víðari. Tú lærir at virða [...] greiða frá. Hesa kvinnuna, sum síðani hon misti fyrsta barnið, hevur arbeitt við at lætt sorgina hjá øðrum foreldrum og síðani hevur vígt lívið til hetta arbeiðið og at loysa gátuna um vøggudeyðan. Í samrøðuni